Trump hevur sett krøv fyri at varðveita DACA

Mynd: epa.eu

Trump hevur sett krøv fyri at varðveita DACA

2017-10-09 10:23 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

DACA skipanin í USA, bleiv sett í verk av fyrrverandi amerikanska forsetanum, Barack Obama. Skipanin vardi túsundavís av børnum hjá tilflytarum, ið eru uppvaksin og kenna USA sum teirra heim, frá at blíva flutt burtur. Skipanin gav teimum rætt til undirvísingar- og arbeiðsloyvi í landinum.

Núverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, kunngjørdi tann 4. september í ár, at hann vildi avtaka hesa skipanina. 
Hetta skapti nógva øði og stórar mótmælisgongur, frá teimum ið eru umfataði av skipanini - hesi fólkini verða ofta rópt "Dreamers" í USA (fø. droymarar). 

Løgmálaráðharrinn, Jeff Sessions, kunngjørdi tá, at kongressin hevði eitt hálvt ár til at finna útav einari alternativari loysn til DACA skipanina.

Trump hevur áður meldað út, at um ein skipan ið minnir um DACA skal vera verandi, skal hann hava nógvar aðrar herðingar á innflytaraøkinum ístaðin. 

Nú er líkt til, at hesi krøvini eru blivin sett.
Green Card er eitt kort ið verður givið útlendingum, at búgva og arbeiða í USA. 
Green Card reglurnar skulu herðast, soleiðis at fyri at ein familja skal vera umfatað av tí, er tað bert galdandi fyri hjúnarfelagar og børn undir 18 ár. 

Trump vil harafturat seta túsundavís fleiri fólk í starv innan innflytara- og tollvaldið, gera bøturnar enn hægri at fara ólógliga tvørturum amerikanska markið og gera tað lættari at flyta bandalimir burtur úr landinum. Harafturat skal múrurin byggjast millum USA og Meksiko.

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður