Spanska løgreglan roynir at forða fólkaatkvøðu í Katalonia

Mynd: epa.eu

Spanska løgreglan roynir at forða fólkaatkvøðu í Katalonia

2017-10-01 09:23 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Tey ymsu valstøðini í Katalonia opnaðu klokkan 9 í morgun. Fyriskipararnir av fólkaatkvøðuni væntaðu at nógv fólk fóru at møta upp, at greiða atkvøðu. 
Men valstøðini vóru ikki meira enn opnaði, áðrenn spanska løgreglan møtti upp og byrjaði at lata valstøðini aftur og leggja hald á atkvøðuseðlarnar hjá fólki. Tað skriva fleiri útlenskir miðlar.

Síðan katalanar avgjørdu at teir vildu halda fólkaatkvøðu um loysing frá Spania, hava spanskir myndugleikar lova, at teir vilja gera alt fyri at forða fólkaatkvøðuni, ið tey siga er ólóglig.

Løgreglan ið er send út, er ílatin til bardaga og vápnaði við stavum og skjøldrum. Nógvir katalanar royna at forða løgregluni at koma at valstøðunum, men hesi vera flutt burtur við makt.

Fyriskiparar av katalansku fólkaatkvøðuni vistu, at løgreglan fór at royna at forða fyri fólkaatkvøðuni. Í gjárkvøldi høvdu tey eggjað fólki til friðaligari mótstøðu móti løgregluni. Nógv fólk vóru byrjaði longu í gjárkvøldið at stilla seg í røð til valstøðini. Nógva staðni høvdu tey eisini sett traktorar og ketur og mangt annað, fyri at forða fyri, at løgreglan fekk atgongd til valstøð.

Á tí valstaðnum, ið katalanski leiðarin, Carles Puidgemont, væntast at skula greiða atkvøðu hevur løgreglan brotið rútar við øksum. 

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður