Vandamikið at burturbeina fýrverk skeivt

Mynd: Visualhunt.com

Vandamikið at burturbeina fýrverk skeivt

2018-01-04 12:24 Author image
Innsent

Nú nýggjárið er farið afturum, munnu tað vera mong, sum liggja inni við avlopi av fýrverki. Summi hava hug at goyma tað til næsta ár, men hetta er ikki eitt gott hugskot.

Fýrverk, sum gerst gamalt, kann gerast óstøðugt og elva til eldsbruna og annan skaða. Fýrverk verður nevniliga óstøðugt og vandamikið, um tað liggur í hjalli ella ráligum kjallara, har hitin sveiggjar við árstíðini.

Av trygdarávum vil IRF mæla fólki frá at goyma fýrverk til næsta ár. Betri er, um tað verður burturbeint á rættan hátt.

Fýrverk verður burturbeint rætt við at verða latið inn til eitt mannað endurnýtslupláss, har tað verður heintað av IRF til burturbeiningar. Fýrverk má endiliga ikki latast saman við vanliga ruskinum í ruskposar ella bingjur, tí tá er stórur vandi fyri, at eldur kemur í ruskið. Sum dømi kann nevnast at eldur kom í ein ruskbil hjá IRF, orsakað av fýrverki, sum var blandað í vanliga ruskið.

Við størri nøgdum av fýrverki til burturbeiningar, vera fólk biðin um at ringja til IRF á 414243, fyri nærri vegleiðing. Skip og bátar, sum hava neyðbluss v.m. at burturbeina, kunnu seta seg í samband við IRF á sama nummari.

Meira langlesnaður