Supermáni skein um himmalin gjáranáttina

Mynd: epa.eu (Mynd av supermánanum, tikin við Capitol í Washington DC í USA)

Supermáni skein um himmalin gjáranáttina

2017-12-04 10:30 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Gjárkvøldið og gjáranáttina bar til at síggja náttúrufyribrigdi supermánan.

Hetta náttúrufyribrigdi ger, at mánin er størri og klárari enn vanliga. Hetta hendir tá, at tað er fullmáni, samstundis við, at jørðin og mánin eru tættari við hvørt annað enn nakað annað tíðspunkt í 2017.

Supermánin skínur umleið 25% sterkari, og tykist vera umleið 15% størri, enn tann vanligi mánin ger.

Meira langlesnaður