Royktu hassj í bili

Royktu hassj í bili

2017-12-02 09:53 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Løgreglan hevur havt eina friðarliga nátt. Um alt landið verða tað, í hesum døgum, hildin nógv jólaborðhald, men hetta hevur løgreglan ikki merkt stórvegis til.

Løgreglan kom tó fram á ein bil, ið stóð parkeraður í nátt, við trimum mans í sitandi bilinum. Løgreglan varnaðist, at tað luktaði av hassj í bilinum og fann eisini ein klump av hassji. Teir tríggir mennirnir eru nú skuldsettir fyri brot á rúsevnislógina. 

Meira langlesnaður