Tvey nýggj føroysk bløð og heimasíður til børn

Tvey nýggj føroysk bløð og heimasíður til børn

2017-10-05 09:11 Author image
Innsent

Í hesum døgum eru tvey nýggj bløð og tvær nýggjar heimasíður komnar við tilfari til føroysk børn. Blaðið Píka7 og heimasíðan pika7.fo eru ætlað yngru børnunum til og við 9 ár, og vælkenda STROK og strok.fo eru broytt og málrættað til eldru børnini.

- Við hesum báðum bløðunum og heimasíðunum kunnu vit geva børnunum enn betri og meiri viðkomandi føroyskt tilfar til júst teirra aldursbólk og áhugamál, sigur Beinta Johannessen, blaðstjóri á Píka7 og STROK.

STROK kemur út sjey ferðir um árið og Pika7 fýra ferðir og er tað Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið stendur aftanfyri útgávurnar. Høvuðsendamálið við bløðunum og heimasíðunum er, at geva føroyskum børnum viðkomandi og spennandi tilfar úr teirra egna gerandisdegi, um teirra áhugamál og - ikki minst – á teirra egna máli.

- Hetta er ein týdningarmikil uppgáva, sum eingin annar loysir fyri okkum, sigur Beinta Johannessen blaðstjóri.

Tað er í stóran mun børn og ung, sum skriva til og seta sín dám á Píka7 og STROK. Yngsti ummælarin er 7 ár, og elsta blaðfólkið er 18 ár.

- Vit eru sannførd um, at børn og ung sjálvandi vita best, hvat børn og ung vilja lesa. Børn duga so nógv ymiskt, og Píka7 og STROK er pallurin, har tey kunnu vísa tað, sigur Beinta Johannessen.

Píka7 er ein heimur við upplýsing og undirhaldi til tey yngstu. Í blaðnum kunnu tey lesa greinir, loysa uppgávur, gera ítriv og eisini sjálvi skriva inn til blaðið um tey vilja. Á pika7.fo eru millum annað greinir úr blaðnum greinir og myndir av føroyskum dýrum: fiskum, fuglum, firvaldum, krabbum, skeljum, slangustjørnum og mongum øðrum.

STROK hevur samstundis fingið eitt sindur eldri profil, ið hóskar betri til aldursbólkin frá umleið 4. til 7. flokk.

- Á strok.fo, Facebook, Snapchat og Instagram røkka vit lesarum hvønn dag við nýggjum, feskum, spennandi og áhugaverdum tilfari. Vit koma beinleiðis í samband við lesararnar, og hoyra teirra meiningar og ynski, sigur Beinta Johannessen.

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður