Varðveitir, mennir og mýkir føroyska málið

2017-03-27 11:25 Author image
Sigmund Vang

Á samkomu í Løkshøll í Runavík leygardagin fekk útvarps- og sjónvarpsmaðurin og yrkisbókahøvundurin, Suni Merkistein, Móðurmálsvirðislønina í 2017. Tað vóru Málráðið, Mentamálaráðið, Nám, Sosialurin og Móðurmálslærarafelagið, sum aftur í ár skipaðu fyri Móðurmálsdegnum. Virðislønin, sum Mentamálaráðið letur, er 25.000 kr.

Dómsnevmdin segði millum annað soleiðis í grundgevingum sínum fyri at lata Suna Merkistein Móðurmálsvirðislønina hesaferð:

"Í ein mansaldur hevur Suni Merkistein starvað við ítrótta- og mentanarøkinum í bæði útvarpi og sjónvarpi. Avrikini í útvarpssendingum, sjónvarpssendingum, frásagnum og bókum vísa, at hann á ymsu pallunum megnar frásagnarkynstrið og har er við til at varðveita, menna og mýkja føroyska málið. Hugsað verður um munnlig eins væl og skrivlig avrik hjá Suna Merkistein. Miðvíst og við nærlagni hevur hann ment og mýkt ítróttamálið í Kringvarpi Føroya, og hann hevur skrivað bøkur um ymiskar ítróttagreinar, eitt nú verkið í trimum bindum um føroysku fótbóltssøguna og stóra verkið um føroyska telving í 20. øld. Hann hevur ávirkað málið í føroyskum ítrótti og slóðað fyri hjá teimum yngru, so at vit í dag hava eitt ítróttamál, sum er væl ment og kennist heimligt.

Í ítróttafrásagnum sínum hevur Suni Merkistein mangan bæði víst og lýst, hvussu livandi og lætt føroyska málið kann vera.

Fyri hansara framúr frásagnarstíl á góðum og viðkomandi máli heiðra vit tí Suna Merkistein við Móðurmálsvirðislønini 2017."

  

  

  

  

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður