Handilstreytir

Innihald
Dimmalætting kann gera broytingar í innihaldinum og bygnaðinum í haldinum. Broytingar verða fráboðaðar í tráð við galdandi reglur á økinum.

Prísur
Prísurin fyri hald sæst á heimasíðuni ella í lýsingum í Dimmalætting ella aðrastaðni og fylgir galdandi príslista. Haldið kann vera selt til serstakan prís í einum haldaraátaki og fellur undir somu prísir sum vanlig hald, tá haldaraátakið er av, um annað ikki er avtalað. Dimmalætting tilskilar sær rætt til at tillaga prísir og treytir. Hetta kann m.a. koma av inflatión, broyting í prísum hjá samstarvsfeløgum, broytingum í lønarlagi ella í innihaldinum. Broytingar verða fráboðaðar í tráð við galdandi reglur á økinum.

Gjald
Tygum rinda frammanundan fyri hald eftir valda gjaldsdag. Við mánaðarhaldi er ein mánaður at rokna sum 30 dagar. Haldið kann gjaldast og endurnýggjast av sær sjálvum við gjaldskorti ella fastari bankaflyting. Gjalding við korti er í samstarvi við Knassar. Kortupplýsingar eru tryggjaðir við SSL. Rinda tygum við gjaldskorti, geva tygum samstundis loyvi til, at gjald fyri nýtt tíðarskeið av sær sjálvum verður tikið av tí kontu, tygum hava upplýst.

Iðranarrættur
Við keyp av haldi fylgir 14 daga iðranarrættur. Vilja tygum nýta iðranarrættin, skulu tygum boða Dimmalætting frá hesum í seinasta lagi 14 dagar eftir fyrsta útberingardag ella dagin, tá bíleggingarváttan er móttikin. Um iðranarrætturin verður nýttur, verða gjald kravt fyri longu latnar vørur fram til iðranarløtuna.

Iðranarrætturin verður gjørdur galdandi við at venda sær til Dimmalætting. Verður boðað frá við brævi ella telduposti er tað nøktandi, um tað er sent áðrenn 14 daga freistin er úti. Er haldið selt saman við eini vøru í haldaraátaki, skal vøran latast inn aftur óbrúkt og óupplatin, um iðranarrætturin skal vera galdandi.

Iðranarrætturin er ikki galdandi, tá talan er um keyp av einstøkum greinum.

Uppsøgn
Haldið er leypandi, til tað verður sagt upp. Haldið verður sagt upp við at seta seg í samband við Dimmalætting gjøgnum telefon, teldupost ella við brævi. Eingin binding er, og haldið kann sigast upp uttan ávaring. Haldið er eisini galdandi í uppsagnartíðini. Møgulig upphædd, sum haldarin eigur til góðar við uppsøgn av haldi, verður goldin við bankaflyting. Møgulig upphædd, sum Dimmalætting eigur til góðar við uppsøgn av haldi, verður send sum uppkrav.

Kærur og endurgjald
Um pappírsavísin ikki verður borin til haldaran, verður ein upphædd endurgoldin samsvarandi stykkjaprísinum pr. avís. Endurgjald er ikki galdandi fyri elektronisku avísina. Endurgjald er ikki galdandi, um avísin er seinkað.

Force majeure
Dimmalætting heftir ikki fyri endurgjaldi mótvegis haldaranum, um vantandi útberingin fellur undir force majeure. Hetta kann vera, men er ikki avmarkað til, kríggj, eld, veður og náttúruvanlukkur.

Ábyrgdaravmarking
Dimmalætting heftir á ongan hátt, um tygum hava mist inntøkur ella havt annan óbeinleiðis fíggjarligan miss, ið stava frá nýtslu av haldi ella keypi av Dimmalætting. Við talgilduminnihaldi veitir Dimmalætting onga trygd fyri virknaði og atkomu.

Persónsupplýsingar
Upplýsingar um núverandi og fyrrverandi haldarar verða varðveittir og viðgjørdir í trúnaði til møguliga seinni nýtslu í tráð við galdandi lóggávu. Upplýsingarnar verða fyrst og fremst brúktar til útbering av vørum, men kunnu eisini brúkast innanhýsis við atliti til at bøta um okkara vørur og tilboð. Upplýsingar um fyrrverandi haldarar verða strikaðar, um ynski er um tað.

Upphavsrættur
Alt innihald í Dimmalætting undir verandi haldaratreytum er vart av upphavsrætti. Talgilt innihald verður gjørt tøkt til at vísa/lesa fyri tygum sum haldara og kann prentast út á pappír til persónliga nýtslu. Onnur nýtsla av haldarainnihaldi krevur loyvi frá Dimmalætting.