Sissal og Simmi fingu virðislønir M.A Jacobsens

Myndir: Torshavn.fo

Sissal og Simmi fingu virðislønir M.A Jacobsens

2017-10-06 08:33 Author image
Leif Láadal

Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2017 vórðu latnar hóskvøldið á almennari samkomu í Müllers pakkhúsi. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fekk Sissal Kampmann. Simme Jacobsen varð heiðraður fyri mentanaravrik. Tvær barnamentanarheiðurslønir vórðu latnar, onnur til Havnar Sjónleikarfelag og hin til Hjálmar Dam og Honnu Flóvinsdóttir.
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2017 varð latin Sissal Kampmann fyri yrkingasavnið Sunnudagsland frá 2016. Virðislønin fyri fagrar bókmentir er 35.000 krónur. 
Onnur barnamentanarheiðurslønin varð latin Hjálmari Dam og Honnu Flóvinsdóttir, sjónleikarum, meðan hin varð latin Havnar Sjónleikarfelag.
Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs eru 35.000 krónur hvør. 
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik varð í ár latin Simma Arge Jacobsen.
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik er 35.000 krónur.

Kelda og lesið meira HER (Millum annað nakrar av grundgevingunum fyri lætnu virðislønirnar)

 

Meira langlesnaður