Langlesnaður

Turrlagdi náttarravnurin skeinkir minnir í Plátubarrini

Hvørt leygarkvøld í vetrarhálvuni er Jákup Magnussen at hoyra í útvarpinum til langt út á náttina. Hinumegin radiobylgjurnar taka túsundtals lurtarar væl ímóti tónleikinum og innsløgunum. Jákup syrgir fyri, at tey ikki eru einsamøll, men sjálvur er hann eftirhondini blivin eitt sindur av einum einbúgva. Áhugin fyri rúsinum var so sterkur á yngri árum, at skeivar ella ongar avgerðir blivu tiknar, men 14 edrú ár hava fingið hann aftur á føtur

Klokkan nærkast átta hetta síðsta leygarkvøld í januar. Jákup Magnussen er klárur at fara í luftina. Áðrenn eyðkennislagið til Plátubarrina fer at ljóma um alt landið, og eisini í nógvum útisetastovum kring knøttin, skulu líka tvær sigarettir niðurum. Á trappuni uttanfyri gráa útvarpsbunkaran ferðast roykurin nærum beint upp í loft í køldu vetrarnáttini. Blídligu eyguni í slitna og so at siga hárleysa 52 ára gamla høvdinum kaga út í myrkrið. Jákup er spentur. Sjálvt um hann hevur gjørt nakrar túsund útvarpssendingar eftirhondini, og hetta er triði veturin á rað, at hann sendir Plátubarr í tímavís leygarkvøld, so hugsar hann um, hvussu tað man fara at ganga. Hann vónar, at brøvini frá lurtarunum innihalda eitt sindur meira enn bara eitt lagynski, og hann vónar, at hann sjálvur verður í støtinum.


Útvarpið heilagt

Tað stóð fyri so vítt skrivað í stjørnunum, at Jákup Magnussen skuldi blíva útvarpsvertur. Onkrastaðni millum FM og millumbylgju bleiv lívsleið hansara formað. Longu sum sjey-átta ára gamal fann hann útav, at hinumegin knøttarnar á lítla radiotólinum var eitt slag av paradísi. Ein gandaheimur, sum rakti hann somikið hart, at tað í veruleikanum eingin vegur var aftur.

- Eg kundi enntá finna uppá at bjóða onkrum vinmanni heim til okkum at lurta eftir útvarpinum, sigur Jákup og flennir lágmælt, meðan tú í eygum hansara sær, at hann ferðast aftur í tíðina.

- So sótu vit har á kamarinum við hurðini væl afturlatnari og lurtaðu. Og tað skuldi vera tónleikur, og fyri so vítt bara okkurt slag av tónleiki. Kvøðuljómar var fínt, leggur hann afturat.

At siga, at Jákup lurtaði við andakt, er at undirdríva. Tað var sum, tá ein kendur enskur fótbóltsvenjari á sinni bleiv spurdur, um hann helt, at fótbóltur var ein spurningur um lív ella deyða. Tá svaraði hann: ”Tað er nógv meira álvarsligt enn so”. Útvarp og tónleikur hevði alt at siga hjá lítla Jákupi, og tað skuldi vísa seg, at tað kom tað at gera nógv ár frameftir, og hevur tað fyri so vítt enn.

 
Frá Gras til Mezzoforte

”...It started with a kiss... Magnussen hann spælir heila lortið, frá Gras til Mezzoforte... Aha... ja, tað er púra vist... hatta trúgvi eg einki uppá...”

Blandaði fasti inngangurin við ljóð- og talibrotum er byrjaður. Jákup Magnussen hevur riggað seg til. Klárur at sita í seks-sjey tímar og senda beinleiðis. Ein termokanna, ein sjokulátapláta og ein hálvetin breyðbiti við osti standa undir liðini á tí telduni, sum vísir Facebook, ið er miðilin, sum tey flestu brúka, tá tey ynskja sær eitt lag.

”Hey, gott kvøld og vælkomin í Plátubarrina. Kvøldsins temapláta eitur The Game, spælið. Ikki gittarspælið, men leikurin millum manna. Hetta er rættiliga sigandi fyri leiklutirnar, vit spæla sum starvsfelagin, foreldrið, føroyingurin, grindaformaðurin, ítróttarserfrøðingurin ella politiski viðmerkjarin. Allir leiklutir skugga fyri okkara veruliga eg – hava samband við ikki at vera nóg mikið...”

Og so heldur Jákup fram við at tosa um fríggjaran, ella ”dataran”. Hugleitt verður um at data og eina deydu. Komandi drive-in biografurin í Runavík verður umrøddur, eins og ástarfundir og ástarting. Brádliga sigur hann, at hann er um at fáa andaneyð av at hoyra seg sjálvan og leggur afturat, at hann í kvøld fer at skeinkja sær ein góðan kaffimunn og skrúva útvarpstólið hart frá, ”Tí at vera eina – nei, eg segði einki um einsemi – kann nevniliga vera heilt OK”.


Fullur til fótbólt

Jákup Magnussen er uppvaksin í Trongisvági. Hann hevði, sum hann sjálvur sigur, ein fantastiskan barndóm. Var altíð við í leiki, og minnist við gleði aftur á tryggu karmarnar heima hjá mammuni og pápanum, sum bæði vóru um hann. Umhvørvið í Trongisvági var eisini spennandi og læruríkt. Børn spældu úti longu summarkvøldini, og nógvir tímar fóru niðri á sandinum, har tað eisini var ein fótbóltsvøllur. Fótbólturin fylti nógv, men ein sunnudag, tá Jákup var 17, møtti hann upp fullur. Hann varð sendur til hús, og hevur ikki spælt fótbólt síðani.

Um somu tíð meldar eitt systkinabarn Jákup til eina plátuvendarakapping á Tvøroyri, við finalu í Havn. Jákup visti av ongum, men tá hann frætti tað, hugsaði hann, at tað kundi verið áhugavert at roynt. Systkinabarnið kendi nærum sjúkliga áhugan hjá Jákupi fyri tónleiki og helt, at tað máttu onnur eisini fáa ágóðan av. Tað var eisini systkinabarnið, sum var tann fyrsti til at brúka navnið ”Diskobeiggin”, ið hevur fylgt Jákupi alt hansara vaksna lív. Navnið var upplagt, tí Jákup, sum er yngst av trimum systkjum – hevur tvær væl eldri systrar – varð róptur beiggin heima. Fyrstu árini dámdi honum ikki so væl, tá fólk søgdu Diskobeiggin, men hann vandi seg við tað. Kanska skuldi hann havt brúkt tað sjálvur. Tað var í hvussu so er tað, sum Jón Hestoy helt, tá hann eftir at hava verið í Danmark og lært til prentara og eisini svomið sær til stóran heiður, kom aftur til Føroya. Men Jákup fekk sær ikki sjálvur nakað listafólkanavn – tað gjørdu fólk fyri hann, og tað er ikki óvanligt, at enntá blaðung fólk í dag brúka hetta navn um hann.

Hvør hevur brúk fyri einum hjarta?

Fyrsti hálvi tímin er farin. Millum løgini fær Jákup sagt ymiskt, sum hann hevur hugsað um hesa vikuna. Hann minnist aftur á nakað, sum Anna Kirstin – hon sjálv við Pubbini á Tvøroyri – einaferð hevur sagt. Hon vildi hava, at børn í fólkaskúlanum lærdu at dansa. Um so var, høvdu fleiri teirra sloppið undan at drukkið sær mót til, tá tey blivu eldri og skuldu bjóða upp. Á tann hátt høvdu Føroyar sloppið undan nógvum alkoholikarum, helt hon, og Jákup gevur henni rætt. So er tað ”Neverending Story” hjá Limahl.

Áðrenn temaplátuna hjá Queen er pláss fyri nøkrum lurtaraynskjum. Tey fyrstu sjey vóru longu á Facebook-vangamyndini hjá Plátubarrini klokkan fýra seinnapartin, tá Jákup tendraði telduna. Sum vanligt svav hann leingi. Vanligar døgnrútmur hevur hann altíð havt tað torført við, og tað er serliga ringt í løtuni.

Fyrsta ynski er frá Sólju K. Hon vil hoyra Kristel syngja ”Who needs a heart”. Heitið, og tey orð, sum koma aftaná, ”…when a heart can be broken”, ferðast út í náttina.

Mangul í sinninum

Jákup hevur altíð sæð eldri út, enn hann í veruleikanum er, og tað ger hann, sambært sær sjálvum, enn. Tí var tað eingin trupulleiki at sleppa inn í dans sum 12 ára gamal. Og har slapp hann eisini framat alkoholi. Hann biddaði eitt sindur frá onkrum, og onkur var, sum bjóðaði. Tað var tó ikki fyrstu ferð, hann smakkaði sær á. Tað hevði hann longu roynt sum átta ára gamal, og hann minnist enn, hvussu skelkað mamma hansara var, tá hann eitt kvøldið sum stórur smádrongur kom heim dýrandi fullur. Hon hirdi hann undir dýnuna og beit skommina í seg.

At siga við ein alkoholikara, at hann ikki má drekka í nøkur ár, er tað sama sum at siga, at hann má drekka aftur, tá ein tíð er fráliðin

Árini sum tannáringur vóru eitt slag av lærutíð, tá hugsað verður um tann alkoholikaran, sum var í umbúna. Jákup fann útav, at hann mátti ”stíva sinnið av”, sum hann málber seg.

Fyrsta veruliga forelskilsið kom, tá hann var 17. Hon var 15 og búði í Havn, men ferðaðist javnan suður at vitja familju.

- Eg hevði ikki útviklað veruliga alkoholismu tá, drakk ikki dagin eftir, men har var ein ella annar mangul í mínum sinni, sum alkohol kundi bøta uppá. Eg eksperimenteraði meg fram til ta útgávuna av mær sjálvum, sum eg vildi hava, fortelur Jákup.

Gentan fekk eisini skjótt propp, og gjørdi tað liðugt. Hon var tann fyrsta, sum ikki vildi hava rúsaðu útgávuna av Jákupi til sjeik, men als ikki tann síðsta.


Gular hosur

Jákup vann ikki plátuvendarakappingina í 1979 (tað gjørdi hann tó í 1983). Men hann slapp á pallin frammanfyri nøkrum hundraðtals fólkum, og tað var ein góð kensla. Tað var, sum ein lítil útgáva av útvarpsvertinum, ið hann hevði droymt um, síðani hann var átta ára gamal, slapp at royna seg.

Eftir at hava lagt plátur á bæði í Suðuroy og aðrastaðni í landinum nøkur ár, fekk hann tilboð um at gera fýra sendingar av ”Løgum mær dámar” í útvarpinum. Og soleiðis varð dreymahurðin til Sortudíki opnað í 1982.

- Tað var ein stór løta at traðka inn í útvarpið, ganga upp trappurnar og síðani inn til teknikaran Marius at leita sær ráð. Fólk hava kanska hugt eitt sindur, tí tá í tíðini gekk eg høgt upp í bæði klæðir og frisuru. Hárið var bleikt omaná og litað í vangunum, og ein av teimum, sum arbeiddi í avgreiðsluni, og er á skrivstovuni nú, hevur síðani mint meg á, at eg var í gulum hosum, fortelur Jákup og smílist.

Løgini minna fólk á tað farna

Temaplátan er farin afturum, og tey fyrstu ynskini hava verið í luftini. Tað er farið at kava eitt sindur, og tað fer ikki afturum uttan eina viðmerking. Jákup hugleiðir um gamla bil sín, sum stendur og tekur ímóti flykrunum úti á parkeringsplássinum. Hann hevur verið og heilsað upp á hann, tá eitt undanframleitt innslag við best umtóktu Queen-sangunum bleiv spælt stutt fyri midnátt. 

Ella rætt skal vera rætt. Tað var nú ikki bilurin, sum dróg Jákup útum. Tað vóru sigarettirnar, tí tær er hann framvegis ”góður við”.

Nógv, sum skriva inn hetta kvøldið, gera tað ikki fyri fyrstu ferð. Nøvnini kennast aftur, tó at Jákup roynir at blanda kortini so væl sum gjørligt, so nýggj fólk eisini sleppa framat. Tað er hopleyst at fáa øll ynskir við, tí eitt gott kvøld kunnu tað koma eini 500 umbønir.

Løgini, sum fólk velja, siga ikki bara sína egnu søgu. Tey fáa eisini minnir fram hjá teimum, sum ynskja, og teimum, sum bara lurta. Og Jákup sjálvur kann finna upp á at spáka sær oman minnisgøtuna eina løtu, og har er nokk at taka av í kvøld. ”Don’t give up” við Peter Gabriel og Kate Bush, ”Wake me up” við Avicii, ”Doctor doctor please” við UFO, og Eagles syngja um nýggja unga mannin í býnum… ”Everybody loves you, so don’t let them down”. 

Leygarkvøld er tí tað besta kvøldið í vikuni, tí tá kann hann arbeiða við fullum trýsti, júst tá hann er best fyri

Buldraslig ár

Í januar 1983 flytur Jákup til Havnar. Og diskotíðin er sum skapt til hann. Hann stórtrívist í nýggjasta móta, og fær skjótt úr at gera í útvarpinum. Tó at hann ikki arbeiðir fast, so verður tað til heili 200 tónleikasendingar í 1984. Hann býr saman við øðrum í einum leigaðum húsum, og tað er altíð Jákup, sum er tann síðsti undir dýnuna. Tað verður ballast nógv, men tá onnur steðga á, tí tey mugu vera væl fyri mánamorgun, heldur Jákup áfram. Hann dugir tó væl at leggja drekkaríið til rættis, og av tí at hann er ein frí sál, tá tað kemur til arbeiðstíðir, ber til drekka og kortini forvinna til lívsins uppihald. Tað skal tó eitt sindur til, og viðhvørt stendur hart á.

- Eg tosaði einaferð við ein hýrivognsførara, sum segði, at hann hevði koyrt meg niðan í útvarpið ein mánadag, tí eg skuldi gera Rockredaktiónina. Eg var skítfullur, og hann hugsaði nevniliga, um tað fór at bera til hjá mær at gera eina sending, og hann lurtaði tí væl klokkan sjey, tá sendingin varð send. Men har hoyrdist eingin slingur. Sendingin var fín, fortelur Jákup, sum slett ikki minnist túrin við hýrivogninum.

At hava eitt fast starv passar ikki inn í misbrúkið. Hann roynir seg á Fróðskaparsetrinum og seinni á Læraraskúlanum, men tað fer alt upp í drukk, so hann gevst.

Seinnu helvt av 80-árunum søkir Jákup út í svartastu krókarnar í samfelagnum – bæði í Føroyum og í Danmark, har hann ferðast javnan.

- Eg eri millum annað blivin álopin tvær ferðir av fólki við knívi, men tað var tí, at eg var onkrastaðni, har eg als einki hevði at gera, minnist Jákup.

 

Sær trupulleikan

Tey, sum kenna Jákup, hava so at siga bara gott at bera honum. Onkrar kvinnur hava kent seg sviknar, men hava ikki fingið børn saman við honum, sum tær so skulu stríðast við einsamallar. Fólk hava ikki fingið skaða av Jákupi, tí hann tók fallið sjálvur.

Síðst í 80-árunum byrjar hann spakuliga at viðganga, at har er ein alkoholtrupulleiki. Í 1989 fer hann ristandi til Bláa Kross og greiðir frá síni støðu.

- Eg veit ikki, hvussu tað er í dag, men tann hjálp, sum eg fekk frá Bláa Krossi tá, var so sum so. Nakrar tablettir, og so fekk eg at vita, at eg ikki mátti drekka í nøkur ár. Men at siga við ein alkoholikara, at hann ikki má drekka í nøkur ár, er tað sama sum at siga, at hann má drekka aftur, tá ein tíð er fráliðin, fortelur Jákup.

Við lummunum fullum av antabus eydnast tað Jákupi at taka eina journalistútbúgving í Volda í Norra. Heimafturkomin fer hann at arbeiða á Dimmalætting, men eftir eina tíð endar hann aftur í gamla drykkimynstrinum, og fær ikki arbeitt. Hann arbeiðir so eitt sindur sum teksthøvundi hjá einum grafikara, og annars ymiskt fyrifallandi, men alkoholtrongdin er framvegis somikið sterk, at hann blívur við at detta út í aftur, tá hann roynir at taka seg saman.

 
Just like starting over

Klokkan er farin av midnátt. Lurtaraynskini streyma inn. Tey flestu koma sum boð á Facebook, sum hevur 6.200 likes, men rættiliga fitt av sms-um eru eisini í kvøld.

Jákup tosar eitt sindur um veðrið aftur. Sigur, at veðrið er sum sinnið: Tað broytist. So leggur hann afturat, at bæði, tá tað snýr seg um broytingar í veðrinum og broytingar í sinninum, gerast broytingarnar lættari at góðtaka, tá mann er blivin meira tilkomin.

So er tað eitt ynski um at hoyra John Lennon við ”Just like starting over”. Lurtarin verður mintur á vanlagnuna hjá John Lennon, sum eftir at hava gingið heima og passað børn í nøkur ár, aftur var farin at innspæla tónleik. Men gleðin bleiv stokkut, tí tann 8. desember 1980 varð Lennon skotin niður uttanfyri heim sítt á Manhattan.


Finnur kærleikan

Kvinnurnar komu og fóru í lívinum hjá Jákupi tey fyrstu vaksnu árini. Sum oftast hildu tær ikki meira enn nakrar mánaðir, men hann upplivdi eisini hálvlong parløg.

- Eg skilji tær væl, sigur Jákup og hugsar eina góða løtu, áðrenn hann fer víðari:

- Eg hugsaði ikki um tær, men bara um, hvussu eg skuldi leggja mítt misbrúk til rættis.

Í 1997 hittir Jákup Liselotte í Danmark. Tað rennur saman, og Liselotte og tá fimm ára gamli sonur hennara Oliver, flyta til Føroya. Fyrstu tvey árini gongur tað hampuligt, men Jákup er framvegis ikki leysur av fløskuni. Í 2000 fer hann á Velbastað til avvenjingar, men hann dettur útí aftur. Tíðliga í 2001 royna Liselotte og hann at bjarga parlagnum við at flyta niður, men tað vísir seg ikki at vera nøkur loysn. Jákup hevur einki arbeiði niðri, og bedøvar longu frídagarnar við alkoholi. Tað endar við, at tað verður liðugt, og uttan eina krónu í lummanum má Jákup taka av tilboði frá systir síni, sum bjóðar sær at keypa honum ein ferðaseðil til Føroya.

Her kundi sambandið við Liselotte og Oliver endað, men tað gjørdi tað ikki. Jákup og Oliver blivu ómetaliga væl, og eru tað framvegis. Liselotte er eisini blivin ein góð vinkona, og hevur ongantíð havt nakað ímóti, at sonurin og Jákup hava sæst javnan síðani parbrotið fyri 14 árum síðani.

Sambandið við lítla fimm ára gamla Oliver, og vandin fyri at missa tað aftur, var tann dropin, sum skuldi til, fyri at Jákup av álvara tók seg saman, tí heimafturkomin til Føroya einsamallur í 2001 fer hann aftur á Velbastað, og nú riggar.

Tað stóð fyri so vítt skrivað í stjørnunum, at Jákup Magnussen skuldi blíva útvarpsvertur. Hann elskaði at lurta eftir tónleiki í útvarpstólinum frá tí, hann var lítil smádrongur

Avgerðin

Tá Jákup hevur verið nakrar vikur á Heilbrigdinum veturin 2001, og er blivin avrúsaður og komin fyri seg nøkulunda, kemur leiðarin til hann eitt kvøldið. Hann spyr Jákup, um hann nakrantíð hevur tikið eina avgerð. Jákup svarar noktandi, og hugsar so eitt sindur um, hvat tað er fyri ein spurningur, hann hevði fingið.

- Tað kvøldið fór eg í einrúm og tók eina djúptgangandi avgerð fyri fyrstu ferð í lívinum. Eina avgerð, har eingin hurð var á glopp ella nakað. Nú fari eg at gera alt tað, eg yvirhøvur kann. Hetta er kanska síðsta útkall. Um eg ikki blívi edrúur nú, so endi eg allarhelst sum bums í Keypmannahavn. Har er bíligari at drekka meg í hel, hugsar Jákup.

Hann svav væl ta náttina, fyri fyrstu ferð í langa tíð, og dagin eftir var alt øðrvísi. Morgunin eftir er hann fyri fyrstu ferð í nógv ár glaður fyri at vakna. Hugsar ikki, sum hann plagar, hvussu hann skal fáa hendan dagin at hanga saman. Hann fer við einum smíli úr songini, og alt rundan um hann er bara deiligt. Fer útum og stillar seg at njóta útsýnið. Sær Hestoynna, seyðin á bønum og streymin í fjørðinum. Sýnið er blivið øðrvísi. Higartil í vaksna lívi sínum hevur hann so at siga ongantíð varnast tað, sum er longri burturi enn nakrar metrar.

- Eg bleiv imponeraður av lívinum, og tað var júst har, í teirri løtuni, eg bleiv edrúur, minnist Jákup og leggur afturat:

- Eg havi verið til nógv avrúsingar- og menningarskeið og lisið tonsavís av bókum, men tað hevur bara verið eitt slag av bonus. Tað hevur ikki verið grundleggjandi. Tað grundleggjandi hendi har, ta náttina og tann morgunin. Eg misti trongdina til at broyta mína bevístheit.

Biðja um fyrigeving

Árskiftið 2001-2002 var tí ikki bara eitt skifti í álmanakkanum. Tað var eitt jaligt vegamót hjá Jákupi, sum inntil tá hevði livað eitt lív, uttan at kenna seg sjálvan. Gjøgnum rúsandi løg hevði hann roynt at snikkað ein persón til, sum kundi liva í semju við øll onnur enn seg sjálvan.

Ein liður í tí at blíva edrúur og viðurkenna sína alkoholismu eftir tí leisti, sum Jákup valdi, er at fara aftur til fólk, sum tú hevur skuffað og biðja um fyrigeving. Tann ferðin byrjaði, stutt eftir at Jákup var komin heim av Velbastað, og er fyri so vítt ikki endað enn. Hann fór allarfyrst til mammu sína og bað um fyrigeving fyri alla ta pínu, hann hevði volt henni. Fyri tær nætur, hon hevði vakt, tí hon ikki visti, hvar Jákup var. Fyri ta sorg, sum hon hevði upplivað, tá Jákup kom slingrandi fullur inn í barndómsheimið, tá hann var har suðuri og vitjaði. Pápin hevði havt fingið somu umbering, um hann var á lívi.

Síðani hevur hann tosað við nógv fólk, og fleiri teirra høvdu langt síðani gloymt, at tey høvdu havt ampa av Jákupi, ella høvdu tey als ikki kent tað sum nakran ampa. Jákup hevur borið pengar aftur, sum hann hevði lænt fyri nógvum árum síðani, og hann hevur tosað við fyrrverandi unnustur og greitt teimum frá, hví tað var, hann tók so nógvar skeivar avgerðir. Men hann er ikki komin á mál enn. Tað mangla framvegis nøkur fólk, sum eiga eina umbering frá Jákupi til góðar.

Tað at fara afturumaftur og biðja um umbering, er ein týdningarmikil liður í at skapa sær eitt nýtt lív. Jákup ger tað fyri seg sjálvan, men tað hevur ikki nakað við egoismu at gera. Tað verður onkuntíð sagt, at ein turrlagdur alkoholikari verður meira egoistiskur, men har er Jákup rættiliga avgjørdur.

- Fyri at halda teg edrúan, verður tú noyddur at hugsa um teg sjálvan. Tú verður noyddur at skipa tær eitt lív, har tú kann trívast í nýggju støðuni. Tað er ikki egoisma, men ein máti at yvirliva. Ein aktivur alkoholikari er 100 prosent egoistur, men hann hevur einki val, sigur Jákup.

Tá Jákup bleiv edrúur, fekk hann samstundis ein longsul eftir tí einfalda lívinum, har hann ikki bara slapp frá at vera bundin at fløskuni, men eisini slapp undan at vera bundin av ov nógvum lutum í gerandisdegnum. Hann krevur tí ikki tað stóra, og livir eina rættiliga spartanska tilveru, har nakrar góðar bøkur kunnu geva honum alla tað gleði, sum skal til tann ársfjórðingin.

 
Góða nátt

Plátubarrin er um at vera av á hesum sinni. Klokkan er farin av tvey. Sum vanligt, spælir Jákup eina blanding av ljóðinnsløgum, har millum annað ein av hetjunum frá síðst í 70-árunum, Bob Stewart frá Radio Luxembourg, biður góða nátt. 250 fólk sendu inn ynskir í kvøld. Tað er eitt sindur minni enn vanligt, men fínasta slag, tí so er ikki so nógv trýst á. Tá fleiri ynski eru, er minni kjansur fyri at fáa sítt lag við, og tá rykkja fólk ofta, og tað verða upp aftur fleiri boð á Facebook ella í sms-skipanini.

Onkur meira persónlig boð eru eisini komin. Jákup er blivin eitt slag av sálarhirða hjá nøkrum av føstu lurtarunum. Tá síðsta lagið er spælt, kann hann tí seta seg at svara einum boði ella báðum tveimum. Millum annað frá einari kvinnu, sum skrivar, at hon framvegis ikki skilir, at ex-maðurin valdi rúsin fram um hana. Jákup svarar henni, at maðurin ikki hevði nakað val, og at tað heilt víst hevur pínt hann nógv, at hann var, ella framvegis er so máttleysur.

Tó at klokkan nærkast hálvgum trý, er tað ikki songartíð rættiliga enn. Jákup hevur altíð havt tað trupult við døgnrútmum, og fyri tíðina sovnar hann um fimm tíðina um morgunin. Leygarkvøld er tí tað besta kvøldið í vikuni, tí tá kann hann arbeiða við fullum trýsti, júst tá hann er best fyri. Hann hevur eisini ein dreym um, at Kringvarpið fer at senda náttarútvarp við verti onnur kvøld, og at hann verður ein av vertunum.

- Tað bilar einki, um tað kanska bara eru nøkur fá hundrað fólk, sum lurta. Tað vildi verið super, sigur hann við einum stórum smíli.

(Greinin um Jákup Magnussen varð upprunaliga prentað í Dimmalætting 5. februar 2016)

;