Amtmansborgin (til vinstru í myndini) frá teirri tíðini, Oluffa vaks upp í Havn. Mynd: Føroya Fornminnissavn
Mentan

Ein søga um eina amtmannsdóttir úr Havn

Ein lítil genta bleiv beint aftaná ólavsøku, tann 1. august í 1850, fødd í Havn. Foreldrini valdu at geva henni navnið, sum liggur í ólavsøkuni í kvennkynsformi, Óluva ella, sum tey skrivaðu tað, Oluffa. Henda gentan kom at hava eina lívsleið, sum fáar ella ongar aðrar havnargentur.

Oluffa bleiv gift í Odense við Søren Christian Brandt, sum grundlegði ta navnframu Brandts Klædefabrik. Navnið er til enn, men nú er fabrikkin í miðbýnum í Odense ikki longur klædnafabrikk, men ein multi-depil við handlum, restauratiónum, cafáeum og mentan. Eg havi fyri nøkrum árum síðani sitið í sólskininum uttanfyri og drukkið ein góðan kaffimunn har. Men tá visti eg einki um, at ein røsk og respektabul havnargenta átti lut í hesi spennandi søgu. Oluffa var her í Odense eitt langt tíðarskeið ”the first Lady”.

Foreldrini hjá Oluffu vóru amtmaðurin  Carl Emil Dahlerup og Anna Cathrina, fødd Schram. Dahlerup var amtmaður í Føroyum í tíðarbilinum 1849-61. Ella just í teim árum tá nýggja Grundlógin fyri Danmarkar Ríki kom í gildi og skuldi setast í verk. Hon hevði sum beinleiðis fylgju, at eitt Amtsráð skuldi setast á stovn í Føroyum; tað kom at eita Løgting. Sama liberala Grundlóg kravdi eisini handilsfrælsi, og tí bleiv tann gamli Kongaligi Einahandilin avtikin í 1856. 

Í hesum sera umbroytilgu tíðum skuldi Dahlerup standa á odda fyri tiltøkum og mannagongdum, sum føroyingar ikki høvdu roynt fyrr. Tað var sum borðreitt til stríð millum ta nýggju tíðina og tey konservativu elementini í samfelagnum. Serliga prestar vístu seg at ræðast broytingar. Men hendan bókin er fyrst og fremst um dóttrina, ikki um amtmannin.

Bókin um hesa havnargentu, fødd í einum vælstillaðum embætismanna-heimi við skilagóðum foreldrum, er sera sympatiskt skrivað. Hon man vera ein av teim fáu lýsingunum av einum vælstillaðum embætismannaheimi í Havn tá í tíðini. Men tað er neyðugt eisini at hava ta helvtina við, fyri at skilja tað lítla føroyska samfelagið, soleiðis sum tað veruliga var tá. Síða 20: ”Oluffas forældre var en slags ’expats’ i en verden, som hun selv blev en del af. Hun voksede op med dansk derhjemme ved middagsbordet og med færøsk hos pigerne i køkkenet, hos legekammeraterne og blandt færinger på indkøb i monopolhandelens krambod.”

Vit fáa eisini eitt sindur at vita um pápan, amtmand Dahlerup. Hann fekk, sum nakað nýtt, í lag vetrarsigling via Jaktini og Skipar Andreassen til Hetlands eftir posti. Hann fekk í lag, at Landavegurin í Havn bleiv gjørdur, so havnarmenn kundu koyra við vogni út á torvheiðarnar, og sluppu frá at bera alt heim í leypum. Hann fekk í lag eina skipan við brandsløkkjutólum, tí hann sá hvussu farligt tað var við eldi at búgva úti á Reyni, har stutt var millum húsanna. Fram kemur eitt heilt annað bílæt enn tað, sum eg í mínum fordómum hevði av hesum amtmanni. Eg skal gera stutt av í so máta, tí bókin er um dóttrina. Men eftirsum Charlotte Langkilde setir nýtt ljós á henda kontroversiella persónin, lati eg hana fáa orðið aftur, síðu 31: ”Oluffas far var en travl mand, og det er nærmest ubegribeligt, hvad han præsterede af arbejde igennem sine år i Tórshavn.” Víðari síðu 33: ”Hen over sine ni år på Færøerne oplevede hun /Oluffa/ den modernisering af øerne, som fandt sted igennem faderens antmandstid. Det var i den tid, dampskibs-forbindelsen blev etableret, der blev taget initiativ til sammenlægning og omlægning af de sønderdelte jordlodder, Lagtinget blev genindført som halvt amtsråd, halvt politisk forsamling, og et nyt lagtingshus bygget; der kom kommuner, monopolhandelen blev nedlagt, skolesystemet kom efterhånden i en god gænge, en realskole blev opført, og der kom flere læger til øerne” Her er annars nógv meira spennandi um tað politiska stríðið, sum var longu tá.

Oluffa kom til Danmarkar, og bleiv forelskað í Søren Christian Brandt frá Odense. Sum 22 ára gamal grundlegði hann Brandts Klædefabrik í 1869. Hann hevði eina holla útbúgving bæði í inn- og útlandi, fabrikkini gekst væl og varð av størstu fyritøkum í Danmark. Tann vælstandandi familjan lat eina luksus-villa byggja, ”Villa Brandt”, uppá næstan 900 kvm, sum var størsta privat-hús í Odense. Húsið líktist næstan eini riddaraborg. Tað er til enn og liggur á Hunderupvej 71. Tá tað í 1895 bleiv bygt, var tað passaliga langt uttanfyri býin. Arkitektur var systkinabarn Oluffu, Jens Vilhelm Dahlerup, sum er væl kendur. Hann hevur eisini teknað Kongaliga Teatrið, Statens Museum for Kunst, Glyptotekið og mangt annað. Tað var eisini hann, sum gjørdi uppskot til at gera Múrin í Kirkjubø lidnan til kirkju.

Maður Oluffu doyr longu í 1905, men virkið heldur fram, og tað er spennandi og upplýsandi lestur at fylgja við, fyri tað mesta á direktør-síðuni, hvussu gongst við fabrikkini, bæði í medgongd og krepputíðum.

Einaferð í 30’unum kemur ein ung føroysk sjúkrasystur at vitja Oluffu. Hon var í ørindum í Danmark, millum annað royndi hon at samla pengar til hvíldarheimið Naina, sum ætlan var at byggja í Havn. ”Oluffa gav hende et rundhåndet bidrag.” Seinni fekk hon skipað so fyri, at eitt kamar á hvíldarheiminum við hennara peningastuðuli skuldi drívast, soleiðis at fólk, sum annars ikki høvdu ráð at koma har, kundu fáa eitt rekreativt uppihald á hvíldarheiminum. Legatið kallast: Amtmand Dahlerups datter fru Oluffa Brandts Legat, og kamarið hevur sama navn. Soleiðis kann mann siga, at lívið hjá Oluffu á ellisárum fekk ein enda fastan aftur í barndómsbýnum, Tórshavn, sum hon ongantíð gloymdi.

Her eru nógvir tættir í bókini, sum eg slett ikki fái pláss at nevna, arbeiðsviðurskiftini á fabrikkini, støðan undir krígnum, tey víðaru familjuforholdini og mangt annað. Men ein áhugaverd og væl skrivað bók, sum hevur kravt eitt øgiligt research-arbeiði í keldunum á Landsskjalasavninum, Ríkisarkivinum og mongum øðrum privatum og almennum søvnum og familjubrøvum. ”Oluffa var min farmors mor og døde fem år før jeg blev født” skrivar høvundurin.


Charlotte Langkilde:

Oluffa. Fra Tórshavn til Brandts Klædefabrik

Lindhardts & Ringhof Forlag A/S.

1.útgáva 2016, 340 síður

  

  

;