Veghædd fyri tjúgu milliónir krónur

Veghædd fyri tjúgu milliónir krónur

2017-11-10 13:33 Author image
Georg L. Petersen

Íbúðarbygningurin á Biskupstorgi í Klaksvík kann gerast ein tungur kleppur hjá kommununi, um eingin vil keypa ella leiga veghæddina, sum er ætlað til útvent virksemi so sum kaffistovur og tílíkt – enn hevur ikki borið á mál, og tað kann kosta kommununi tjúgu milliónir krónur

 

– Tað er hvørki uppgávan hjá okkum ella Klaksvíkar Kommunu at skipa fyri útvendum virksemi, og tí mugu onnur koma inn. Men hettta er nakað kommunan kemur at taka sær av, sigur Amdras Róin, stjóri á Bústøðum.

– Vit eru ikki komin á mál enn við at selja ella á annan hátt lata øðrum veghæddina at leiga út. Fáa vit ikki hetta í rættlag áðrenn alt er liðugt má kommunan keypa veghæddina og so royna at fáa tað selt ella avhendað á onkran hátt. Yvirtaka vit, er talan um einar tjúgu milliónir krónur, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.

Lesið meira HER

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður