Uber og Careem seta kvinnur í starv í Saudi Arabia

Mynd: The Independent.com

Uber og Careem seta kvinnur í starv í Saudi Arabia

2018-01-11 15:46 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Í fjør samtykti tingið í Saudi Arabia eina kollveltandi lóg. Á sumri 2018 skuldu kvinnur í Saudi Arabia nevniliga fáa loyvi at koyra bil.

Enn er lógin ikki komin í gildi, men hýruvognsfyritøkan Uber, og tann líknandi fyritøkan, Careem, byrja longu nú, at seta kvinnur í starv sum bilstjórar.

Har eru hópin av kvinnum í Saudi Arabia, ið longu hava koyrikort, og sum hava fingið tað aðrastaðni. Tær sleppa tó ikki at nýta síni evni fyrr enn í summar í ár. Men tær ið longu hava koyrikort, kunnu longu søkja um, at gerast bilstjórar hjá annaðhvørt Uber ella Careem.

Hesar báðar fyritøkurnar eru sera nógv brúktar í Saudi Arabia. Eftirsum at kvinnur ikki hava loyvi til at koyra, hava tær oftani tørv á at blíva koyrdar. Tað er ikki altíð at tað ber til at fáa onkran í húskinum ella familjuni at koyra seg, so tí er eftirspurningurin eftir skjótum og bíligum hýruvognstænastum stórur.
Men ein trupulleiki er við hesum tænastunum. Tað er ikki eins góðtikið í øllum saudiarabiskum familjum at kvinnur koyra bil við einum fremmandum manni. Hjá teimum kvinnunum har hetta ikki er loyvt, ber tískil heldur ikki til at nýta tænastuna frá Uber ella Careem, tí higartil hava bilstjórarnir bert verið menn.

Uber og Careem rokna tískil við, at tað fer at fáa nógv fleiri fólk at nýta teirra tænastur, um kvinnur eisini sita handan róðrið.

Túsundavís av kvinnum hava longu sent fyritøkunum umsókn, um at gerast bilstjórar.

Meira langlesnaður