Skottilburðurin á Argjum verður kannaður nærri

Mynd: Savnsmynd

Skottilburðurin á Argjum verður kannaður nærri

2018-01-04 15:17 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Ein drongur, yngri enn 18 ár, er skuldsettur fyri at hava skotið ígjøgnum takið á einum sethúsum og inn í húsini. Talan var um eitt skot, og tilburðurin hendi tann 20. desember í 2017. 

Drongurin hevur noktað seg sekan í skuldsetingini.

Tá drongurin kom undir illgruna rannsakaði løgreglan húsið, og kom fram á fleiri skotvápn. Løgreglan legði hald á vápnini og nú verður kannað hvør eigur tey og um viðkomandi hevur vápnaloyvi.

Tað er kriminalpolitiið ið kannar málið, og í samband við kanningarnar er ein teknikari frá løgregluni í Danmark í dag komin, at taka lut í kanningini.


Meira langlesnaður