Tann ferðandi ambassadørurin

2016-04-15 06:00 Author image
Dimma

“Eg taki tað, sum tað kemur.”


Orðini koma spakmælt frá Stanley Samuelsen, tá vit eru um at vera lidnir at práta, og uttan at ætla tað, ljóða tey sum hansara loysanarorð ella lívsmotto. Kanska lýsir hetta hansara hátt at gera tónleik, hansara máta at tjena til lívsing uppihald og fyri hansara máta at liva uppá.

 

Gittarsnillingurin, sangarin og tónaskaldið Stanley Samuelsen, sum blaðungur fór av landinum, er aftur í Føroyum. Nú snýr tað seg um eina føroyska Beatles-viku, har hann hevur spælt sangir frá sínum tónleikaligum uppruna. Leygarkvøldið spælir hann aftur til dans í Sjónleikarhúsinum, har hann eisini gjørdi vart við seg í heilt afturi í 60’unum.

 

– Tá ið eg hoyrdi Beatles fyrstu ferð, bleiv eg fangaður, og teirra tónleikur hevur fylt sera nógv hjá mær síðan, kanska meira og meira við árunum. Sangirnir eru teir somu, men hóast teir eru kendir, so blíva teir við at siga mær okkurt. Tað er eitt sindur sum við kærleikanum. Antin elskar tú, ella elskar tú ikki. Og eg blívi ongantíð liðugur við the Beatles, sigur Stanley Samuelsen.

 

Ein heimur læt seg upp

Stanley var 12 ára gamal, tá ið hann fekk sín fyrsta gittara frá brøðrunum Torleif og Jóv, ið arbeiddu í Føroyingahavnini.


­– Tórleif lærdi meg tær fyrstu tríggjar akkordirnar, og so læt ein heimur seg upp fyri mær. Eg lurtaði nógv eftir Radio Luxembourg, Radio Caroline og Radio One og kopieraði alt eftir Beatles, sum eg kundi. Tað ráddi um at læra tað uttanat og spæla júst sum teir, sigur Stanley.

 

Skjótt frættist í Fuglafirði um gávurnar hjá unga dronginum. Bólkurin Silly Boys sendu boð eftir honum, og teir gjørdust sera væl umtóktir. Ungfólkini hingu framvið pallkantinum, og tey fegnaðust um at hoyra teir somu livandi tónarnar í dansistovuni, sum tey dagliga hoyrdu í útvarpslurtinum uttan úr heimi.

 

Stanley var yngstur av 12 systkjum. Pápin doyði, tá ið hann var hálvt ár, so mamman var einsamøll um hann og hini. Mamman plagdi at syngja sálmar og norskar slagarar, meðan hon helt hús, og hon var alt annað enn fegin um, at hann fór at spæla til dans hvørt fríggjakvøld og leygarkvøld.

 

– Eg var ikki konfirmeraður, fyrstu ferð eg spældi til dans. Eg tordi ikki at siga tað við mammu, so eg sníkti meg avstað. Eg gloymdi klokkuna, kom ov seint heim og bleiv skeldaður. Mamma visti ikki síni livandi ráð, tá ið hon frætti, hvar eg hevði verið. Hon fór til prest at kæra sína neyð, men hann segði bara, at hon skuldi vera glað fyri, at eg ikki gjørdi nakað, sum var nógv verri, greiðir Stanley smílandi frá.

 

Silly Boys góvust í 1969. Dreingirnir gjørdust til menn og fóru til skips, og tí hendi einki í nakrar mánaðir. Men ein dagin vóru teir bodnir til eina tónleikakapping í Klubbanum. Stanley hevði sjálvur siglt við farmaskipinum Falki hjá Skipafelagnum, og í Hollandi hevði hann keypt nýggjar plátur, eitt nú við Chicago. Teir vandu eina nýggja leikskrá, og tað dámdu teimum ungu so mikið væl, at Silly Boys vann kappingina. Silly Boys endaði sostatt sínar dagar sum FM-vinnari í tónleiki.

 

Ódoyggjandi duo

Sum 18 ára gamal fór Stanley niður til Danmarkar at vitja sonin hjá elsta beiggjanum. Teir vóru vinmenn, og ætlanin var bara at vera niðri í summarferiu í fjúrtan dagar. Men honum dámdi so mikið væl, at hann bleiv verandi, og higartil hevur hann so búð í Danmark í samfull 46 ár.

 

– Eg kom í samband við onnur, sum fingust við tónleik, eg fór at ganga í skúla, og eg fall bara so væl til, at eg ongantíð kom aftur. Men tað var ikki nøkur ætlan, tað bleiv bara so, sigur hann.

 

Í nógv ár var Stanley Samuelsen saman við Nis P. Jørgensen “Den udødelige duo”, og teir spældu fast á tiltøkum hjá fakfelagsrørsluni, millum annað úr sokallaðu reyðu sangbókini. Teir spældu eisini til valfundir hjá danska javnaðarflokkinum uppundir valini, tá ið menn sum Poul Nyrup, Svend Auken og Anker Jørgensen, sum doyði fyri stuttum, bardust fyri valdinum.

 

– Anker var “folkets mand”. Hann hevði karisma og autoritet, men hann var eisini vinsælur. Vit kendust og prátaðu ofta saman.  Tá vit vóru hesar túrarnar fekk hann sær hvørt kvøld eina kalda øl og ein snaps aftur við matinum. Ongantíð meira. Eg minnist eisini, at hann segði: Man skal royna alt einaferð, so veit man, hvat tað er, men einki skal yvirdrívast. Tað var skilagott, helt eg.

 

Tá ið Fogh og Vinstra vunnu fram gjørdist alt meira liberalt politiskt, og sosialdemokratarnir fóru aftaná og royndu at fylgja við. Teir goymdu ta reyðu sangbókina burtur, og boð vóru ikki longur eftir Den udødelige duo, sum í eini 12 ár hevði spælt 3-4 ferðir um vikuna fyri “bevægelsen” um alt Danmark.

 

– Alt steðgaði, men tað setti meg í gongd við mítt egna. Eg fór at skriva løg sjálvur, og tað eydnaðist so mikið væl, at eg nú geri tað burturav, sigur Stanley Samuelsen.

 

Letur løgini koma

Tá ið Stanley Samuelsen gekk í skúla í Fuglafirði, høvdu tey ein sangtíma um vikuna, har tey sungu úr Sangbók Føroya fólks. Nú Stanley búði í Danmark, plagdi hann at sita um kvøldarnar, tá ið børnini fóru til songar, og spæla tey løgini hann kendi. Spakuliga fór hann at gera tónleik til tær yrkingarnar, har hann ikki kendist við løgini.

 

– Tann fyrsti var helst “Um eg kundi kvøðið”. Eg byrjaði at gera lagið við fyrsta ørindi, og tá eg kom til tað síðsta, var sangurin liðugur. Soleiðis havi eg tað við at gera tónleik. Tað skal koma til mín av sær sjálvum. Tað riggar ikki hjá mær at sita ov leingi við tí, tí so verður tað ov tonkt og konstruerað. Og hesin fyrsti sangurin gjørdist nokk tann best umtokti, sigur Stanley hugsunarsamur.

 

Hóast hann byrjaði at spæla enskan popp, og síðan fór at spæla danskara arbeiðarasangir, so var eingin ivi, tá ið hann fór at skriva og geva út tónleik; tað skuldi vera føroyskt.

 

– Mítt hjartað hevur altíð ligið eftir í Føroyum, og eg havi altíð Føroyar við mær. Nú spæli eg nógv uttanlands, og hóast eg havi spælt í Italia, Spania og fleiri ferðir í baltisku londunum, so er tað á føroyskum. Eg greiði samtundis frá um Føroyar, føroyskt mál og mentan, og tað hugtekur fólk.

 

Í næstum verður Stanley 65 ára gamal og fer um danskan pensjónsaldur. Hann hevur tó ongantíð spælt so nógv sum nú, heldur hann. Konan fær tað at hanga saman, tí meðan hann tekur alt, sum tað kemur, so stendur hon fyri tí praktiska og syrgir fyri, at pengarnir eisini koma í kassan.

 

– Mær hevur altíð dámað best bara at spæla og syngja. Eg dugi ikki at blanda pengar uppí hetta, tí eg fái ikki sjálvur sett virði á tað, eg geri. Í dag vilja øll hoyra tónleik, men eingin vil gjalda fyri tað, so tað er gott, eg havi hana. Uttan hana var einki, sigur Stanley Samuelsen.

 

Málið er, at hann nu fer at spæla minni og taka meira fyri tað, sigur hann við einum skálkasmíli, og letur okkum skilja, at tað er bara skemt. Tí hann tekur tað bara, sum tað kemur. Nú leygarkvøldið kemur so eitt dansikvøld í gamla Sjónleikarhúsinum, har hann fer at spæla tað, sum alt byrjaði við: The Beatles

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður