Tað jaliga 2017

Fyri ikki so nógvum árum síðani hevði Meghan Markle neyvan verið vælkomin í bretska kongshúsið. Mynd: EPA/Facundo Arrizabalaga

Tað jaliga 2017

2017-12-31 16:07 Author image
Emil Jacobsen

Amerikanski fjølmiðilin Washington Post er farin í ja-húgvuna nú upp undir ársenda og hevur víst á okkurt av tí góða, sum hendi í brátt farna ári. Vit hava pilkað 10 av teimum – í eygunum hjá Washington Post – jaligastu hendingunum í 2017 út.

1. Búskaparvøkstur merkti árið 2017. Heimsbúskapurin vaks 3 prosent, og tað er størsti vøkstur síðani 2011, sambært ST. Búskapurin tykist av álvara at hava fótað sær síðani kreppuna í 2008.

2. Islamski staturin varð niðurbardur og oyðilagdur. Hóast yvirgangurin, sum IS stendur fyri, ikki er hildin uppat, var tað ein stórur sigur, tá felagsskapurin misti sítt landaøki í Irak og Sýria, og nøkur av grovastu brotum á mannarættindi í okkara tíð hildu uppat.

3. Kvinnur, sum hava verið fyri kynsligum ágangi á sínum arbeiðsplássum, stóðu fram og søgdu, at nú var nóg mikið – og í mongum førum lurtaðu og trúðu fólk uppá tað, sum hesar kvinnurnar søgdu. Um tað fer at broyta viðurskiftini rætta vegin, er helst ov tíðliga at siga, men í øllum førum hevur tað birt til veruligt kjak um lógarbroytingar og aðrar broytingar.

4. Bretski prinsurin Harry varð trúlovaður við Meghan Markle, sum er fráskild og av blandaðum etniskum uppruna. Fyri ikki so nógvum árum síðani hevði hon ikki verðið góðkend sum limur av bretska kongshúsinum, men eisini millum tey kongaligu broytast siðir og tolsemi til tað betra.

5. Ratko Mladic – “bosniski slaktarin” – varð dømdur sekur í fólkamorðið og dømdur lívlanga fongsulsrevsing. Serbiski herleiðarin framdi síni brotsverk undir bosniska krígnum árini 1992-95, og rættarmálið móti honum í Haag byrjaði í 2012. Men dómurin vísti, at eingin sleppur undan at standa til svars fyri sínar brotsgerðir í ringasta evropeiska blóðbaðnum síðani seinna heimsbardaga.

6. Fyritøkan Mattel sendi eina Barbie-dukku við hijab á marknaðin. Dukkan varð gjørd við íblástri frá olympiska fiktaranum Ibtihaj Muhammad, sum segði, at tá hon vaks upp, var eingin Barbie-dukka, sum líktist henni.

7. Demokratiið var undir trýsti í 2017, men helt fast nógvastaðni, umframt at tað vann fram aðrastaðni. Í januar rýmdi Yahya Jammeh úr Gambia, sum hann hevði vanstýrt í 22 ár, og seinni mátti Robert Mugabe eisini lata valdið frá sær í Zambia.

8. Í juni 2017 fingu kvinnur í Saudi Arabia loyvi at koyra bil. Gaman í eitt lítið fet fyri kvinnurættindi í 21. øld, men eitt fet fram á leið hóast alt.

9. Á franska forsetavalinum í mai vann Emmanuel Macron á høgravíðgongdu Marine Le Pen. Mett verður, at um Le Pen hevði vunnið valið, hevði tað veruliga givið anti-semitiskum og fremmandahatskum rákum kring alt Evropa vind í seglini.

10. Herfyri samtykti avstralska tingið at loyva fólkum av sama kyni at giftast. Harvið bleiv Avstralia 25. landið, sum góðkennir samkynda giftu. Um sama mundið avgjørdi grundlógardómstólurin í Eysturríki, at samkynd gifta verður lóglig har frá januar 2019.

Meira langlesnaður