”Samrøður um film”

”Samrøður um film”

2018-01-10 10:33 Author image
Innsent

Hóskvøldið  11. januar kl. 20.00 verður fyrsta ”Samrøður um film” tiltakið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Samrøður um… er eitt tiltak / skeið, sum Kvøldskúlin í Fuglafirði ígjøgnum fleiri ár hevur skipað fyri, partvíst í samstarvi við Mentanarhúsið. 

Seinastu árini hava sostatt verið skeið, skipaði sum samrøður, har fokus hevur verið á ávikavist list, mat, tónleik og nú film. Skeiðini hava verið skipað soleiðis, at ein serfrøðingur / eldsál á økinum leggur samrøðurnar til rættis og hevur samrøður við týdningarmiklar aktørar á økinum um eitt ávíst evni.

Serfrøðingarnir hava verið Nils Ohrt, Mortan í Hamrabyrgi, Knút Háberg Eysturstein og nú Torfinnur Jákupsson. Gestirnir hava spent víða, m.a. hava Edward Fuglø, Bárður Jákupsson, Snorri Patursson, Leif Sørensen, Sunleif Rasmussen og Eivør Pálsdóttir verið gestir, umframt mong onnur, sum vóru líka spennandi og áhugaverd, og evnini hava verið líka ymisk, t.d. Ruth Smith, Janus Kamban, føroysk matmentan, nýggja matmanifesti hjá FK, Bob Dylan, málmtónleikur & -mentan, Teitur og Greta Svabo Bech.

Nú verður so farið undir eitt nýtt vetrarskeið, sum hevur fingið heitið Samrøður um film. Tað er Torfinnur Jákupsson, sum m.a. hevur skrivað og framleitt ymiskt tilfar um film www.jakupsson.com  Fyrsta samrøðan verður, sum sagt, hóskvøldið 11. januar kl. 20.00. Gesturin verður Sakaris Stórá og evni verður ’Dreymar við havið’. Hetta verður ein sokallað Director’s Cut Live sýning, har filmurin verður steðgaður í støðum so Sakaris fær høvi at gera viðmerkingar til hann.

Tiltakið er hvønn mánað fram til og við mei. Eftir ætlan hesi hóskvøld: 1. feb., 1. mars, 5. apríl og 3. mai.

Meira langlesnaður