Størsta levering av føroyskum el-talvum nakrantíð

Mynd: eysturkommuna.fo

Størsta levering av føroyskum el-talvum nakrantíð

2018-01-06 14:00 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

El-talvuvirki í Norðragøtu byrjaði sítt virksemi í 1982. Í farnu viku leveraði fyritøkan sína størstu bílegging nakrantíð. Talan er um sjey 26 metrar langar el-talvur, ið vóru bílagdar til nýggju smoltstøðina hjá Bakkafrost á Strond í Klaksvík. 

Talvurnar innihalda umleið 5 tons av kopari og tær skulu stýra øllum streyminum og neyðstreyminum nýggju smoltstøðina, ið er størsta smoltstøð í heiminum, ið fer at máta 20.000 fermetrar. Allar el-talvurnar eru framleiddar í verkstaðnum í Norðragøtu.

Arbeiðið uppá el-talvurnar byrjaði í oktober 2017. Tað var gjørt í samstarvi við fyritøkuna RV Tøkni í Klaksvík. Fyrstu tvær el-talvurnar vóru leveraðar í vikuni og roknað verður við, at allar talvurnar vera klárar at levera í mánaðinum.


Meira langlesnaður