Suðurkorea venur rakettálop á Norðurkorea

Savnsmynd

Suðurkorea venur rakettálop á Norðurkorea

2017-09-04 09:33 Author image
Turið Nolsøe

 

Suðurkoreanski herurin boðar frá hernaðarvenjing, har álop á norðurkoreansk kjarnorkuverk vórðu vand. Hernaðarvenjingin fór fram á einum loyniligum stað mánadag lokala tíð, undir eitt samdøgur eftir seinastu kjarnorkuroyndina hjá Norðurkorea, boðar The Guardian frá. Suðurkoreanska verjumálaráðið væntar fleiri hernaðartiltøk úr grannalandinum.

Venjingin hevði Punggye-ri kjarnorkuroyndarstøðina í Norðurkorea sum mið, har ein brintbumba var royndarsprongd sunnudagin. Venjingin, ið brúkti F-15 flogfør og eina ballistiska rakket, skal skiljast sum ein herd ávaring til Norðurkorea, sambært suðurkoreanskum myndugleikum. Amerikanski verjuráðharrin, James Mattis, hótti stutt undan venjingini við styrktum hernaðartiltøkum, um Norðurkorea hótti USA ella teirra sameindu. Suðurkoreanski herurin framdi venjingarnar, men samstarv er ætlað við USA, í eini roynd at minna Norðurkorea á hernaðarstyrkina, ið landið hevur í móti sær.

Suðurkoreanski forsetin, Moon Jae-in, og japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe, fara at krevja fleiri revsitiltøk í móti Norðurkorea á fundi við trygdarráðnum í ST mánadag.

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður