Sjálvstýri sum jarnbrot

Sjálvstýri sum jarnbrot

2017-11-10 12:27 Author image
Georg L. Petersen

Vit skulu á hesum stað ikki gera okkara sum fortalarar fyri nakrari nýskipan, sum samgongan ætlar at seta í verk, men heldur hyggja eftir tí politiska spælinum í sambandi við fleiri stórmál, sum standa fyri framman – tað eru tey stóru málini um fiskivinnunýskipan, pensjónsnýskipan og nýggja stjórnarskipan.

Hesi trý stórmálini nýtast ikki vera samgongumál burturav, men tað gerast tey lættliga, um vit halda okkum til vanliga leistin í Løgtinginum, har samgongan heldur fast um sítt, meðan andstøðan bara er ímóti fyri at vera ímóti. So verða argumentini funnin fram og kastað aftur og fram, uttan at hava nakra ávirkan yvirhøvur uttan útspilling og niðurgering.

Tílíkt politiskt handalag má vera møðsamt og niðurslítandi hjá bæði andstøðu og samgongu, tí partarnir kundu tað sama sitið tvey ymisk støð og arbeitt, tí kjakini føra ongan veg.

Vit hava áður nevnt nýbrotið í politikki, tá makrelsamgongan á sinni varð skipað tvørtur um andstøðu og samgongu. Vit skulu ikki meta um úrslitið, men tað vísti, at tað bar til at arbeiða tvørtur um mørk í stórmálum.

Síðan seinasta val hava útlitini fyri breiðum politiskum semjum ikki verið góð. Samgongan hevur staðið veik, og tí hevur verið lagamanni at trýst, so einki kom ígjøgnum. Men nú bragdaði loksins, tá Sjálvstýri kom inn í myndina og líkasum gav politisku skipanini frið at virka. Heldur enn bara at sita uttanfyri uttan ávirkan og brúka seg ókonstruktivt, hevur Sjálvstýri meldað seg inn í eitt breitt samstarv við bæði fíggjarlóg og pensjónsnýskipan. Tað er at vísa ábyrgd. Hann kann tann vegin fáa ávísa ávirkan í málum, hann kann samstarva um, men hann heldur seg framvegis uttanfyri, tá tað kemur til fiskivinnunýskipanina. Flokkurin hevur virkað sum eitt slag av jarnbroti, og tað kundi eggjað Sambandsflokkinum aftur at farið inn í arbeiðið við fiskivinnunýskipanini, og gjørt sína ávirkan galdandi, so hon, tá avtornar, liggur so nær ætlanini hjá Sambandsflokkinum sum gjørligt – heldur enn at liggja alinlangt frá. Og hvør veit, um ikki Fólkaflokkurin kundi komið inn í arbeiðið við stjórnarskipanini, heldur enn bara at spæla við populistiskum argumentum, sum tá avtornar ongan týdning fáa uttan følnaði orð.

Tað kann ongantíð vera meiningin bara at fella samgongur fyri at fella tær – tá má okkurt meira til.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður