Stovnandi aðalfundur hjá SU Suður

Stovnandi aðalfundur hjá SU Suður

2018-01-13 12:15 Author image
Innsent

Leygardagin 20. januar verður stovnandi aðalfundur hjá SU Suður. Fundurin verður í Fylking á Tvøroyri, og byrjar klokkan 16. Fundurin byrjar við at Helgi Eidesgaard, søgufrøðingur og rithøvundur, kemur at greiða frá um arbeiðararørsluna í Suðuroynni, og um upprunan hjá Javnaðarflokkinum.
Eftir aðalfundin verður veitsla.

SU Suður verður nýggja økisfelagið hjá Sosialistiskum Ungum. Økisfelagið fevnir um Sandoynna, Lítla Dímun, Stóra Dímun og Suðuroynna.
SU Suður verður triðja økisfelagið hjá SU í landinum.
Øll, ið eru áhugað, eru vælkomin til fundin.

Við javnaðarkvøðu
Sosialistik Ung

 

Meira langlesnaður