Vágur: Gøta gjørd tvørtur um Sandin

Vágur: Gøta gjørd tvørtur um Sandin

2017-10-13 09:32 Author image
Innsent

Sum liður í felags arbeiðinum við ferðslutrygdarætlan í Vágs kommunu, sum Vágs kommuna, Landsverk og Løgreglan eru farin undir, er nú gjørd gøta tvørturum Sandin.

Vegurin tvørturum Sandin er ein av vandamiklu farleiðunum í Vágs kommunu. Nógv ferðsla er tvørturum Sandin, har bæði bilar, lastbilar, og trailarar koyra, samstundis sum fólk eru til gongu ella á súklu framvið vegnum, har ongin gongu- ella súklubreyt er.

Í nógv ár hevur tað verið eitt ynski at gera farleiðina tryggari, og tá farið varð undir ferðslutrygdarætlanina fyri Vágs kommunu, varð hendan farleiðin eisini sett ovarliga á dagskránna. Nú er so gøta gjørd tvørturum Sandin, soleiðis at fólk til gongu ella á súklu ikki ferðast tætt uppat bilferðsluni.

Sum liður í ferðslutrygdarætlanini verða eisini nýggj gøtuljós sett upp seinni í ár, har alt vegastrekkið frá Tríkantinum á Sandinum inn til kirkjugarðin fær nýggj gøtuljós. Harumframt verða eisini onnur átøk gjørd á hesum vegastrekkinum, fyri at gera tað so trygt sum gjørligt hjá øllum ferðandi, bæði bilferðslu, fólki til gongu og á súklu. Vegastrekkið frá Tríkantinum og inn í Líðina er landsvegur og er tað sostatt Landsverk, sum varar av hesum partinum av ætlanini.

Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at fólk kunnu kenna seg trygg á ferð í Vágs kommunu, tí eru vit eisini sera fegin um tað arbeiðið, sum verður gjørt í samstarvinum millum Vágs kommunu, Landsverk og Løgregluna, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

- Ferðslutrygdarætlanin fevnir um nógv onnur økir í kommununi, og skulu átøkini í júst hesum økinum síggjast sum liður í einari størri ætlan, har vit í felag fáa seta ferðslutrygd í Vágs kommunu á breddan og ikki minst fáa sett í verk átøk og framt ætlanir, sum skulu gera tað trygt at verða á ferð í Vágs kommunu, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður