Stjórin á Visit Tórshavn í farloyvi

Theresa Turiðardóttir Kreutzmann. Mynd: Visit Tórshavn

Stjórin á Visit Tórshavn í farloyvi

2017-09-04 09:53 Author image
Innsent

Fríggjadagin 1. september 2017 fór Theresa Turiðardóttir Kreutzmann, stjóri á Visit Tórshavn, í farloyvi fram til 1. februar 2018. Hetta tíðarskeiðið verður Súsanna Sondum virkandi stjóri á Visit Tórshavn.

Theresa Turiðardóttir Kreutzmann tók við stjórastarvinum á Visit Tórshavn 1. oktober 2011 og hevur sostatt røkt starvið í nærum seks ár.

Súsanna Sondum hevur starvast á Visit Tórshavn síðani 2003.

Arbeiðsuppgávurnar hjá Visit Tórshavn eru m.a. at kunna um Tórshavn bæði innan- og uttanlands, veita upplýsingar og ráð til borgarar og ferðafólk, menna ferðavinnu, hava uppsýn við kampingplássinum í kommununi og at samskipa mentanar- og vinnutiltøk í Tórshavnar kommunu.

Í juli 2016 flutti Visit Tórshavn úr H. N. Jacobsens bókhandli niðan í gamla bankabygningin í Steinatúni.

Á Visit Tórshavn eru fimm fólk í fulltíðarstarvi

Súsanna Sondum. Mynd: Visit Tórshavn

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður