Útnorðurlondini vaksa um handilin sínámillum

Lars Emil Johansen, 2. varaforseti í Útnorðurráðnum, Erik Jensen, grønlendskur landsstýrislimur í kommunu- bygda-, samferðslu- og bústaðarmálum, Kári P. Højgaard, 1. varaforseti í Útnorðurráðnum, Poul Michelsen, landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálum, Guðlaugur Þór Þórðarson, íslendskur uttanríkisráðharri og Bryndís Haraldsdóttir, forseti í Útnorðurráðnum. Mynd: uvmr.fo

Útnorðurlondini vaksa um handilin sínámillum

2017-08-31 20:40 Author image
Leif Láadal

Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur luttikið á ársfundinum hjá Útnorðurráðnum, ið verður hildin í Altinginum í Reykjavík.

Á fundinum millum uttanríkisráðharrarnar í Føroyum, Grønlandi og Íslandi varð samstarvsavtala millum tey trý londini undirritað. Í avtaluni binda útnorðurlondini seg til at vaksa um handilin sínámillum, taka burtur møguligar forðingar og samstarva á uttanríkisøkinum, eitt nú í mun til avbjóðingarnar, ið standast av Brexit.


Kelda og lesiðmeira HER

 

 

 

 

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður