Til gongu inn í Klæmintsgjógv

Til gongu inn í Klæmintsgjógv

2017-12-01 15:00 Author image
Georg L. Petersen

Í mong ár hevur Birgir Enni siglt við ferðafólki til Klæmintsgjógv í Hesti, men nú er ætlanin at fara stigið víðari við hesi náttúruperlu, sum kann gerast ein ferðafólkamagnet

- Áhugin fyri Klæmintsgjógv er sera stórur millum ferðafólk, sum ynskja at koma inn í gjónna. Men tað ber tíverri ikki altíð til vegna veður, og tí kom eg at hugsa um hvussu ferðafólk kunnu sleppa inn frá landi.

Tað sigur Birgir Enni, sum í mong ár hevur verið ímyndin av nýskapan innan ferðavinnu og hevur staðið við róðrið á Norðlýsinum. Tá hann legði sínar tankar fram fyri Osbjørn Jacobsen, arkitekti, tendraði hesin eisini upp á hugskotið, og hann festi tankarnar á nakrar tekningar um hvussu ein farleið kann leiða ferðafólk inn í hellið, uttan at neyðugt er at hugsa so nógv um veður og vind.

Lesið meira í blaðnum, sum er komið í sølubúðirnar, ella við at trýsta HER - har eru eisini fleiri myndir av verkætlanini

Meira langlesnaður