Reiðarí og politikarar fáa av grovfílini

Reiðarí og politikarar fáa av grovfílini

2017-11-10 11:52 Author image
Georg L. Petersen

Í 2007, tá øll veiðiloyvi vórðu uppsøgd, áttu tey stóru reiðaríini í uppsjóvarflotanum og í Barentshavinum 47 prosent av veiðivirðinum. Nú eiga tey 78 prosent og eru tí so bangin fyri antitrust. At tey fingu tílíkt vald kunnu tey takka øðrum enn sær sjálvum fyri, sambært fyrrverandi skrivaranum í Reiðarafelagnum, Árna Dam

“Minnast skal til, at arbeiðið, sum byrjaði á skrivstovuni í Føroya Reiðarafelag í apríl 2009, hevði til endamáls at bjarga restini av flotanum. Orðatakið at “Mongum brestir ætlan” passar ógvuliga væl til støðuna, ið er íkomin. Staðfestast kann “at skurðviðgerðin eydnaðist til eitt 12-tal, men sjúklingurin doyði”.”

Fyrrverandi skrivarin í Føroya Reiðarafelag, Árni Dam, er bersøgin í sínum viðmerkingum til vinnunevndina, sum arbeiðir við eini nýskipan innan fiskivinnuna. Hann hevur skrivað eitt 42 síðurs langt hoyringssvar, sum hann nevnir “Hugleiðingar og viðmerkingar til fiskivinnuna, politikk og annað”.


Lítlir skógvar

Árni Dam lýsir støðuna í føroyska flotanum frá tí at veiðiloyvini vórðu uppsøgd og til dagin í dag – hvør sum hevur fingið nakað burturúr og hvør hevur verið við sviðusoð. Og hann leggur ikki fingrarnar ímillum – tað er Reiðarafelagið, sum gekk á odda at vinna føroyingum og tí breiða skaranum av skipum fleiri rættindi, sum endaðu við at teir fáu og stóru, sum stríddust ímóti, endaðu við at eiga rubb og stubb og meira afturat.

 

Lesið meira HER

Lesið alt hoyringsskrivið HER

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður