Útnorðurráðið havt ársfund í Reykjavík

Útnorðurráðið

Útnorðurráðið havt ársfund í Reykjavík

2017-09-03 11:29 Author image
Turið Nolsøe

31. august til 1. september var fundur í Reykjavík fyri sendinevndirnar í Útnorðurráðnum. Ársfundurin var væleydnaður, har føroysku, íslendsku og grønlendsku nevndirnar eisini undirskrivaðu eina samstarvsavtalu um at kanna møguleikarnir fyri fríhandli og einum útnorðurlendskum handilsráði. Hetta sigur ráðið í tíðindaskrivi.

Ráðið samtykti á fundinum trý tilmæli til stjórnirnar í teimum trimum limalondunum. Londini eiga, sambært ráðnum, at samstarva um at kanna mongdina av mikroplasti í havumhvørvinum í Norðuratlantshavi. Úrslitini skulu helst liggja klár í 2018, og londini verða eisini heitt á minka nýtsluna av mikroplasti. 

Harumframt verður tilmælt at øll trý lond meta um møguleikarnar at økja samstarvið millum fiskivinnuútbúgvingarnar í limalondunum. Serligur dentur verður lagdur á fulla nýtslu av havídnaðarvørum, fiskitøkni og nýmenning.

Triðja tilmæli eftir fundin er at seta ein arbeiðsbólk av mentanarkønum at gera eina felags útnorðurlendska vísu- og sangbók.

Tilmælini eru send til Løgtingið, Altingið og Inatsisartut til viðgerðar. Í føroysku sendinevndini eru Kári P. Højgaard, ið er formaður, Jørgen Niclasen, Bjørt Samuelsen, Joen Magnus Rasmussen, Magni Laksáfoss og Bill Justinussen.

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður