SSL: Fleiri skip mugu endurnýggjast

Mynd: Fólk á Ferð/SSL

SSL: Fleiri skip mugu endurnýggjast

2017-11-02 09:51 Author image
Leif Láadal

Strandfaraskip Landsins hava í støðulýsing hjá Knud E. Hansen, ráðgevingarfyritøku, fingið váttað tað, sum varhugin var av frammanundan. Fleiri skip hava tørv á at verða endurnýggjað, so tey kunnu nøkta ferðafólka­ og farmaflutningin, sum stovnurin sambært lóg hevur skyldu til at røkja.

Tað siga Strandfaraskip Landsins í nýggjastu útgávuni av blaðnum "Fólk á Ferð".

- Summi skip eru so gomul, at ábøtur eru neyðugar longu nú. Ein onnur avbjóðing er, at í háarstíð er kapasiteturin ov lítil. Um veturin eru ongir trupulleikar tí viðvíkjandi. Skal tørvurin verða nøktaður um summarið, krevjast eitt ella fleiri skip aftrat teimum, sum longu eru í flotanum. Skipini, sum verða umrødd í støðulýsingini hjá Knud. E. Hansen eru Smyril, Teistin, Ternan, Sam, Ritan og Sildberin, verður sagt.

Nýggjasta "Fólk á Ferð" kann lesast HER

 

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður