Stórir partar av suður Noregi yvirfloymdir

Mynd: nrk.no

Stórir partar av suður Noregi yvirfloymdir

2017-10-02 14:32 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Fólk eru farin frá húsi og heimi, orsakað ógvusligum regni og yvirflóð í suðurpartinum av Noregi. Tað skrivar NRK.

Løgreglan hevur mist talið av hvussu nógvir vegir eru stongdir, sátur av hoyggi flóta frítt og bóndir hava úr at gera við at bjarga druknandi seyði. Økið, ið er ringast fyri at stóru vatnmongdunum er landsluturin, Agder.

Løgreglan hevur burturflutt hundraðvís av fólki, og fleiri fólk og øki eru púra avbyrgd vegna stóru vatnmongdirnar.

Løgreglan ávarar eisini móti sterkum vindi, og heitir á fólk, at binda leysar lutir væl niður, ella at taka teir inn. 

Hóast nógv rok, ljóðar ikki til at nakar stórvegis persónsskaði er hendur.

Meira langlesnaður