SKAM maraton

SKAM maraton

2017-09-07 12:00 Author image
Innsent

Leingist tú eisini eftir Noora, Vilde, Eva, Sana og Chris? Vikuskiftið 8.-10. september hevur tú møguleika fyri at endursíggja alt SKAM frá byrjan til enda. 

Norrøna Ungmannafelag Føroyar, Kringvarp Føroya og Norðurlandahúsið hava nevnliga sligið seg saman um sýna allar fýra sesongirnar av SKAM sum maraton. 

Vikuskiftið endar við eini SKAM quiz, har vit kjósa Føroya størsta SKAM-nørd. Vinnarin fær tvær flogferðir til Noregs.

Fríggjadagin 8. september 
kl. 17.00-17.15Johnny í Grótinum, Kringvarpsstjóri, bjóðar vælkomin og hugleiðir um SKAM og ungdómstilfar í miðlunum
kl. 17.15-17.35 Eyðbjørt Skylv Midjord, miðlafrøðingur, fortelur, í hvussu stóran mun føroyskur ungdómur fylgir við í føroysku miðlunum 
kl. 17.40-18.00Sara Mering, redaktør á SEIN magazin (DK), tosar um vantandi tilfar til ung í donsku miðlunum
kl. 18.00-18.20Steðgur 
kl. 18.20-22.00SKAM: Sesong 1 
  
Leygardagin 9. september 
kl. 10.00-13.00SKAM: Sesong 2
kl. 13.00-13.30 Steðgur
kl. 13.30-16.45 SKAM: Sesong 2
kl. 16.45-17.15Steðgur
kl. 17.15-17.45Kjak: Ungir føroyingar úr Klaksvík, Havn og Suðuroy fortelja, hví SKAM rakti beint í hjartað á teimum og tosa um, hvat føroyskir miðlar kunnu gera betri, tá tað kemur til ungdómstilfar
kl. 17.45-21.45SKAM: Sesong 3
  
Sunnudagin 10. september 
kl. 10.00-13.00SKAM: sesong 4
kl.13.00-13.30Steðgur
kl.13.30-16.00SKAM: sesong 4
kl. 16.00-17.00Spurnarkapping um SKAM

 

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður