Spreinging við eina undirgrundarbreyt í Stokkhólmi

Spreinging við eina undirgrundarbreyt í Stokkhólmi

2018-01-07 13:03 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Í minsta lagi tvey fólk eru særd og løgreglan hevur avbyrgt økið kring tokstøðina Vårby Gård í Stokkhólmi, eftir at ein spreinging hendi fyrr í dag. Tað upplýsir DR.

Tað er ein 60 ára gamal maður og 45 ára gomul kona, ið blivu særd í spreingingini. Tey eru nú bæði flutt á sjúkrahús, og maðurin tykist vera álvarsliga særdur.

Sambært DR eru bumbuteknikarar á veg til økið, at kanna hvussu spreingingin fór fram. Allerhelst er spreingingin ein avleiðing av onkrum slagi av spreingievni. Ikki ber til at siga enn, hvat slag av spreingievni talan er um. 




Meira langlesnaður