dimma.fo logo

SØGA OG GRUNDSTØÐI

Redaktionelt grundstøði

Fyri at tryggja ein óheftan og álítandi tíðindaflutning hevur Dimmalætting eitt redaktionelt grundstøði fyri blaðið. Redaktionella grundstøðið varð almannakunngjørt við ártúsundskiftið.

Støðan hjá fjølmiðlunum í samfelagnum

  • Talu- og skrivifrælsið eru grundarsteinar í einum fólkaræði, og óheftir fjølmiðlar eiga ein týdningarmiklan leiklut í hesum.
  • Sum týdningarmikil partur í samfelagnum eiga fjølmiðlarnir leiklutin sum amboðið, ið kunnar, fremur kjak og viðger samfelagið við kritiskum eygum. Fjølmiðlarnir hava tí eina serliga ábyrgd fyri, at øll viðkomandi sjónarmið sleppa framat.
  • Fjølmiðlarnir hava til uppgávu at verja um talu- og skrivifrælsið. Fjølmiðlar mugu ikki geva eftir fyri nøkrum, sum vil steðga tí fríu kunningini, fríu atgongdini til kelduna og kjak um allar spurningar av samfelagsligum týdningi.
  • Fjølmiðlarnir hava rætt og skyldu at skriva um tað, sum hendir í samfelagnum og avdúka mál, ið spurnartekn kann setast við.
  • Tað er uppgávan hjá fjølmiðlunum at verja einstaklingin móti ágangi og óhepnum mannagongdum frá almennum myndugleikum og stovnum, privatum áhugamálum ella øðrum.

Grundsjónarmið hjá blaðnum Dimmalætting

  • Dimmalætting er journalistiskt óheft av politiskum, átrúnaðarligum, vinnuligum og fíggjarligum áhugamálum.
  • Í skriving síni er endamálið, við sakligari og breiðari kunning, at Dimmalætting verður eitt amboð hjá fólkinum at menna fólkaræðið.
  • Dimmalætting verður redigerað og skrivað út frá journalistiskum - og ikki hugsjónarligum - grundsjónarmiðum.

Dimmalætting strembar eftir objektivum tíðindaflutningi

  • Dimmalætting skal lata almenninginum/lesaranum ta best gjørligu og røttu uppfatanina av sannleikanum.
  • Journalistikkur setur krøv til blaðið um at leita eftir øllum neyðugum upplýsingum og at hava eina kritiska og sakliga linju mótvegis øllum - høgum sum lágum.
  • Ábyrgdarblaðstjórin hevur persónliga og fulla ábyrgd av innihaldinum í Dimmalætting og tess journalistisku eykabløðum og skal syrgja fyri, at omanfyri nevndu grundsjónarmið verða rokkin.
  • Hvør einstakur journalistur á Dimmalætting skal syrgja fyri at vera óheftur av persónum og bólkum hann skrivar um, so tað ikki ávirkar skriving hansara.
  • Journalistar á Dimmalætting mugu ikki misbrúka sína støðu á blaðnum at fáa sær privatar fyrimunir.
  • Ein journalistur kann siga nei at fáa álagdar uppgávur, sum stríða móti hansara samvitsku ella sannføring.

Soleiðis tryggjar Dimmalætting trúvirðið

  • Dimmalætting skal altíð gera eina roynd at fáa allar partar til orðanna í eini grein. Eftirfylgjandi viðmerkingar frá pørtunum í eini grein skulu koma í blaðið so óredigeraðar sum gjørligt, men skulu tó vera stuttar, halda seg til málið og hava eitt virðiligt innihald.
  • Um ósannindi verða skrivað í Dimmalætting, skulu tey rættast við eini umbering skjótast til ber á sjónligum stað.
  • Dimmalætting vísir virðing fyri øllum fólkum uttan mun til uppruna, privatlív og lívsáskoðan. Vit taka ikki persónlig sereyðkenni fram, um tað einki hevur við greinina at gera.

Søga blaðsins

30-31. juli 1877 varð A/S Færø Amtstidendes Bogtrykkeri sett á stovn við tí endamáli at útgeva blaðið, sum hevi tvey nøvn, tað danska Amtstidene for Færøerne og Dimmalætting. Tað var V.U. Hammershaimb, próstur á Nesi, ið gav blaðnum hetta føroyska navnið, sum eftir 100 ára dagin stóð einsamalt sum heiti á hesum elsta miðli í landinum.

Farið varð undir at tekna partabrøv, ið hvørt ljóðaði upp á 50 krónur. 1. oktober var tekningin liðug og tá vóru teknað 111 partabrøv. Eitt royndarnummar kom út longu í desember 1877, har m.a. nøvnini á øllum partaeigarunum vórðu kunngjørd. Skarin var breiður, keypmenn, bøndur, óðalsmenn, embætismenn, lærarar skiparar og aðrir. Teir flestu áttu eitt partabræv, men ein átti 5, tveir 4 og tríggir 2 partabrøv, millum hesar prósturin á Nesi, sum gav blaðnum navn.

Royndin við fyrstu útgávuni eydnaðist so mikið væl, at farið var undir regluliga útgávu av blaðnum í 1878, og nr. 1, 1. árgangur kom út 5. januar 1878, og síðan er blaðið komið út regluliga.

5.550 krónur í partapeningi tá á døgum var ikki einki, men tað var ikki nógv, tá nýggja partafelagslóg kom í gildi í 1994, og kravdi hægri partapening. Tá varð partapeningurin hækkaður við 500.000 krónur, og samstundis broytti A/S Færø Amtstidendes Bogtrykkeri navn til tað meira nutíðarhóskandi P/F Dimmalætting.

