Týsk lóg setir talufrælsi og haturstalu á breddan

Mynd: Visualhunt.com

Týsk lóg setir talufrælsi og haturstalu á breddan

2018-01-05 16:41 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Týska stjórnin vil gera av við haturstalu á sosialu miðlunum. Ein nýggj lóg er nevniliga blivin sett í verk, ið krevur, at stóru fyritøkurnar, Facebook og Twitter, skulu forða haturstalu á teirra týsku miðlum. Um tey ikki syrgja fyri at tilfar, ið kann fella undir haturstalu, verður slettað, fáa fyritøkurnar eina stóra bót. 

Hetta hevur kravt at fyritøkunum, at tey mugu seta nógv týðiligari leiðreglur upp á heimasíðum teirra, fyri hvussu man meldar tilfar, ið kann tulkast sum haturstalu. Harafturat hava tey eisini sett og upplært eina rúgvu av nýggjum starvsfólkum, ið skulu arbeiða sum kjakleiðarar á miðlunum, fyri at betri fanga og forða fyri haturstalu á sosialu miðlunum.
Lógin kom í gildi 1. januar 2018.

Men longu nú hevur lógin skapt trupulleikar. Fleiri hava kritisera lógina fyri, at hon, í roynd at forða haturstalu, eisini kann forða talufrælsi. Markið millum hesi bæði kann ofta vera ring at greina og tað er eisini ofta ósemja um júst hvar hatta markið er.

Eisini er lógin blivin kritiserað fyri, at kunna misnýtast av politikarum longst úti á høgraveinginum. Dømi vísa á, at ein politikari fyri høgravenda flokkin, AfD (Alternative für Deutschland), ákærdi løgregluna í Köln fyri at royna at tekkjast "barbariskum, hóp-neyðtakandi muslimskum monnum". Hendan útsøgnin var ein tann fyrsta, ið bleiv tikin av netinum, orsakað av nýggju lógini. Fleiri vilja vera við, at hetta kann seta fólk, ið fáa sínar útsagnir tiknar niður, í eina offurstøðu, ella, sum tað eisini bleiv rópt, "Áskoðanar-offur".

Kelda: The Guardian

Meira langlesnaður