Heimatíðindi

Hjartans tómleiki

Á veg inn í jólamánaðin verður tað ofta sjónligari, at fólk eru kring okkum, sum kenna einsemi og sita einsamøll. Reyði Krossur hevur seinastu árini havt eina vitjanartænastu við fólkum, sum minst einaferð um vikuna fara at vitja gomul fólk, sum ofta sita einsamøll

- Lívið er blivið lættari. Eg gleði meg til hvønn mikudag.

At kenna einsemi er sum at kenna tómleika í hjartanum. Kenslan verður ofta knýtt at gomlum fólki, men kenslan av einsemi kann stinga seg upp alt lívið.

- Nógv eldri sita einsamøll og hava ongan at tosa við. Dagarnir kunnu vera ógvuliga tungir at koma ígjøgnum hjá eldri fólki, um ongin kemur á gátt.

Tað siga Eyrith Guttesen Leyni og Marin Samuelsen, sum eru samskiparar av vitjanartænastuni hjá Reyða Krossi.

Reyði Krossur samskipar eina sjálvbodna tænastu, har fólk, sum kundu hugsað sær vitjan, fáa onkran á gátt minst einaferð um vikuna. At vera vitjanarvinur er sjálvboðið og ólønt arbeiði. Tey, ið bjóða seg fram at vera vitjanarvinir, lova at fara á vitjan minst eina ferð um vikuna í minst ein tíma.

At siga hart, at man kennir tómleikan í hjartanum, er ikki altíð lætt.

- Helst sita nógv, sum ikki tora at biðja um at fáa vitjan. Summi stúra fyri, at tað ikki er nóg ruddiligt til, at fremmand fólk kunnu koma inn, sigur Eyrith Guttesen Leyni, sum síðani 2006 

Marin Samuelsen og Eyrith Guttesen Leyni eru samskiparar av vitjanartænastuni hjá Reyða Krossi

hevur verið við at samskipa vitjanartænatuna hjá Reyða Krossi.

Nógv bjóða seg fram

Tað stendur ikki á at fáa fólk, sum vilja vera vitjanarvinir, men varhugin hjá Reyða Krossi er, at nógv fleiri eru, sum kundu hugsað sær ein fastan, sum vitjaði.

Í Tórshavnar Kommunu hava øll yvir 75 ár eitt tilboð um at fáa sjúkrahjálparfrøðingar at koma á vitjan eina ferð um árið. Í summum førum geva tey Reyða Krossi eitt prei um, at tey møta fólki, sum sita einsamøll og sum høvdu verið glað fyri vitjan.

Tey flestu, sum fara út at vitja, eru sjálv eldri fólk ella pensjónistar, men Reyði Krossur hevur eisini ungar sjómenn og mammur við børnum, sum gera sítt til at minka um tómleikan í hjartanum.

”Nærvera og eitt hugnaligt prát hjálpa móti einsemi. Øll fáa gleði av góðari samveru – bæði tann, ið vitjar og tann, ið fær vitjan.” Úr faldara hjá Reyða Krossi um vitjanartænastuna

Í løtuni eru umleið 30 fólk í Havn, sum regluliga fáa vitjan av einum fólki frá einum vitjanarvini frá Reyða Krossi. Seinastu trý árini hava fólkini hjá Reyða Krossi vitjað eldri fólk umleið 1000 tímar um árið.

Talan er um eldri fólki, sum búgva einsamøll heima, men eisini fólk á røktarheimum eru við í skipanini.

- Tey, sum búgva heima, verða raðfest fremst, men um vit hava møguleika, so finna vit eisini vitjanarvinir til fólk, sum sita einsamøll á røktarheimum, tí starvsfólkini har hava so nógv at gera og hava ikki tíð at práta við tey eldru, sigur Eyrith Guttesen Leyni.

 

Á gátt at lurta

- Vit uppliva eisini, at børn ella skyldfólk venda sær til okkara um, at teirra nærmastu kenna einsemi, sigur Marin Samuelsen. Og tá kunnu vit eisini uppliva, at summi eldri ikki vilja lata seg lumpa at vera sett í bás sum einsamøll og siga nei takk.

- Ofta hevur tað bara týdning, at onkur kemur á gátt at lurta, men okkara royndir eru, at hetta slagið av vitjan virkar báðar vegir, sigur Eyrith Guttesen Leyni. Eg havi hoyrt onkran sagt, at teimum nýtist einki at siga, men kortini hevur tað verið ein gevandi vitjan.

- Sjálvandi skulu tað vera fólk, sum hóska saman, ið skulu hittast. Bæði skulu fáa nakað burturúr, sigur Marin Samuelsen.

- Tað er umráðandi at finna rætta vitjanarvinin. Vit brúka nógva tíð at tosa við bæði tey, sum 

vilja hava vitjan og tey, sum bjóða seg fram. Tað er eisini týðandi, at vitjanarvinir hava tagnarskyldu, sigur Eyrith Guttesen Leyni.

Tosa um annað enn tablettir

Tað er ikki altíð, at tey eldru, sum fáa vitjan, onga familju ella kenningar hava, men kortini kunnu tey kenna einsemi.

- At fáa vitjan av einum vini ger, at til ber at tosa um annað enn gerandistingini, sum børn og avvarðandi ofta stúra fyri: Hevur tú minst til tablettirnar, hevur tú verið í bað?, heldur Eyrith Guttesen Leyni.

- Fært tú eitt smíl er allur dagurin bjargaður, sigur Marin Samuelsen.

Reyði Krossur og Landssjúkrahúsið fyrireika eisini eina vitjanartænastu til langtíðarsjúk, sum liggja á Landssjúkrahúsinum. Reyði Krossur samstarvar eisini við aðrar kommunur í landinum um at skipa vitjanartænastur.

Ung við sálarligum avbjóðingum: Tann tungi mánaðurin

Kenslan av ikki vera ein partur av tí felagsskapi, sum eyðkennir jólamánaðin og jólini, kann eisini fáa ung fólk at kenna einsemi.

- Tað er viðkomandi í desember at gera vart við einsemi hjá ungum við sálarligum avbjóðingum, sigur Laura Kathrine Apol, sum er næstforkvinna í felagnum Sinnisbata.

Felagið fer í desember at taka upp einsemi hjá ungum við sálarligum avbjóðingum. Skipað verður fyri hugnakvøldi fyri ungum við sálarligum avbjóðingum og vinum og avvarðandi.

- Ung, sum hava sálarligar avbjóðingar, kenna seg eisini ofta einsamøll. Bæði at hava sálarligar avbjóðingar og kenna seg einsamøll kann vera sum at vera dupult brennimerkt, tí hvørki sálarligar avbjóðingar ella einsemi er lætt at vera opin um, heldur Laura Katrine Apol.

Næstforkvinnan í Sinnisbata sigur seg hava illgruna um, at sosialu miðlarnir, eitt nú Facebook og Instagram, í roynd og veru kunnu gera fólk minni sosial, tí tíðin verður brúkt framman fyri skíggjanum heldur enn saman við fólki.

- Vit vilja geva teimum, sum standa millum at vera børn og vaksin, eitt tilboð um at møtast við onnur, sum hava somu trupulleikar at dragast við, sigur Laura Kathrine Apol. Fleiri tilboð eru til vaksin og til børn við sálarligum avbjóðingum, men vit halda, at vit kunnu bjóða ungum eitt tilboð.

- Hetta eru sera eymt evni, so vit virða, at ungfólk ikki vilja standa fram, men eitt hugnakvøld við tónleiki og vinum halda vit er ein máti at koma í samband við tey, sigur hon.

  

Seinastu greinar
;