Stýrið í Kringvarpinum kært til Mentamálaráðið

Mynd: Jens Kr. Vang

Stýrið í Kringvarpinum kært til Mentamálaráðið

2018-01-13 13:33 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Mentamálaráðið hevur nú ikki bara eina kæru at viðgerða, ið hevur við Kringvarpið at gera, men tvær. Liljan Weihe, fyrrverandi tíðindaleiðari á Kringvarpinum, kærdi sína uppsøgn, ið hendi stutt fyri jól.

Uppsøgnin av Liljuni Weihe hendi í kjalarvørrinum av einum innanhýsis stríði millum stjóran og tíðindadeildina, har stjórin, sambært journalistunum, legði seg ov nógv uppí tíðindaflutningin um Skattamálið. Síðan ákærdi stjórin Liljuna Weihe fyri illoyalan atburð og sendi henni ætlanarskriv um uppsøgn.

Sambært in.fo hevur Mentamálaráðið nú fingið eina kæru afturat at viðgerða. Tað eru teir tríggir journalistarnir, Jan Lamhauge, Rólant Waag Dam og Rógvi Ólavson, ið hava sent kæruna. 

Tað er ikki heilt greitt hvat stendur í kæruni, men tað er eftir øllum at døma Stýrið ið verður kært til Mentamálaráðið, og handfaringin hjá Stýrinum av orrustuni, ið fór fram í Kringvarpinum fyri jól, sum elvdi til uppsøgnina av Liljuni Weihe. 

Meira langlesnaður