Team Rynkeby savnað 65,5 milliónir krónur

Mynd: Facebooksíðan hjá Team Rynkeby Føroyar

Team Rynkeby savnað 65,5 milliónir krónur

2017-10-01 11:42 Author image
Innsent

Arbeiðið hjá Team Rynkeby í Føroyum, Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi hevur hetta árið samalagt latið á leið 65,5 krónur til børn við lívshættisligum sjúkum.

Leygarmorgunin avdúkaði Team Rynkeby endaliga og samalaða útslitið av ársins innsavnan til børn við lívshættisligum sjúkum í Norðanlondum. Vælgerðar súkkluliðini umfata 1700 súkklarar og 400 tænastufólk, og hava hesi nýtt seinasta ári at innsavna pening í Føroyum, Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi.

Úrsliti gjørdist einki minni enn umleið 65,49 milliónir krónir, ið eru farnar óskerdar til staðbundnarfelagsskapir í londunum, har pengarnir eru savnaðir inn. Í Føroyum eru 1,2 milliónir savnaðar inn.

Tað er sera imponerandi. Ársins stuðul svarar til at hvør einstakur Team Rynkeby lutakari – súkklari eins og tænastufólk – lata yvir 29.000 krónur hvør til børn við lívshættisligum sjúkum. Eg kenni ikki aðar vælgerandi verkætlanir, ið hava í sær so nógv fólk, í so langa tíð. Arbeiði hjá luttakarunum hevur umframt onnur viðurskifti viðført, at meir enn 5.000 vinnufeløg valdu at stuðla verkætlanini í ár, greiðir Carl Erik Dalbøge, stjóri í Team Rynkeby grunninum.

Skúlanæmingar eru orsøk til stóran part av innsavnanini
Umframt meir enn 5.000 vinnufeløg, ið valdu at stuðla Team Rynkeby í ár, geva meir enn 163.000 skúlanæmingar úr Danmark, Svøríki, Noregi og Finnlandi eitt stórt íkast til stóra stuðulin ið Team Rynkeby kann handa. Hetta er ein innsavnan sum gongur fyri seg í skúlunum og er ein stuðulsrenning. Í Føroyum verður bert savna inn millum vinnufyritøkur og tiltøkum og gávum.

Næmingarnir skulu vera avbera ernir av teirra íkasti, ið tey hava latið í hesum sambandi. Tað er gott at síggja, at so nógvir skúlar nýta Team Rynkeby skúlarenningina, sum ein møguleika at draga næmingar við í eitt umráðandi stríð, ið er uppá tvørs av flokkum, skúlum og londum, sigur Carl Erik Dalbøge. 

Við ársins stuðli til børn við lívshættisligum sjúkum í Føroyum, Danmark, Svøríki, Noregi, Finnlandi og Íslandi, hevur Team Rynkeby, síðani fyrsta liði lat á leið 36.000 krónur til barnakrabbadeildina á Odense Universitets Sjúkrahúsið fyri 15 árum síðani, lati einki minni enn áleið 273.000.000 krónur til stríði móti lívshættisligum sjúkum.

Team Rynkeby setur nú saman liðini fyri Tour de Paris 2018, ið verður frá 28.juni til 7.juli 2018. Team Rynkeby 2018 fevnir um fleir enn 1900 súkklarar og 450 tænastufólk deilt út á 48 lið frá seks londum. Úr Føroyum fara umleið 50 súkklarar og 10 tænastufólk.
 

 

Meira langlesnaður