Ræðsluátøk nytta ikki longur

Mynd: Visualhunt.com

Ræðsluátøk nytta ikki longur

2017-09-12 09:44 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Ársfrágreiðingin frá landslæknanum í ár vísir, at føroyingar roykja meir enn íbúgvarnir í okkara grannalondum. Magni Mohr sigur, í samrøðu við Kringvarpið, at orsøkin til hetta, er ikki til at vita. 

Tað er ein trupulleiki fyri føroysku fólkaheilsuna at vit enn roykja so nógv, sigur Magni Mohr. Fyri nøkrum árum síðani byrjaði fólkaheilsuráðið við ræðsluátøkum fyri at fáa fólk at leggja av at roykja. Hetta riggaði í byrjanini, men tykist ikki at hava somu ávirkan longur. Fólk ið roykja í dag, eru øll upplýstir roykjarir, ið vita hvørjar fylgjur royking kann hava.

Magni Mohr vísir á, at ein fólkaheilsukanning frá 2015 vísti, at tey ið royktu nógv, ofta høvdu tað trupult á tí sálarliga økinum. Tí, sigur Magni Mohr, vil fólkaheilsuráðið ikki fokusera uppá ræðsluátøk longur, men heldur finna fram til tær mekanismurnar ið gera at fólk byrja at roykja yvirhøvur.

Magni Mohr sigur tó, at hóast føroyingar roykja meiri enn í grannalondunum, so vísa kanningar, at har er eitt progressivt fall av fólki ið byrja at roykja í Føroyum. So hóast tølini eru verri enn í grannalondunum, so gongur tað rætta vegin.

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður