Puigdemont leyslatin av belgiskum myndugleikum

Puigdemont leyslatin av belgiskum myndugleikum

2017-11-06 13:14 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Í gjáramorgun valdi tann fyrrverandi katalanski forsetin, Carles Puigdemont, og fýra fyrrverandi katalanskir ráðharrar, sjálvbodnir at melda seg til løgregluna í Belgia. Tað upplýsir dr.dk.

Teir fimm fyrrverandi politikararnir eru flýggjaðir til Belgia, undan einari ákæru frá sponsku myndugleikunum, um at eggja til uppreistur, orsakað av fólkaatkvøðuni ið varð hildin í Katalonia, um loysing frá Spania. Teir fimm høvdu fingið boð um, at møta upp í rættinum í Madrid hósdagin í síðstu viku, men ongin av teimum møttu upp. Teir hava nevniliga, allir fimm, hildið til í belgiska høvuðsstaðnum, Brússell, síðan mánadagin í síðstu viku.

Eftir at teir fimm valdu at melda seg til belgisku løgregluna, fekk ein belgiskur dómari 24 tímar at taka eina avgerð, um hvussu handtøkan skuldi handfarast. 

Tann avgerðin er longu tikin, og dómarin hevur gjørt av, at leyslata Puigdemont, og hinar fýra. Leyslatingin er tó treytað av, at teir fimm vera verandi í Belgia, og skal Puigdemont møta upp í belgiska rættinum, innan 15 dagar. 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður