Uppsøgnin av skúlaleiðara verður helst tikin aftur  

2016-05-24 21:04 Author image
Dimma

Skúlaleiðarin var sagdur úr starvi til 1. august í ár, tá ið nýggi samanlangdi skúlin í Sunda kommunu eftir ætan skal byrja.

Føroya Lærarafelag kærdi avgerðina hjá Mentamálaráðnum til Løgtingsins umboðsmann, sum nú hevur givið lærarafelagnum viðhald.

Løgtingsins umboðsmaður hevur biðið Mentamálaráðið um at taka málið upp til viðgerðar av nýggjum, og tað verður nú gjørt.

- Tað er væntandi soleiðis, at uppsøgnin verður annuluerað, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum við Kringvarpið.

Føroya Lærarafelag kærdi um, at Mentamálaráðið segði skúlaleiðaran úr starvi, áðrenn fólkaatkvøðan var hildin í kommununi um ætlaðu samanleggingina av skúlunum í Sunda kommunu.


Les eisini: Tað var skeivt at siga skúlaleiðara úr starvi

   

   

Meira langlesnaður