Serstakur leikur: Vísdómur frá okkara felags samleika

Stillmynd frá stuttum filmi, sum sæst á YouTube. Leinki til filmin niðast í greinini

Serstakur leikur: Vísdómur frá okkara felags samleika

2017-11-05 15:07 Author image
Leif Láadal

Komandi hóskvøld, tann 9. november, verður leikurin Wisdom from the roots frumsýndur í SALT í Suðuroy (skúlasýning). Týsdagin 14. november verður hann framførdur í Norðurlandahúsinum, áðrenn farið verður til Danmarkar og Grønlands við leikinum.

Wisdom from the roots er eitt norðurlendsk samstarv við norðurlendskum listarfólkum og fimm ymiskum skúlum úr Føroyum, Grønlandi og Danmark.

- Vit í Norðurlondum hava á mangan hátt ein felags samleika. Okkara mentan, politikkur, søga og hugalag líkjast á nógvum hættum. Somuleiðis liggur norðurlendska mytologiin til grundar fyri einum felags samleika landanna millum, siga fyriskipararnir sum vísa á, at hesar felags røtur síggjast aftur í gerandisdegnum í øllum Norðurlondum:

- Íbúgvar og tónleikabólkar bera mytologisk nøvn, og fyritøkur hava mytologiskar ímyndir á teirra búmerkjum. Alt hetta boðar frá einum felags samleika.


Leikurin

Í leikinum fylgja vit tí unga menniskjanum í leitanini eftir dreyminum og samleikanum í skiftinum frá barn til ungdóm. Á leiðini hitta vit nornuna Urd, sum stendur klár við dreyminum og somuleiðis avbjóðingini. Hvussu kemur tann ungi úr barnaskónum og í sínar egnu ungdómsskógvar? Hvat skal til fyri at røkka dreyminum, ið kann tykjast fjarður?

Vit ferðast gjøgnum norðurlensku mytologiina, har vísdómurin er umsettur til dagsins samfelag og avbjóðingar.

Ígjøgnum dans, sjónleik og tónleik fáa vit mytologisku søguna um lívstræið Yggdrasil, sum verður søgd og tulkað í nútíðar ham


Handan framførsluna:

Listafólkini sum eru við:

Búi Rouch – Modernaður dansur og leikari (FO)

Jenny Scinkler – Modernaður dansari og leikari (SV)

Mike Thomsen – Sjónleikari og tónleikari (GR)

Eliana Svøðstein – Sniðgevi og leikari (FO)

Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð – Tónasmiðjur og tónleikari (FO)

Sebastian Edin – Tónasmiðjur og tónleikari (SV)

Søren Sol – Tónasmiðjur til filmin (DK)

Nikolej Falck – Pallsmiðjur (FO)

Sámal Jákup Jakobsen – Ljós og ljóð tøkningur (FO)

Vivian Sjóðklett, verkætlanarleiðari (FO)


Meira um leikin kann lesast HER


Stuttur filmur um leikin á YouTube sæst HER

 

 

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður