Langlesnaður

Leiðin til hotelstjórasessin var long og knortlut

Tað lá líkasum í ílegunum hjá Johannesi Jensen, at hann skuldi gerast hotelstjóri. Øll barnaárini búði hann rætt og slætt á einum hotelli, har pápin og mamman vóru leiðarar, men tann ætlanin varð slept fleiri ferðir. Tilvildarligar umstøður gjørdu, at hann kom langt burtur frá hotelvinnuni, men aðrar tilvildarligar umstøður førdu hann inn aftur í vinnuna. Vit hava vitjað Johannes Jensen, stjóra í Gist & Vist, sum í farnu viku varð valdur til ársins leiðara á privata arbeiðsmarknaðinum

- Jú, tað tíma fólk at lesa, svari eg, tá Johannes Jensen mutar eitt sindur ímóti í telefonini.

Eg havi ringt til stjóran í Gist & Vist-samtakinum, sum millum annað rekur Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn, Hotel Vágar og fleiri matstovur, fyri at vita, um eg kann gera eina vangamynd av honum, nú hann er valdur til ársins privata leiðara. Johannes er ikki ordiliga við upp á tað. Hann vil heldur tosa um ferðavinnu og matstovuvinnu og ikki um seg sjálvan, og tí spyr hann, um tað er nakar sum tímir at lesa um seg. Eg royni mítt besta fyri at sannføra hann um, at fólki dámar væl at lesa um fólk.

- Kom so ein túr niðan í morgin, so finna vit útav tí, sigur hann at enda.


Sum barn fylgir tú við

Fyrstu 13 árini av lívi sínum búði Johannes Jensen á hotelli. Tað ljóðar so fínt, men nú var tað jú soleiðis, at foreldur hansara róku Hotel Føroyar við Kongabrúnna í Havn, og hotellið var innrættað við eini íbúð til hotelstjóran og familjuna.

- Eg hugsaði ikki um, at tað var nakað serligt ella nakað øðrvísi at veksa upp á einum hotelli, men tað var tað ivaleyst. Sum barn fylgir tú bara við, men tað er ivaleyst soleiðis, at mín uppvøkstur var eitt sindur øðrvísi enn tann hjá mínum javnaldrum, tá vit hugsa um bústaðarviðurskiftir, fortelur Johannes Jensen, sum í dag sjálvur er stjóri fyri millum annað Hotel Føroyar við Oyggjarvegin, og brúkar nærum líka nógvar tímar har, sum hann brúkti sum barn á hotellinum niðri í Havn.

Leiðin framat stjórastólinum á hotellinum bleiv tó eitt sindur knortlut. Johannes hevði áhuga fyri hotelvirksemi, og lunnar blivu fyri so vítt lagdir, soleiðis at hann sum frá leið kundi fara at arbeiða í hesari vinnu – antin í Føroyum ella aðrastaðni – men tað skuldi vísa seg, at nógvir leikir skuldu flytast, áðrenn hann kom har til.

Fekk tíðliga uppgávur

Tað var rættiliga tíðliga, at Johannes fekk til uppgávu at hjálpa til á Hotel Føroyum. So skjótt, sum hann hevði fingið eitt sindur av styrki í armar og bein, kundi hann vaska upp, bera skrell út, spula tún, seta stólar upp á pláss og annað fyrifallandi arbeiði.

- Tað var ikki soleiðis, at eg hevði nakað ímóti tí, men eg dugi í dag at síggja, at mítt lív bleiv eitt sindur øðrvísi í mun til ta frítíð, sum vinmennirnir høvdu. Eitt nú bar ikki so væl til at ganga til ítróttarvenjingar, men eg var tó rættiliga aktivur sum skóti í eini níggju ár, fortelur Johannes.

Eg eri uppvaksin við einum góðum arbeiðsmorali, og at taka eina hond við var fyri meg tað rætta at gera

- Fyri meg var einki val sum so. Eg eri uppvaksin við einum góðum arbeiðsmorali, og at taka eina hond við var fyri meg tað rætta at gera, og tí gjørdi eg tað, leggur hann afturat.

Men Johannes slapp eisini at vera barn og unglingi. Hotellið var rúmligt, bæði so og so, og vinmennirnir og systkinabørnini vóru har nógv. Tað var forkunnugt at sleppa at spæla í eitt nú starvsfólkarúminum, og so fingu børnini av og á eina sodavatn ella eitt sindur av ísi, og tað dámdu teimum væl.


Bleiv hoyvíkingur

Tó at tað var gott at búgva á hotellinum, so valdu foreldrini hjá Johannesi at flyta niðan í Hoyvík, tá hann var 13 ára gamal. Saman við yngra beiggja sínum, Erlandi, bleiv hann tí brádliga hoyvíkingur.

Tað var eisini somikið heppið, at eitt ár eftir at Johannes var fluttur, skuldi hann flyta skúla, tí Sankta Frans skúli ikki hevði framhaldsdeild, og hann endaði í "hoyvíksflokkinum" í Eysturskúlanum. Javnaldrarnir í skúlanum í Hoyvík høvdu heldur onga framhaldsdeild, og sum vanligt fóru teir oman í Eysturskúlan í ein og sama framhaldsflokk. Meira ella minni av tilvild endaði Johannes í flokkinum hjá hoyvíksbørnunum. Einki var gjørt burturúr, fyri at hann skuldi sleppa í júst hendan flokk, men kanska hevur onkur í skúlaleiðsluni hildið, at tað var eitt gott hugskot, nú Johannes hevði búð í Hoyvík eitt ár.

- Eg var glaður fyri hendan flokkin. Tey fólk eg møtti har, blivu míni vinfólk og eru tað enn, sigur Johannes.


Studenturin endaði í Indonesia

Tá Johannes Jensen eftir fólkaskúlan fór niðan í studentaskúlan í Hoydølum, var hann komin til eitt stað í lívi sínum, har hann mátti geara eitt sindur niður. Higartil hevði alt snúð seg um at gera tað, sum hann var settur til, og har kom endiliga eitt slag av uppgerð.

Ungi hotel-ungin tók sær fyri fyrstu ferð í lívinum eitt sindur av løttum. Tað endaði við, at fráveran var somikið stór, at hann ikki slapp at halda fram í skúlanum.

Nógvar týðandi avgerðir í lívinum hjá Johannesi eru tiknar av tilvild, tó at hann eftirfylgjandi hevur lagt stóra orku í, og tað at hann ikki gjøgnumførdi studentaútbúgvingina í Hoydølum, kom eisini at fáa stóran jaligan týdning seinni.

Um hesa tíðina bleiv nýggja Hotel Føroyar bygt við Oyggjarvegin. Johannes spurdi annan av arkitektunum, sum teknaði hotellið, um hann ikki kundi hjálpa sær, so hann kundi finna okkurt arbeiði í einum enskt-talandi landi. Endin var, at Johannes fór við einum vinmanni hjá arkitektinum, sum júst hevði fingið tilboð um at flyta frá einum hotelli í London til eitt hotel í Jakarta í Indonesia. Danin skuldi vera stjóri á fína Hyatt-hotellinum, og Johannes slapp at arbeiða har sum volunteer – eitt slag av lærlingi. Tað bleiv til átta mánaðir á fimm-stjørnaða hotellinum í Jakarta.

- Eg ætlaði mær antin til USA ella Onglands at arbeiða og læra meg málið væl og virðiliga, tí eg hevði sett mær fyri at fara á hotelskúla í USA. Men í Indonesia var eisini fínt, tí alt gekk fyri seg á enskum, fortelur Johannes.


Føroyskan laks til Kissinger

Í Indonesia fekk Johannes tað hugskot at fáa føroyskan fisk á matskránna á Hyatt-hotellinum. Hann fekk eina avtalu í lag við Føroya Fiskasølu, og tá so kendu gestirnir vitjaðu, kundu teir seta gaffilin í royktan føroyskan laks. Millum annað slapp Henry Kissinger at royna hann.

- Tað var hugaligt at síggja, at tað tá, fyrst í 80-árunum, stóð "Salmon from The Faroe Islands" á menukortinum, minnist Johannes.

Dreymurin um at gerast hotelstjóri fekk eitt álvarsligt skot fyri bógvin, tá Johannes kom heim aftur til Føroya. Nýggja Hotel Føroyar fór av knóranum, og ungi Johannes mátti saðla um. Tað bleiv til Hægri handilsskúlaprógv fyri fyrst.

- Eg var somikið heppin at sleppa at taka HH-útbúgvingina upp á eitt ár, tó at eg ikki hevði studentsprógv. Eg royndi at sannføra skúlan um, at eg hóast alt hevði gingið nøkur ár í Hoydølum, og kanska taldi uttanlandsuppihaldið eitt sindur. Tað var gott at tey játtaðu, tí eg hevði sett mær fyri, at eg ikki vildi taka HH upp á meira enn eitt ár, fortelur Johannes.


Heimurin lat seg upp

Teir átta mánaðirnir í Jakarta styrktu um málførleikarnar hjá Johannesi, men teir lótu eisini heimin meira upp – vístu honum, at tað altso var ein verð uttanfyri hotelveggirnar á Kongabrúnni og trøini í Hoydølum. Tá so Føroya Fiskasøla søkti eftir lærlingum, valdi Johannes at søkja og fekk starv.

- Tað var ein avgerð, sum eg havi verið sera glaður fyri. Fiskasølan var væl skipað, og tey fyrstu árini arbeiddi eg á avskipingardeildini og hevði tilknýti til Niels Brock í Keypmannahavn, har eg fekk prógv sum akademiøkonom, fortelur Johannes.

Eftir lokna útbúgving í 1988, varð Johannes sendur til Hamburg at arbeiða. Har starvaðist hann hjá samstarvsfelaganum hjá Fiskasøluni, stóru fyritøkuni Unilever.

Næstu árini slapp Johannes eisini at royna seg fyri Fiskasøluna í Fraklandi, Danmark og Onglandi. Í Onglandi hevði hann farloyvi eina tíð, so hann í 1997 kundi gera seg lidnan sum MBA (Master í vinnulívsumsiting) frá lærda háskúlanum í Lancaster.

Tá hugsaði eg, at tað vildi verið skilagott at farið úr ótryggu fiskivinnuni í tryggu oljuvinnuna

Ætlaði sær í oljuvinnuna

Á heysti í 2002 gavst Johannes Jensen í Fiskasøluni. Hann vildi nú sleppa royna seg í oljuvinnuni. Fleiri oljufeløg høvdu latið upp skrivstovur í Føroyum, og hann lá framvið.

- Ja, løgið at hugsa um í dag, men tá hugsaði eg, at tað vildi verið skilagott at farið úr ótryggu fiskivinnuni í tryggu oljuvinnuna, fortelur Johannes.

Tað bleiv tó ikki til nakað, tí ein av seinastu døgunum í 2002 ringdi nevndarformaðurin í Smyril Line, sum nú átti Hotel Føroyar, og spurdi um Johannes vildi vera stjóri, og hann tók av.

Eftir at hava verið og vent hinumegin klótuna og fleiri staðni í Evropa, kundi Johannes Jensen so, sum 40 ára gamal, seta seg í tann stólin, sum pápi hansara var noyddur at fara úr 18 ár frammanundan.

Hvat segði pápi tín til tað?  

- Tað minnist eg ikki. Haldi ikki, at hann segði so nógv, men kanska var hann kortini eitt sindur errin, svarar Johannes.


Ongan stjóra

Tað er eingin loyna, at tað hevur gingið væl hjá Hotel Føroyum seinnu árini, men tað hava verið fleiri forðingar á vegnum. Johannes Jensen var heldur ikki so sannførdur um, at hotellið skuldi hava ein alt ov stóran yvirbygning, tá hann tók við sum stjóri á sinni.

- Tey, sum hava verið her síðani tá, hava til fragd at minna meg á tað, sum eg segði á fyrsta starvsfólkafundinum, fortelur Johannes.

Tað var nevniliga so, at virksemið á hotellinum var somikið lítið, at Johannes ikki helt at tað var neyðugt at hava ein beinleiðis stjóra. Tí segði hann við starvsfólkini, at einki beinleiðis stjóraheiti skuldi vera í fyritøkuni, fyrr enn hotellið hevði ein umsetning upp á hundrað milliónir krónur.

- Tað bleiv so ikki so, men hetta havi eg hoyrt nógv fyri, flennir Johannes.


Fleiri hotel

Umsetningurin hjá Gist & Vist, sum er móðurfelagið fyri fyritakssemið, er í dag omanfyri hundrað milliónir krónur. Nógv er hent, síðani Smyril Line heitti á Johannes um at taka róðrið á landi, og tað sum uppvøksturin á Hotel Føroyum á Kongabrúnni legði í hann, skuldi vísa seg at vera ein góð barlast. 

Við at vita, hvat ið skal til í øllum liðum, hevur hotellið megnað at vaksið um virksemið, soleiðis at fyritøkan í dag umsitur trý hotel, eitt vallaraheim og fleiri matstovur og kafeir. Tilsamans hevur fyritøkan 11 skeinkiloyvir, men her er Johannes skjótur at minna á, at tað altso samlað eru 90 skeinkiloyvir í Føroyum. Viðvíkjandi gistingum, so eigur Gist & Vist-samtakið 31 prosent av samlaðu gistingunum í Føroyum.

- Onkur heldur ivaleyst, at vit gloypa um ov nógv, men nógv av tí, sum vit eru farin í gongd við seinnu árini, er komið til okkum. Tað er í fleiri førum verkætlanir, sum ikki hava riggað fíggjarliga, og so eru vit spurd um vit hava áhuga í at taka yvir. Sumt hevur riggað væl og okkurt einstakt ikki so væl, greiðir Johannes frá.

Fakta

Johannes Jensen, Tórshavn

Stjóri fyri Gist & Vist

54 ár

Akademiøkonom (Niels Brock)

MBA, Lancaster

Kona: Anna Dahl-Olsen

Tríggjar synir (22, 26 og 30 ár)

Seinastu greinar
;