Vágs Ítróttarráð ræður sær sjálvum

Vágs Ítróttarráð ræður sær sjálvum

2017-10-06 10:07 Author image
Georg L. Petersen

Almenningurin hevur ikki rætt til innlit í virksemið hjá Vágs Ítróttarráð. Tað hevur Løgtingsins Umboðsmaður gjørt av

“Av tí, at Vágs Ítróttarráð sambært hesum ikki er at rokna sum ein partur av almennu (kommunalu) fyrisitingini, men er ein sjálvsognarstovnur, kann eg ikki viðgera klagur um Vágs Ítróttarráð. Eg fái sostatt ikki hjálpt tykkum við hesum málinum og geri tí ikki meira við tað.”

Tað er niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni upp á klagu frá Dimmalætting, sum kærdi um avgerðina hjá Vágs Ítróttarráði at nokta innlit í samskifti millum ráðið og eigaran av eini betongblandistøð, sum stóð á økinum, har ein marghøll nú verður bygd.

Vágs Ítróttarráð mátti keypa støðina frá eigaranum, men vildi ikki upplýsa keypskostnaðin og hvør rindaði fyri støðina – antin tað dýrkaði Marghøllina ella kommunan keypti støðina.

Dimmalætting vísti í hesum sambandi á, at Vágs Býráð í 2015 gjørdi av at yvirtaka Vágs Ítróttarráð 1. januar 2016. Kommunan yvirtók tá eisini alla skuldina og umfíggjaði hana. Í kommunustýrisskipanini hjá kommununi, sum er samtykt á býráðfundum 30. januar og 8. mars 2017 velur kommunan eisini allar fimm limirnar í ráðnum – og tað er sambært grein 2 í viðtøkunum fyri ráðið.

Men nevndin í Vágs Ítróttarráð hevur eftirfylgjandi sjálv broytt viðtøkurnar. Tað hendi 16. mars í ár, ella umleið eina viku eftir at kommunan hevði samtykt sína kommunustýrisskipan. Tá gjørdi ráðið av sínum eintingum av, at umboð fyri fótbóltin velja trý umboð, Vágs Skúli eitt og kommunan eitt umboð.

Tískil er tað enn loyniligt hvussu nógv ítróttarrráðið rindaði fyri betongblandistøðina, um hetta dýrkar prosjektið við Marghøllini ella um kommunan hevur rindað fyri tað.

Meira langlesnaður