Byrjaðu við 4 síðum

Í longu søgu blaðsins hava nógvar broytingar sæð dagsins ljós. Fyrsta blaðið hevði bert 4 síður í tabloid-stødd (tann sama støddin sum vit kenna í dag), og blaðið kom bert einaferð um vikuna. Blaðið kom út hvønn leygardag fram til 1911, tá blaðið eisini kom mikudag. Í 1921 skifti blaðið til "broad-sheet stødd", men kom tó bert í 4 síðum. Í fimmtiárunum vaks síðutalið til seks síður, og ikki fyrr enn í 1970, tá ein kollveting hendi innan prenttøknina, fór blaðið upp á 8 síður og meira. Í 70-unum øktust útgávudagarnir upp í tríggjar ferðir um vikuna, og í 90-unum upp í fimm ferðir. Møguleikarnir fyri litprenti vóru sera avmarkaðir, og Dimmalætting fór ikki undir regluligt litprent fyrr enn í 90-unum, tá útbyggingar á prentsmiðjuni vórðu framdar við júst sama endamáli. Í apríl 2005 skifti blaðið aftur stødd niður í tabloid-stødd.

Í 1985 flutti Dimmalætting í nýggjan bygning á handils- og ídnaðarøkinum á Hálsi. Tá hevði blaðið húsast í Erlings Jalsgøtu síðan 1889, tá flutt var úr Nólsoyarstovu í gomlu sorinskrivarahúsini. Hesi hús vóru við tíðini umbygd og hýstu prentsmiðju og redaktión til 1944, tá tey brendu í grund. Prentmaskinurnar sluppu kortini so frægt frá eldsbrunanum, at tær kundu umvælast, og so mikið av blýskrift varð bjargað, at blaðið kundi prentast í leigaðum hermannabarakkum uppi við Dungagøtu til á vári 1946, tá flutt varð inn í nýggj hús, reist á somu grund.

Einsamallur á redaktiónini

Lytje LützenFyrsti blaðstjórin á Dimmalætting var Lytje Lützen, exam. jur., og hann hevði eins og teir tíggju eftirfylgjandi annað starv umframt blaðstjóra starvið. Tann fyrsti, sum kom í fulltíðarstarv, var Poul Niclasen, sum burturav var blaðstjóri frá 1918 til 1936. Tá tók Georg L. Samuelsen við starvinum, og hann sat sum blaðstjóri í samfull 45 ár, inntil hann legði frá sær í 1981. Hann upplivdi eisini og setti í verk størstu broytingarnar sum hendar eru, bæði á redaktionella økinum og tí tekniska. Tá hann tók við sum blaðstjóri, var hann einsamallur maður at skriva blaðið, tí orka var ikki at seta tíðindafólk í starv. Nógv ár gingu, áðrenn hann fekk fast fólk afturat sær, men í 70-unum fór blaðið miðvíst undir at seta fleiri tíðindafólk í starv, og blaðið broyttist eisini innihaldsliga av hesum sama. Um aldarskiftið vóru 11 fólk fast knýtt at redaktiónini og fleiri vóru leyst knýtt at blaðnum. Broytingin var eisini stór frá at prenta blaðið við maskinum, sum ætlaðar vóru at reka við handamegi, og til nútímans off-sett tøknina, sum í 1970 eisini skifti blýggið út við teldur, kilobyte og Ram.

Slepti partapolitikkinum

Sum øll onnur bløð í heiminum, sum sóu dagsins ljós í 19. øld, so hevði Dimmalætting eitt politiskt endamál at røkja, og hetta merkti blaðið til seinast í 20. øld. Tá floksbýti var veruleiki í 1906, vísti Dimmalætting Sambandsflokkinum sín stuðul. Hetta merkti allan tann føroyska blaðheimin heilt inn í 1990-ini, tá nakrar journalistiskar rembingar fóru fram í Føroyum. Tað hevði síðani fyrst í 90-unum gingið tann vegin, at blaðið meira og meira fór frá at vera eitt politiskt blað til at vera eitt óheft blað, og í sambandi við blaðstjóraskiftið í 1995, varð støðan og málsetningurin gjørdur greiður – á Dimmalætting var tað journalistikkurin og ikki politikkurin, sum setti dagsskránna. Um aldarskiftið lýsti Dimmalætting sítt redaktionella grundstøði, Dimmalennium, sum endaliga staðfesti blaðið sum óheft tíðindablað.

Kappingin á marknaðinum harðnaði alsamt, og eftir aldarskiftið komu fleiri bløð á marknaðin, millum annað ókeypis lýsingabløð, men eisini internetið gjørdi seg veruliga galdandi. Dimmalætting gjørdi seg út á internetinum, men keypti eisini bløðini Vinnuvitan og Vikublaðið. Hetta keypið vísti seg at gerast ein sannur kleppur um beinið á Dimmalætting. Vinnuvitan og Vikublaðið fóru bæði á húsagang og á vetri í 2013 var gamla Dimmalæting eisini lýst á húsagang.

Tað gekk eitt heilt ár uttan Dimmalætting, men í august mánaði 2014 gjørdist greitt, at enn ein roynd skuldi gerast at fáa blaðið út aftur, nú sum vikuskiftisblað. Grundstøðið er tað sama, og dentur verður lagdur á at seta tann kritiska journalistikkin aftur í hásæti.