U21-liðið hevur ment seg nógv

U21-liðið hevur ment seg nógv

2017-11-06 11:49 Author image
Innsent

- Fýra stig í tveimum teimum seinastu dystunum er góðtikið, og sum heild eri eg væl nøgdur við kappingina higartil. Møguliga dysturin móti Litava skuldi verið betri avgreiddur, men liðið hevur ment seg nógv, og ein greið framgongd hevur verið at hóma, sigur Eli Hentze, ið stendur á odda fyri føroyska U21-landsliðnum.

Fríggjadagin 10. november spæla Føroyar og Pólland U21 EM-undankappingardyst á Tórsvølli. Undan dystinum eru póllendingarnir nummar 2 í bólkinum við 7 stigum, meðan Føroyar eru nummar 3 við 4 stigum.

Danmark, ið mestsum hevur verið einaráðandi higartil, er fremst við fullum stigatali eftir fýra dystir. Hini londini í bólkinum eru Finnland, Litava og Georgia.

Væl fyrireikaðir
Síðani landskappingin endaði hevur Eli Hentze, saman við hjálparvenjaranum, Hegga Samuelsen, havt ein bruttohóp við 26 spælarum til regluligar venjingar. Í vikuskiftinum verður avgjørt, hvussu endaligi hópurin móti Póllandi kemur at síggja út, og fyrst í komandi viku verður fult fokus sett á stóru uppgávuna, ið stendur fyri framman.

Tað er einki at ivast í, at Pólland hevur eitt sterkt U21-landslið, men føroysku venjararnir eru eisini væl fyrireikaðir at taka ímóti póllendingunum júst nú.

- Eg havi sæð allar teirra dystir, og haldi at vit kenna teir væl. Spurningurin er bara, um teir gera tað sama ímóti okkum, sum teir hava gjørt í hinum dystunum - bæði sum lið og sum einstaklingar.

- Georgia, Finnland og Litava hava givið teimum skarpan gang, men hvørjaferð hava póllendingarnir bara verið effektivari. So hetta verður avgjørt ikki nøkur løtt uppgáva. Kortini vænti eg, at okkara spælarar fara at loysa hesa uppgávuna til okkara fyrimun, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.

U21 EM-undankappingardysturin millum Føroyar og Pólland verður á Tórsvølli fríggjadagin 10. november klokkan 16:45. Ókeypis atgongd er til dystin.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður