Taka ikki undir við, at fólkapensjónistar verða býttir í 2-3 ymsar bólkar

Mynd: Visualhunt

Taka ikki undir við, at fólkapensjónistar verða býttir í 2-3 ymsar bólkar

2017-11-27 14:05 Author image
Landsfelag Pensjónista

Landsfelag Pensjónista hevur sent Almannamálaráðið og Fíggjarmálaráðið niðanfyristandandi hoyringssvar:

Hoyringssvar til:

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir o.a.

Uppskot til løgtingslóg um javningarprosent til almannaveitingar

Uppskot til løgtingslóg  um eftirløn.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg  um viðbót til ávísar pensjóniostar v. fl.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.

Uppskotini til pensjónsnýskipan eru tengd hvørt at øðrum og verða tí viðgjørd undir einum og farið verður ikki inn í tær einstøku lógarásetingarnar.

Høvuðsendamálini við pensjónsnýskipanini hjá landsstýrinum sigast vera:

A: at tryggja øllum eina góða pensjón. At øll tey, ið fáa lítla ella onga inntøku afturat pensjónini, fara at fáa meira at liva av.

B: at eggja fólki at arbeiða meira eftir pensjónsaldur.

C: at styrkja búskaparliga haldførið.


Viðmerkingar frá Landsfelag Pensjónista:

Uppskotið til pensjónsnýskipan er sett saman av tveimum ymiskum fólkapensjónsskipanum:

Einari skipan, ið neyvt svarar til núgaldandi fólkapensjónsskipan, ið er galdandi fyri tey, sum nú eru fólkapensjónistar, umframt tey, sum nú eru knapt 65 ár og 66 ár

og

einari ”nýggjari” pensjónsskipan, fyri tey, ið eru fødd 1. januar 1953 ella seinni. Hetta er ein skipan, ið víkir nógv frá núgaldandi fólkapensjónsskipan.

Landsfelag Pensjónista tekur ikki undir við, at borgararnir – og heldur ikki fólkapensjónistar – verða býttir sundur í 2-3 ymsar bólkar, sum verða ymiskliga viðfarnir. Allir borgarar – eisini fólkapensjónistar – eiga at verða viðfarnir eins av tí almenna.

Uppskot landsstýrisins fer at hava við sær, at føroyskir pensjónistar verða býttir upp í bólkar:

Pensjónistar, føddir fyri 1953, sum fáa “gamla” fólkapensjón. Hesin bólkur hvørvur eftir eini 30 árum, verður roknað við.

Pensjónistar, føddir í 1953 ella seinri, sum vegna eginpensjón og/ella arbeiðsinntøku als ikki fáa fólkapensjón.

Pensjónistar, føddir eftir 1953, sum hava so vánalig kor, at tey hava rætt til fólkapensjón. Í hesum bólki verða tað bert fá, sum fáa rætt til fulla fólkapensjón, tí sjálvt við eini lítlari pensjón og/ella arbeiðsinntøka upp á 2.500 kr pr. mánaða fer mótrokningin í grundupphæddini at byrja.

Hetta fer at oyðileggja fólkapensjónsskipanina. Nýggja skipanin vil ikki av røttum kunna nevnast fólkapensjón, tá alt færri pensjónistar fáa lut í henni. Skipanin fer mest at líkjast ellisrentuni, sum vit høvdu fyri 70-80 árum síðan, og átti kanska at fingið tað gamla heitið.


Fólkapensjón

Føroyska fólkapensjónin er sprottin úr donsku fólkapensjónini, og Føroyar eru partur av ríkisfelagsskapinum, tí metir  Landsfelag Pensjónista, at tað er nátúrligt at sammeta ymsar ásetingar í verandi fólkapensjón og í uppskotunum til pensjónsnýskipan við samsvarandi ásetingar og reglur í donsku fólkapensjónsskipanini.

Bæði í Føroyum og Danmark hava allir fólkapensjónistar rætt til fólkapensjón, tískil heiti fólkapensjón. Tað byggir á hugsjónina, at allir borgarar eiga sama rætt til veitingar og tænastur samfelagsins, tann hugsjón, sum eisini er grundarlagið undir, at m.a. børn okkara hava rætt til skúlagongd uttan kostnað, og at vit øll uttan kostnað hava rætt til viðgerð og røkt á sjúkrahúsi, gerst tað neyðugt.

Allir verandi og komandi pensjónistar hava goldið skatt og eitt pensjónsgjald, sum var 2,5%, tá tað í 1983 hvarv av skattarokningini, uttan at vera avtikið, tað vit vita. Tann peningurin fer í landskassan og haðani hava allir pensjónistar, verandi og komandi, krav upp á at fáa hann út aftur sum fólkapensjón saman við teimum 220 mill., sum eru í blokkinum frá danska statinum til sama endamál.

2A. Grundupphæddin í fólkapensjónini.

Í verandi fólkapensjónsskipan, bæði í Føroyum og Danmark, er talan um eina grundupphædd, sum allir pensjónistar hava rætt til. Men stórur munur er á upphæddunum.

Trupult er at samanbera grundupphæddirnar í Føroyum og Danmark, tí føroyska upphæddin er skattafrí, meðan tann danska er skattskyldug. Í talvuni niðanfyri hava vit gjørt eina roynd at samanbera við at taka 25% í skatti av donsku grundupphæddini.

Grundupphæddin í Føroyum er munandi lægri enn í Danmark, soleiðis sum tað sæst á talvuni niðanfyri

Grundupphædd um mánaðin/árið (munur millum Føroyar og Danmark)


Sum tað sæst fáa allir pensjónistar í Danmark somu grundupphædd. Í Føroyum fáa giftir pensjónistar eina munandi minni grundupphædd enn stakir og sambúgvandi pensjónistar fáa, men í báðum førum eru upphæddirnar nógv minni enn í Danmark. Grundupphæddin hjá einum støkum, føroyskum pensjónisti er 1.031 kr um mánaðan ella 12.372 kr um árið minni enn tað ein stakur, danskur pensjónistur fær. Uppaftur størri er munurin millum føroyskar og danskar, giftar pensjónistar, har føroyingurin fær heilar 1.849 kr. pr.mánaða ella 22.644 kr. pr. ár minni enn danski pensjónisturin.

Bæði í Føroyum og Danmark hava myndugleikarnir ynskt at gera skilnað millum stakar og giftar pensjónistar. Í Danmark verður pensjónsviðbótin nýtt til hetta endamál. Í Føroyum  hava myndugleikarnir valt at nýta bæði grundupphæddina og viðbótina. Tað er sera óheppi, at tvey ymisk amboð verða nýtt til sama endamál. Vit fara tí at mæla til, at allir pensjónistar fáa somu skattafriu grundupphædd, sum við gildi frá 2018 verður uml. 4.600 kr um mánaðan. Tá hevur hon áleið sama virði, sum í Danmark og er ætlandi nóg mikið til at lyfta allar pensjónistar upp um fátækramarkið. Síðan verður einans pensjónsviðbótin nýtt at gera skilnað ímillum pensjónsveitingina hjá giftum og støkum pensjónistum.

Í Danmark fáa øll fulla, skattskylduga  grundupphædd uppá kr. 73.920 pr. ár, undantikið tey, sum hava so høga arbeiðsinntøku, at tey ikki verða mett at vera pensjónistar. Tá arbeiðsinntøkan hjá teimum er yvir 316.200 kr. (í 2017) verður grundupphæddin mótroknað við 30%, og er fult mótroknað, tá arbeiðsinntøkan er komin upp á 556.400 kr. pr.ár.

Hesa mótrokning í arbeiðsinntøkuni hjá einum høgtløntum, donskum pensjónisti, nýtir landsstýrið sum grundgeving fyri eisini at fara at mótrokna í føroysku grundupphæddini, tá eginpensjónsútgjaldið fer upp um 30.000 kr. um árið ella 2,500 kr. um mánaðan. Tað er burtur úr vón og viti og lyftir ongan pensjónist úr fátækradømi, líka lítið sum tað fer at eggja nøkrum at fara til arbeiðis sær sjálvum og samfelagnum at gagni.

Verður uppskotið um mótrokning í grundupphæddini samtykt, fer tað at vera til stóran skaða fyri allar pensjónistar – og ikki minst fyri teir, sum eru ringast fyri. Eingin pensjónistur kann hava eina eginpensjón uttan at mótrokna verður í grundupphæddini, og einki verður eftir av skattafríu grundupphæddini, tá eginpensjón, arbeiðsinntøka og møguliga annað er komin upp á 202.277 kr. um árið ella 16.856 kr. um mánaðan hjá støkum pensjónisti, og upp á  162.000 kr. um árið ella 13.500 kr. um mánaðan hjá giftum pensjónisti.

Tilmæli: Landsfelag Pensjónista mótmælir ætlanini at mótrokna í grundupphæddini. Landsfelagið mælir til, at grundupphæddin  í 2018 verður hækkað  upp í uml. 4.600 kr. Tá ber ætlandi til at lyfta allar pensjónistar upp um fátækramarkið.

2B. Fólkapensjón, viðbøtur

Pensjónsviðbótin hjá støkum pensjónistum er heilar 2.780 kr. minni um mánaðan enn í Danmark ella 33.360 kr. árliga, meðan pensjónsviðbótin hjá giftum er áleið tað sama sum í Danmark

 

Pensjónsviðbót um mánaðin/árið (munur millum Føroyar og Danmark) 

Í Føroyum verður mótroknað við heili 60% av inntøkum oman fyri 61.900 kr. um árið ella 5.158 kr. um mánaðan. Í Danmark verður mótroknað við 30,9% av inntøkum oman fyri 69.800 kr. um árið. Hetta hevur við sær, at í Føroyum er pensjónsviðbótin burtur, tá inntøkan hjá støkum er vorðin 11.429 kr. um mánaðan og 10.630 kr. um mánaðan hjá giftum. Samsvarandi upphæddirnar fyri danskar pensjónistar eru 26.916 kr. hjá støkum og 15.833 kr. hjá giftum.

Ovurhonds høga mótrokningarprocentið, sum byrjar við 61.900 kr. og oljuviðbótin, sum hvørvur við einum høggi við 60.000 kr. ella við 2.000 kr. í rentuinntøku og landsskatturin, sum eisini byrjar umleið samstundis, ger, at pensjónistar kenna inntøkuna uml. 60.000 – 65.000 sum eina fellu. Teir ynskja ikki at detta í hesa fellu, tí lítil ivi er um, at teir her missa nógvan pening.

At flyta mótrokningarfría inntøkumarkið niður á 30.000 kr er óráð.

Tilmæli: Landsfelag Pensjónista mælir til, at mótrokningarfría inntøkuupphæddin verður hækkað uppí 69.800 kr. (t.v.s. verður hin sama sum mótrokningarfría inntøkuupphæddin í DK)

Somuleiðis mælir Landsfelag Pensjónista til, at mótrokningarprosentið í pensjónsviðbótini  verður ásett til 30 %  í staðin fyri 60 %, sum tað er í dag.

Í nýskipanini verður øll fólkapensjónin burtur.

Tað er at undrast á, at ríka føroyska samfelagið, sum hevur líka høgt BTÚ sum tað danska – um ikki hægri – og sum enntá á hvørjum ári tekur ímóti 220 mill kr úr Danmark til pensjónsveitingar, ikki skal hava ráð at veita sínum pensjónistum eins høga fólkapensjón sum tað danska.


Men ikki nóg mikið við tí.

Verður  nýskipanin samtykt sum ætlað, verður avleiðingin tann, at als eingin fólkapensjón verður til mong teirra, sum koma í nýggju skipanina, tvs. at hetta verður byrjanin til endan á fólkapensjónsskipanini.

Tí um inntøkan, eginpensjón, arbeiðsinntøka v.m., hjá støkum pensjónisti í nýggju skipanini kemur upp á 346.642 kr. um árið (28.803 kr. um mánaðin) verður øll fólkapensjónin mótroknað og burtur 

Hjá giftum pensjónisti verður øll fólkapensjónin fult mótroknað og burtur, tá inntøkan kemur uppá 267.300 kr. (22.275 kr. um mánaðin).

Mótrokning millum hjún

Í mong ár hevur Landsfelag Pensjónista strembað eftir, at allir pensjónistar kunnu gerast sjálvstøðugir persónar, hvat pensjónsinntøkum viðvíkur, á sama hátt, sum teir fyri skjótt mongum árum síðan gjørdust sjálvstøðugir, hvat lands- og kommunuskatti viðvíkti.

Í uppskoti til pensjónsnýskipan verða hjún ikki mótroknað við støði í samlaðu inntøkuni hjá báðum, sum gjørt verður eftir verandi fólkapensjónsskipanini. At hjún í framtíðini verða mótroknað við støði í egnari inntøku er góð og nútíðarhóskandi broyting.

Tilmæli: Hesa broyting ynskir Landsfelag Pensjónista eisini at fáa setta í gildi fyri verandi pensjónistar. Skotið verður tí upp, at broytingin fær gildi fyri allar pensjónistar frá 2018 at rokna.

Landsfelag Pensjónista er fullgreitt yvir, at nakrir pensjónistar kunnu fáa minni enn nú í pensjónsviðbót, verður henda broyting gjørd. Men uttan iva ber væl til at loysa tann trupulleikan. Ein háttur kundi verið at veitt persónliga viðbót, eins og gjørt verður, tá lønarskipanir verða broyttar. Ein annar kundi verið at loyvt pensjónistum sjálvar at velja, um teir vilja fara í broyttu skipanina ella teir vilja verða verandi í skipanini við mótrokning millum hjún.

  1. Smidligari pensjónsaldur

3A. Landsfelag Pensjónista tekur ikki undir við at hækka pensjónsaldurin.

3B. Framskundað pensjón

Sambært uppskotinum til nýggja pensjónsskipan skal tað verða møguligt at fáa framskundaða fólkapensjón trý ár undan galdandi pensjónsaldur t.v.s. frá 64 ára aldri (í 2020).

Tað er gott, at tey, sum av likamligum ella sálarligum orsøkum ikki orka at arbeiða til tey eru 67 ár, kunnu fáa framskundaða fólkapensjón. Tó eigur aldurin, ein kann fáa framskundaða fólkapensjón, at verða lækkaður niður í 55 ár - ella í minsta lagi frá 60 ára aldri.

Tilmæli: Framskundað fólkapensjón kann verða veitt frá 60 ára aldri og verður sett í gildi í 2018.

3C. Útsett pensjón

Landsfelag Pensjónista tekur undir við uppskotinum, at komandi pensjónistar kunnu søkja um útsetta pensjón í upp til 120 mánaðar og síðan fáa eitt mánaðarligt ískoyti til fólkapensjónina. Hetta er nýbrot og skilagóð áseting.

Tey, sum nú eru knapt 65 ár og 66 ár (tilsamans uml. 1.150 fólk) eiga eisini at fáa henda møguleikan. Sama er við teimum, ið longu nú fáa fólkapensjón og sum arbeiða.

Tilmæli: Landsfelag Pensjónista mælir til, at ásetingin um útsetta pensjón verður sett í gildi í 2018. Treytin eigur at vera, at umsøkjarin hevur ein lønarbrøk svarandi 1/2 tíð ella meira sambært avvarandi arbeiðssáttmála.

  1. Samhaldsfasti

At Samhaldsfasti skal hækka við 1.000 kr. eftir skatt í 2020, er sambært serfrøðingum á økinum, ikki nóg mikið til at lyfta tey, sum einans hava fólkapensjón og Samhaldsfasta at liva av, úr fátækraváða. Tí er neyðugt eisini at hækka grundupphæddina frá 2018, sum skotið er upp, og síðan at hækka Samhaldsfasta næstu tvey árini.

Landsfelag Pensjónista tekur undir við, at tey, sum í 2009 ótilætlað mistu rættin til fult útgjald úr Samhaldsfasta, fáa henda rætt aftur.

  1. Hjún eiga pensjónsuppsparing í felag

Landsfelag Pensjónista tekur undir við uppskoti landsstýrisins um at lóggeva fyri, at eisini pensjónsuppsparing skal verða felagsogn í hjúnarlagnum eins og øll onnur ogn er tað. Tað vil javnseta bæði í hjúnarlagnum og vil gera, at tann við teirri minstu pensjónsuppsparingini ikki kemur illa fyri við hjúnaskilnað.

  1. Ásetingar viðv. inngjaldi til eftirlønarskipan av veitingum

Landsfelag Pensjónista tekur undir við, at tað almenna skal gjalda eftirlønargjald av lønarlíknandi veitingum.

Landsfelag Pensjónista undrast tó stórliga á, at ætlandi skal tað almenna ikki gjalda eftirlønargjald av fyritíðarpensjón, sum er ein lønarlíknandi veiting, ið fólk fáa, ið ikki kunnu arbeiða vegna sjúku ella heilsubrek og harvið ikki forvinna vanliga lønarinntøku.

Tilmæli: Landsfelag Pensjónista tekur undir við uppskotinum og mælir til, at tað almenna eisini skal gjalda eftirlønargjald av fyritíðarpensjón.

  1. Pensjónistar á arbeiðsmarknaðinum

Hóast mangir pensjónistar arbeiða nógv, sum er, hevur samfelagið tørv á, at serstakliga tímalønt kunnu átaka sær avloysaraarbeiði o.t. men her er mangt, ið forðar, t.d. tann ovurhonds stóri marginalskatturin:

Almannamálaráðið vísir á, at marginalskatturin hjá lágløntum fólkapensjónistum er sera høgur – heili 75%

Í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið vísir Almannamálaráðið á, at marginalskatturin hjá fólkapensjónistum við lágum inntøkum er sera høgur. Almannamálaráðið sigur á s. 13 í Kapitul 1. í almennar viðmerkingar, at:

” Ein stakur pensjónistur, ið hevur árliga inntøku á t.d. 65.000 kr. umframt fólkapensjón og Samhaldsfasta, hevur ein effektivan marginalan skatt á uml. 75% t.v.s. at fyri hvørjar 100 kr. hann tjenar eyka, missir hann 60 kr. av viðbótini umframt at gjalda uml. 15 kr. í skatt. Av teimum 100 kr. hevur hann sostatt uml. 25 kr. eftir. Hetta er galdandi fyri fólkapensjónistar, sum hava inntøkur afturat fólkapensjón og Samhaldsfasta millum 61.900 kr. og uml. 140.000 kr. um árið” (neyva upphæddin er 137.153 kr fyri 2017)

Almannamálaráðið ásannar sostatt, at marginalskatturin hjá lágløntum fólkpensjónistum er sera høgur – heili 75%. Vísandi á, at eitt av aðalmálunum hjá samgonguni er, at lágløntir fólkapensjónistar skulu kunna klára seg betri fíggjarliga, eigur  mótrokningarfría inntøkuupphæddin at hækka og mótrokningarprosentið í fólkapensjónini at lækka heilt munandi.

Í Danmark verða fólkapensjónistar eggjaðir at arbeiða. Arbeiðsinntøka upp til 60.000 kr. árliga verður ikki roknað við í inntøkugrundarlagið, tá pensjónsviðbótin verður útroknað. Hetta merkir, at effektiva mótrokningarfría inntøkuupphæddin í donsku fólkapensjónini hjá pensjónistum, ið arbeiða, er 69.800 kr. + 60.000 kr. ella tilsamans 129.800 kr.

Tilmæli: At mótrokningin fyri viðbøtur verður lækkað til 30% av inntøku oman fyri 69.800 kr.

Pensjónsaldur er ikki fráfaringaraldur

Annað, ið forðar pensjónistum at arbeiða, er sonevndi fráfaringaraldurin.

Pensjónsaldurin er tann aldur, ið gevur rætt til at fáa sína fólkapensjón útgoldna. Men mangir arbeiðsgevarar hava gjørt henda aldur til ein fráfaringaraldur á arbeiðsmarknaðinum.

Í Føroyum kann arbeiðsgevari fult lógliga siga fólki úr starvi vegna aldur. Hetta meta vit sum aldursdiskriminatón, og skulu gera vart við, at tey europeisku lond, okkum dámar at samanbera okkum við, hava lógarforboð móti slíkum. Heldur ikki í Føroyum eigur aldur at vera ein lóglig grundgeving fyri uppsøgn, um vit ynskja at pensjónistar verða verandi á arbeiðsmarknaðinum.

Tilmæli: At lóggivið verður, at tað ikki er loyvt at siga fólki upp vegna aldur.

  1. Eftirlønarskattur

Sambært galdandi reglum um forskatting av pensjónum, verða inngjøld til pensjónina hjá øllum inntøkubólkum skattað við sama prosenti, ið er 40%. Felagið undir við, at pensjónsskattastigin í framtíðini verður stigvísur.

Felagið metir tó, at intervallini, ið eru nevnd í lógaruppskotinum, millum ávikavist láglønt, miðallønt og hálønt mugu broytast, tí tey eru misvísandi og svara ikki tað, sum vanliga verður skilt við ávikavist láginntøku, miðalinntøku ella háinntøku. Eisini verður mett, at skatturin av eftirlønini er ov høgur.

Mælt verður til, at intervallini fyri ávikavist lágløn, miðalløn og háløn verður broytt soleiðis:

Við hesum verður skipanin um tvungna eftirløn meira samhaldsføst og fólk við lágum og miðal inntøkum fara at fáa hægri eftirlønargjøld, tá tey koma til fólkapensjónsaldur.

Tó undrast Landsfelag Pensjónista á, at forskattingin ikki verður avtikin, tað verandi samgonguflokkar lovaðu undan valinum.

Tilmæli: Landsfelag Pensjónista tekur undir við at eftirlønarskatturin verður lækkaður munandi, men meta, at hann eigur at verða lækkaður meira enn landsstýrið hevur skotið upp.

Niðurstøða:

Við hesum seks lógaruppskotunum til pensjónsnýskipan setti landsstýrið sær fyri at náa trimum høvuðsendamálum, ið vóru:

At tryggja øllum eina góða pensjón, soleiðis at tey, ið fáa lítla ella onga inntøku afturat pensjónini, fara at fáa meira at liva av.

At eggja fólki at arbeiða meira eftir pensjónsaldur.

At styrkja búskaparliga haldføri.

Viðv. A. At geva pensjónistum 1.000 kr. afturat um mánaðin yvir trý ár tryggjar ikki, at tey, ið hava lítla og onga inntøku afturat pensjónini og Samhaldsfasta, kunnu liva eitt sømuligt lív. Henda hækking við 1000 kr. um mánaðan er alt ov lág og kann als ikki lyfta hesar pensjónistar úr fátækraváða.

Viðv. B. Ógvusliga mótrokningin í pensjónini – við lágari mótrokningarfríari inntøkuupphædd og høgum mótrokningarprosenti – signalera púra greitt, at tað loysir seg ikki peningaliga hjá fólki at arbeiða eftir pensjónsaldur. 

Viðv. C. Samanumtikið metir Landsfelag Pensjónista, at landsstýrið við hesum uppskotum til pensjónsnýskipan einans nær einum høvuðsendamáli, ið er at styrkja búskaparliga haldføri hjá landskassanum.

Væntandi var, at pensjónsnýskipanin fór at tryggja øllum eina virðiliga fólkapensjón. Men vit mugu ásanna, at fólkapensjónistar, sum einans ella nærum einans hava fólkapensjón og útgjald frá Samhaldsfasta at liva av, við hesum lógaruppskotum, framhaldandi fara at fáa fólkapensjón og útgjald frá Samhaldsfasta, ið als ikki røkkur til eitt rímuligt og sømuligt lív.


Samanfatan:

Landsfelag Pensjónista tekur ikki undir við:

at pensjónistar verða býttir í bólkar, ið verða viðfarnir ymist

at mótroknað verður í grundupphæddini

at mótrokningarfría inntøkumarkið verður lækkað til 30.000 kr árliga

at pensjónsaldurin verður hækkaður

Landsfelag Pensjónista tekur undir við:

at eitt endamál er at lyfta allar pensjónistar úr fátækraváða

at almennar pensjónir og veitingar verða prís- og lønarjavnaðar

at útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkar

at tey, sum í 2009 ótilætlað mistu rættin til fult útgjald úr Samhaldsfasta fáa henda rætt aftur.

at eftirlønarskatturin verður lækkaður munandi.


Landsfelag Pensjónista mælir til:

Fólkapensjónin

2A.  at grundupphæddin í fólkapensjónini verður hækkað til uml. 4.600  

  1. um mánaðan frá 2018 at rokna.

2B.  Viðbøtur

at mótrokningarfría upphæddin verður hækkað upp í 69.800 kr.

at mótrokningarprosentið í pensjónsviðbótini verður lækkað til

30 %.

at mótrokningin millum hjún verður strikað fyri allar pensjónistar, ið ynskja hetta, og verður galdandi frá 2018.

Smidligari pensjón

at framskundað fólkapensjón verður galdandi frá 60 ára aldri við gildi frá 2018.

at ásetingin um útsetta pensjón verður sett í gildi í 2018. Treytin eigur at vera, at umsøkjarin hevur ein lønarbrøk svarandi 1/2 tíð ella meira sambært avvarandi arbeiðssáttmála.

at útgjaldið úr Samhaldsfasta verður hækkað skjótari enn yvir 3 ár.

at hjún skulu eiga pensjónsuppsparing teirra í felag, og verður hetta    galdandi fyri allar pensjónistar frá 2018.

at fyritíðarpensjón eisini verður eftirlønargevandi.

at lóggivið verður, at tað ikki er loyvt at siga fólki upp vegna aldur.

at eftirlønarskatturin verður lækkaður meira enn landsstýrið hevur skotið   upp.


Samtykt á nevndarfundi hjá Landsfelag Pensjónista 24. nov. 2017

Arne Thorsteinsson, formaður

Meira langlesnaður