Sanna Andrassardóttir Dahl týtt yrkingasavn úr íslenskum

Mynd: andrisnaer.is

Sanna Andrassardóttir Dahl týtt yrkingasavn úr íslenskum

2017-08-29 14:30 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Yrkingasavnið Bónusljóð, eftir íslenska rithøvundin og umhvørvistin, Andra Snær Magnason, er nú blivið týtt til føroyskt. Yrkingasavnið bleiv fyrst skrivað í 1996 og er í dag til sølu bókahandlum í føroyskari týðing. Týtt eftir Sannu Andrassardóttir Dahl.

Yrkingasavnið er ein kritikkur og ein manifestering av forbrúkarasamfelagnum, vørusamfelagnum og sølulýsingasamfelagnum. Tað greiðir Sanna frá í samrøðu við Kringvarpið í morgun.

Sanna er sjálv áhugað í umhvørvismálum og er limur í Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag. Umframt tað er hevur hon altíð verið hugtikin av ritlistini hjá Andra Snæ Magnasyni. Yrkingasavnið verður útgivið av forlagnum Ungu Føroyar, sum Turið Sigurðardóttir eigur og rekur. Forlagið hevur givið út nógv íslenskt tilfar og tískil passaði hetta væl til profilin hjá forlagnum. 

Yrkingasavnið er serliga aktuelt í Føroyum tí vit kenna eisini tann ljósareyða grísin á teimum gulu skeltunum, sum handil herheima. Nógv fólk hava sína dagligu gongd í Bónus-handlunum, og tað er her vit avgerða hvat vit eta og drekka.

Yrkingarnar bera m.a. heitið: "Tú ert tað sum tú etur", og "Borðbøn".

 

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður