Langlesnaður

Heri í hernað: Grindamótmæli skulu ikki órógva Týr

Fyri fáum árum síðani var Heri Joensen bara ein púra vanligur føroyingur, tá tað ráddi um grindadráp. Men so fór hann í kjak við Paul Watson, og tá hann herfyri legði eina mynd av sær sjálvum, har hann stóð og skar ein hval upp, út á Facebook, kom verulig øði í grindina. Hetta merktist eisini hjá bólkinum hjá honum, Týr, tí knappliga tordu ella vildu fleiri spælistøð ikki hava Týr at spæla hjá teimum. Í dag er Heri Joensen ein av størstu forsprákarunum fyri grindadrápi og stríðist eisini fyri at sannføra útlendsk spælistøð um ikki at taka Týr av skránni

Ein mynd sigur meir enn túsund orð, sigst, men ein mynd kann eisini elva til kjak upp á fleiri túsund orð. Í øllum førum, um hon verður løgd á Facebook, og tey avmyndaðu eru ein kendur tungmálmssangari og ein avlívaður grindahvalur.
Spyr bara Hera Joensen, sangara og guitarleikara í Týr. Í summar, 27. juni, legði eysturoyingurin eina mynd á facebookvanga sín, har hann og aðrir síggjast skera upp grind í Hvannasundi. Ein mynd, ið kundi forkomið júst byrjaðu konsertferðini hjá tungmálmsbólkinum úr Eysturoynni.

Hevði ikki væntað slíka øsing
Grindadráp hevur fyrr – kanska serliga seinastu árini – havt nógva øsing við sær, og aftur hesa ferð kom øði í grindina. Eftir at myndin varð løgd út, tók kjak seg upp alt fyri eitt, og viðmerkt varð dúgliga undir myndini. Stutt eftir hetta sá Heri eitt sokallað ”event” – eitt uppslag – á Facebook, har eggjað varð til mótmælisgongu undir eini konsert á komandi konsertferðini hjá Týr.

- Tað var í Berlin ella Köln, eg minnist ikki heilt, sigur Heri.

Bookarin hjá bólkinum setti seg í samband við Hera, og bað hann taka myndina burtur alt fyri eitt og leggja eina umbering á netið. Men sangarin var hvørki til at høgga ella stinga í. "Ikki talingur um," segði hann og gjørdi greitt, at hesum vildi hann ikki eftirlíka.
Nøkur av spælistøðunum, ið eftir ætlan skuldu hýsa konsertum við Týr, valdu at taka føroyska tungmálmsbólkin av skránni, orsakað av hóttanini um mótmælisgongur. Tey hildu seg ikki kunna veita vissu fyri trygdini hjá áhoyrarunum. Einstøk støð valdu at avlýsa, tí hildið var, at grindadráp er djórapínsla og ikki kann verjast. Tá ringast stóð til, høvdu sjey av í alt seytjan spælistøðum, flestu av hesum í Týsklandi, boðað frá, at Týr ikki slapp at spæla, og samstundis fekk Heri bæði ákoyringar og stuðul á sosialu miðlunum. Tá farið varð avstað fyri viku síðani, vóru tær allarflestu konsertirnar kortini settar aftur á skrá. Heri hevði ikki roknað við, at ein "gerandismynd", sum hann orðar seg, fór at skapa slíka øsing.
- Eg helt, at hetta við grindadrápi var farið eitt sindur í bakgrundina, eftir at Sea Shepherd mestsum einki fekk burturúr, seinast felagsskapurin var í Føroyum. Tað koma fleiri sovorðnar myndir út, tá tað er grind, men eg havi ein illgruna um, at teir løgdu eftir mær, tí tað var eg, og eg havi kjakast við Paul Watson fyrr. Eg hugsi kanska, at teir fylgja eitt sindur við, sigur Heri, ið ikki heldur, at føroyingar skulu vera bangnir fyri at leggja myndir av grindadrápi út á netið.

Gjørdi filmar

Hóast tað ikki kom upp á tal at strika myndina og skriva eina umbering, var kortini annað, ið kundi gerast fyri at loysa trupulleikan, sum bólkurin var endaður í. Tað, sum serliga vakti ans, vóru tvey stutt filmsbrot, ið Heri legði á Youtube. Har greiddi sangarin frá um føroyska grindadrápið, og bar fram grundir fyri, hví hann ikki heldur, at tað er skeivt at drepa grindahval.
- Eg gjørdi fyrst eitt brot, einar tveir minuttir langt, sum eg gav okkara bookara. Tað varð ikki gjørt alment, men hann helt ikki, at hetta var gott nokk. So gjørdi eg eitt nýtt brot, tað, ið eg legði út á Youtube, og tað fór víða um. Hesin stutti filmurin varð sæddur eini 35.000 ferðir beinanvegin, og tykist hava sannført nógv um, at tað, ið vit gera, ikki er ræðuligari enn nakað, sum fer fram í sláturvirkjunum á meginlandinum, fortelur Heri.
- Síðan gjørdi eg eitt brot afturat, har eg greiði gjøllari frá bakgrundini, og hví mann ikki skal boykotta Týr orsakað av grindadrápi. Eg haldi, at upplýsingin hevur nógv at siga, og ætli mær at gera ein film afturat, tá eg komi heimaftur av konsertferðini fyri at fortelja, hvussu tað gekk, leggur hann afturat.

Filmsbrotini vóru nokk til, at okkurt spælistað setti Týr aftur á skránna, men onnur vóru framvegis ikki sannførd.
- Onkur hevur viljað fingið orðið á meg persónliga, og tey hava so ringt til mín. Eg havi so greitt teimum frá støðuni og vissað tey um, at eg ikki eri nakar psykopatur. Fólk hava eisini sent mær tilfar um bakmenninar, sum eg so havi sent víðari til spælistøðini, og soleiðis hevur tað eydnast at sannført konsertfyriskipararnar um, at atfinningarnar ikki júst koma frá virðisløntum lívfrøðingum, sigur Heri við einum skeivum smíli.

Hvørjir eru bakmenninir?
Men um hesi mótmælisfólkini ikki eru virðisløntir lívfrøðingar, hvørji eru tey so? Hesin spurningurin er ikki altíð so lættur at svara, tí fá djóraatgerðarfólk eru eins kend í almenninginum sum Paul Watson. Heri er kortini rættuliga sannførdur um, at tann, ið byrjaði júst hesa mótmælisherferðina, er týskarin Jürgen Ortmüller, møguliga saman við landsmanninum Frank Riefenstahl, ið er limur í Sea Shepherd felagsskapinum.
- Sum eg dugi at síggja tað, byrjaði hetta við teimum báðum, og teir hava eitt netverk av fólki, sum sita heima og skriva, greiðir Heri frá.

Slík verða kallaði “keyboard warriors” og mannagongdin er rættuliga einføld. Tey skriva til øll spælistøðini og biðja um, at konsertin ella konsertirnar við Týr verða avlýstar. Á Facebook-síðuni hjá spælistøðunum (tey flestu hava eina slíka nú á døgum) kunnu fólk geva eitt ummæli – frá einari upp til fimm stjørnur – og hetta gera mótmælisfólkini sær dælt av. Tey eru fleiri, sum skriva mótmæli á síðuni, og øll geva spælistaðnum eina stjørnu. Eru tey nóg nógv, kann hetta gera, at miðal ummælið hjá spælistaðnum lækkar og umdømið versnar. Til dømis skrivar ein, sum er nevnd Evy Schaeffer, soleiðis á veggin hjá spælistaðnum Villemeen í Arnhem í Hollandi:   
“I can't believe you register bands that promote violence to the extent TYR does blood violence belongs in the past. Send them a message: Join the 21st century.”

Hetta, saman við hóttanum um mótmælisgongur, kann gera, at spælistøðini velja løttu og tryggu loysnina, og nokta Týr at spæla.

- Teir fáa øll at skriva til spælistøðini, og antin eru fólk óupplýst, hesi eru helst fleirtalið, ella eru tey tað, ið mann kallar fyri “trolls”. Fólk, ið plága til stuttleikar, sigur Heri.

- Men Jürgen Ortmüller sjálvur er ein religiøsur klikkheysur, sum er í onkrari katólskari antijødiskari sekt. Hann heldur, at vit eru ókristiligir, og tí vil hann hava okkum boykottaðar. Tað hevur einki við grind at gera, leggur Heri afturat.
Tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn Paul Watson blandaði seg upp í kjakið.
- Hann stakk seg upp seinni. Um hann hevur verið við at byrja tað heila, tað veit eg ikki, men hann kom so uppí, og tað fyrsta hann gjørdi var at kalla meg ljótan, sigur Heri flennandi, og heldur, at hjá gráhærda kanadiumanninum er motivatiónin pengar, sum hann fær frá privatfólki og fyritøkum.

Trupult at umsita

Filmsstubbarnir, ið Heri legði á netið, skaptu nógv kjak, bæði á Facebook og Youtube. Talan er um persónligu síðurnar hjá Hera, og trupult kann vera at umsita tær fleiri túsund viðmerkingarnar, sum verða skrivaðar. Hóast tey flestu helst stuðla ella í minsta lagi siga seg skilja føroysku argumentini fyri grindadrápi, verða tað ofta tey, ið eru ímóti grindadrápi, sum fylla mest.
- Nú havi eg strikað eina øgiliga rúgvu av viðmerkingum. Eg vil ikki spilla mína tíð ella tíðina hjá øðrum, so um fólk brúka vendingar sum ”innocent animals”, ”bloodthirsty barbarians” ella ”murderers”, so striki og banni eg beinanvegin, sigur Heri og greiðir frá, at tað hevur verið størri mótstøða, enn tað sæst á Youtube og Facebook í løtuni.
- Nøkur eru als ikki at tosa við, serliga ikki á einum slíkum almennum forummi, men eg havi latið tey staðið, sum í minsta lagi halda seg til ein hampiligan tóna og tosa um veruleikan heldur enn okkurt, sum Jürgen Ortmüller hevur spunnið upp, sigur Heri.

Sangarin heldur, at tey flestu, eisini tey, sum í fyrsta umfari tykjast víðgongd og heldur ómøgulig, kunnu røkkast við skynsemi.
- Eftir at eg havi greitt frá, hvat grindadráp er fyri nakað, hevur onkur skrivað til mín og umborið seg fyri, at tey hava brúkt ljót orð ímóti mær fyrr. Tey kunnu virka púra hopleys at kjakast við, men fleiri kunnu sannførast, um mann gevur teimum upplýsingarnar, og letur tey hugsa í friði og náðum í eina tíð. Næstan eingin broytir meining á staðnum.

Heri og stríðið um grindadrápið

Heri Joensen hevur ikki altíð lagt so nógv í stríðið um føroyska grindadrápið.
- Eg var bara ein púra miðal føroyingur hesum viðvíkjandi, sigur hann.

Hetta broyttist í 2012, tá sangarin kjakaðist við Paul Watson í sambandi við sendingina Whale Wars: Viking Shores hjá Animal Planet. Síðan hevur grindadráp verið nakað, ið hevur fylt alsamt meir í lívinum hjá Hera og hinum í Týr. Sangarin hevur eisini brúkt nógva tíð upp á kjak, eftir at myndin varð løgd út í summar, men hví tímir hann tað?
- Fyri tað fyrsta irriterar tað meg at síggja fólk so óupplýst ella skeivt upplýst, og so sjálvandi fyri at royna at fáa konsertirnar aftur á skránna. Um eg finni dømir, har eg skjótt og lætt kann rætta ein feil hjá onkrum, sum tykist hampiliga skilagóður, taki eg ofta tann møguleikan, men eg svari bara sama spurningi eina ferð, tí tað er hopleyst at svara øllum, greiðir Heri frá.

Sangarin og Týr, sum hann leiðir á pallinum og umsitur annars, eru av álvara komin í brennidepilin orsakað av myndini og tí eftirspæli, sum hon fekk.
- Hetta hevur verið stóra málið hjá okkum í seinastuni, og tað er farið rættuliga víða um, sigur Heri. Samrøður eru gjørdar um málið við alskyns fjølmiðlar, mest við tungmálmsmiðlar av ymsum slag, men eisini aðrar etableraðar meginstreymsmiðlar. Til dømis var ein skrivlig útgáva av filmsbrotinum, ið Heri gjørdi, í konservativa enska tíðarritinum, The Spectator, undir yvirskriftini: ”Yes, I butcher whales. What's all the fuss about?”
- Vit eru komnir í bløð og á heimasíður, har tónleikur av okkara slag vanliga ongantíð kemur, og ein rúgva av fólki hoyra um okkum fyri fyrstu ferð orsakað av hesum, sigur Heri, sum má viðurkenna, at hetta er frálík umtala fyri bólkin.
- Fyrsta videobrotið, ið eg legði út, fekk meir umtalu og vísingar enn nakað annað, sum eg

nakrantíð havi gjørt. Onkur hevur enntá skrivað, at honum als ikki dámar tónleikin, men fer at keypa eina fløgu, bara fyri at stuðla okkum, sigur Heri smílandi.

- Summi meina, at mann als ikki skal drepa djór. Tað haldi eg ikki er gjørligt í heiminum, sum hann er í dag, men um ikki annað, er tað ein erlig grundgeving. Trupulleikan við kyksilvurdálking kunnu vit ikki skumpa til viks. Kanningarnar hjá Pál Weihe vísa, at mann skal ansa eftir, hvussu nógva grind mann etur, sigur Heri. Men sum tann ídni kjakarin hann er, skoytir hann uppí:
- Men eitt argument, sum riggar væl móti tí er, at mann skuldi heldur givist at dálka høvini, enn at gevast at eta grind og fisk.
Og vánaligastu grundgevingarnar móti grindadrápi, tú hevur hoyrt?
Heri flennir eitt sindur uppgevandi.
- At hvalir eru ósekir, tá mann drepur teir. Skal mann bíða til djór eru sek í onkrum, til mann drepur tey? Og so láturliga ósannindi um, at grindadrápið er ein árligur "coming of age" siður.
Heri steðgar á, men tað tykist, sum hann kundi hildið fram langt út á kvøldið.

  

  

Nýggj fløga á veg

Heri Joensen og hinir í tungmálmsbólkinum Týr arbeiða í løtuni við nýggjum sangum, sum koma at mynda komandi útgávuna hjá bólkinum. Um alt gongur "simpelthen super", kemur hon út fyrra hálvár næsta ár.
Gittarin er tikin upp til fýra sangir, og eini 14 sangir eru skrivaðir, hóast nakrir framvegis tørva eitt sindur av arbeiði. Tá hetta er gjørt, fer bólkurin at spæla restina inn.
- Vit hava gjørt av at taka gittar, bass og røddir upp í okkara heimastudio, og at fara út í studio at taka trummurnar upp og at miksa útgávuna, sigur Heri Joensen.

Ikki so góða tíð til tónleikin
Arbeiðið við nýggju fløguni hevur verið í gongd í eina tíð, men Heri greiðir frá, at teir ikki eru komnir so langt, sum teir høvdu ynskt sær.
- Tað er trupult at fáa tíð til tað. Eg havi yvirtikið umsitingina av bólkinum, og havi mestsum alt tað fyrisitingarliga um hendi. Hetta krevur nógva tíð og orku, og tað gongur útyvir tað tónleikaliga, men tað gongur kortini spakuliga framá, sigur hann.
Sangarin greiðir frá, at tað vóru hann og Terji Skibenæs, ið fingu yvirorðnaða hugskotið til nýggju útgávuna fyri fleiri árum síðani. Hann vil kortini ikki avdúka meir um hetta, tí tekstirnir eru tað síðsta, ið verður skrivað, so nógv kann framvegis broytast.
- Eg havi eina hóming av, hvussu hvør tekstur skal síggja út, men tað kemur einki kjøt á fyrr enn til seinast, og tí fara vit at halda tað fyri okkum sjálvar enn.

  

  

Ófantalig privatboð á Facebook

"if you want to play in germany, somebody will f u in the ass. THERE IS NO PLACE FOR DISGUSTING WHALE KILLER FREAKS IN GERMANY. HERI STAY AT HOME NOBODY WANTS YOU. wage es nicht"

Soleiðis sóu eini boð út, sum Heri Joensen, sangari í Týr, fekk í talgilda postkassan á Facebook. Hann er vanur at fáa slíkt sendandi, men síðan myndin av honum og grindahvalinum í Hvannasundi varð løgd á Facebook, eru nógv ófantalig boð endaði í innboksini.
- Eg havi gjørt tað, at eg havi slett ikki lisið tey. Bara strikað tey, og koyrt tey burtur umgangandi. Eg havi lisið fyrstu reglu, og so vekk við tí, fortelur Heri. Hann er ikki týpan, ið tykist taka hóttanir í alt ov stórum álvara, men slíkt ávirkar kortini.
- Tá ein fær ov nógv slíkt, er skjótt at blíva deprimeraður. Fyri tað fyrsta er tað sjálvandi keðiligt í sær sjálvum, og fyri tað næsta er tað rættuliga syrgiligt at síggja vaksin fólk uppføra seg á ein somikið óbúnan hátt. Mann hevur lyndi til at missa vónina fyri mannaættini, sigur Heri.

  

  

Donsku spælistøðini eisini órógvaði

Heldur ikki donsku spælistøðini, har Týr vóru á plakatini, sluppu undan ágangi frá teimum, ið ynsktu, at føroyski tungmálsmbólkurin bleiv boykottaður.
Studenterhuset í Aalborg, sum húsar árliga Aalborg Metal Festivalinum, var eisini fyri einum sokallaðum "shitstormi", tá mótmælisfólk móti grandadrápi díktu síðuna hjá spælistaðnum undir í ágangandi viðmerkingum og vánaligum ummælum. Hetta fyri at noyða Studenterhuset at nokta Týr at spæla har. Strategiin var hin sama sum aðrastaðni, og helst standa somu menn aftanfyri. Teir fingu kortini einki burturúr innsatsinum.
- Eg haldi, at teir spilla sína tíð, segði Lars Hellerup frá Studenterhuset við TV2 Nord.
Fyrireikararnir av sjálvum festivalinum vórðu eisini fyri júst sama áganginum, men hugsaðu ongantíð um at avlýsa konsertina við Týr.
- Tað, sum gongur fyri seg í Føroyum, er lógligt, og tí hava vit ongar trupulleikar av at lata Týr spæla. Konsertin verður hildin eftir ætlan, segði Mikkel Larsen, fyrireikari, við TV2 Nord.
Og konsertin var hildin eftir ætlan uttan trupulleikar og Týr fekk góð skoðsmál.

  

  

;