Plakat av The Golden Girls. Elin Bjørg Højgaard stendur uttast til vinstru
Langlesnaður

Gylta føroyska røddin í sekstiárunum

Fáir føroyingar hava av álvara gjørt vart við seg innan popptónleik uttanlands – og so als ikki í sekstiárunum, tá poppurin bert hevði nøkur fá ár á baki. Tískil er ein tann mest forkunnuga føroyska tónleikasøgan tann um blaðungu Elin Bjørg Højgaard, ið eitt stutt skifti var at finna á danska show business toppinum við gentubólkinum The Golden Girls miðskeiðis í trýssunum

At hetta hendi í eini tíð, har samskifti og sambandið við umheimin var heilt øðrvísi enn í dag, ger tað enn meiri forkunnugt, at tað skuldi falla eini ungari føroysku gentu í lut at gerast popp-stjørna í Danmark.

Tað, at Elin Bjørg Højgaard tók søguna við sær í grøvina á sera ungum aldri, ger eisini, at søgan fær mytiskan dám. Okkara poppstjørna doyði á ungum árum eins og heimskend tónleikanøvn sum t.d. Jim Morrison, Janis Joplin og Jimi Hendrix. Søgan um Elin Bjørg Højgaard er ein sorgarleikur um eitt kreativt, men viðbrekið menniskja, sum endaði við at gera enda á sær sjálvari.

At Elin Bjørg kom seg fram innan tónleik, kom tó ikki ávart á nakran. Evnini vóru eyðsýnd. Sum dóttir víðagitna tónaskaldið Hans Jacob Højgaard hevði hon gott í at breðga, og hon sang eisini í kórum hjá pápanum, sum bæði var lærari og tónleikalærari hjá henni.

Durita Dam minnist, at Elin Bjørg gekk til klaver hjá mammu sínari Rigmor Restorff. Durita skuldi seinni gerast svigarinna Elin Bjørg, tá hon giftist við beiggja hennara Rasmus Rasmussen

- Hon var eitt sera musikalskt menniskja, serstakliga kreativ, og sang sum ein eingil. Haraftrat var hon sjáldsama vøkur og hevði sterka útstráling, minnist Durita meir enn 50 ár eftir, at hon fyrstu ferð hitti Elin Bjørg.


Vann norðurlendska sangkapping

Sum nevnt sang Elin Bjørg við í Havnarkórinum, sum pápin stjórnaði. Men umframt tað var ikki soleiðis nakað at hoyra til hana á føroyska tónleikapallinum. Hennara lutur lá á danska tónleikapallinum.

Sum aðrar ungar kvinnur fyrst í sekstiárunum leitaði Elin Bjørg sær av landinum til Danmarkar at royna eydnuna. Mamman var donsk, so kanska var tað ikki so fremmant fyri hana at leita leiðina niður, sjálvt um hon bert var 16 ára gomul. Ta fyrstu tíðina arbeiddi hon sum postalínsmálari á Den Kongelige Porcelænsfabrik, men kom sær heilt skjótt upp í tónleik í Keypmannhavn.

Unga føroyska gentan var føroyingum ikki ólíkt smæðin og varin í mun til tær donsku genturnar, ið tosaðu sum ein fossur

Óvist er, hvussu Elin Bjørg kom upp í tónleikalívið í Keypmannahavn, men tað letur til, at hon hevur gjørt fitt við tónleik, beinanvegin hon er komin niður. M.a. sigst hon at hava luttikið í ymsum sangkappingum og staðið seg væl.

Á heysti í 1963 skipaði Foreningen Norden fyri stórari skandinaviskari sangkapping. Árið fyri í 1962 hevði kendi danski tónleikarin Keld Heick vunnið danska umfarið. Elin Bjørg vann danska umfarið í 1963 og umboðaði Danmark í stórfingnari finalu í Helsingfors í Finnlandi. Finska sjónvarpið skipaði fyri finaluni. Her eydnaðist tað henni at syngja seg til eitt triðja pláss.


The Golden Girls

Árið eftir kom Elin Bjørg við í gentubólkin The Golden Girls – vanliga nevndar Guldpigerne – og tá kom av álvara ferð á tónleikaleið hennara.

Tað var bornholmarin Knud Mogens Petersen, sum stovnaði bólkin The Golden Girls.

Hann fekk hugskotið at stovna ein gentubólk eftir at hava hoyrt amerikanska kvinnubólkin Peter Sisters longu í 1960. Hann kom at hugsa um, at tað í roynd og veru ikki fanst ein kvinnubólkur í Europa eins og tað gjørdu í USA.

Longu í 1961 eftir byrjaði hann at leita eftir gentum til ein bólk, hann vildi stovna við tí fyri eyga at sláa ígjøgnum bæði í Danmark og í øðrum londum. Yvir 200 gentur svaraðu lýsingum, hann setti í bløðini. Fyrstu tíðina gekk tó sera striltið at finna hóskandi evni til bólkin. Fyri tað mesta vóru tað ungar gentur, sum bara vildu fram og ikki høvdu hóming av sangi ella upptraðkan. Tað var ikki fyrr enn hann kom í samband við Marianne Lind, at tað byrjaði at lýsa fyri degi hjá The Golden Girls. Og við árslok í 1964 hevði tað eydnast honum at savna tær fýra kvinnurnar, sum skuldu manna bólkin, teirra millum Elin Bjørg Højgaard. Hinar vóru Eva Danné, Karin Siestø og áðurnevnda Marianne Lind.

Frá aftast: Eva Danné, Marianne Lind., Elin Bjørg Højgaard og Karin Siestø

Tað er óvist, hvussu tað nágreiniliga gekk til, at Elin Bjørg kom við í The Golden Girls. Treytirnar fyri at koma við vóru tó strangar. Genturnar skuldu syngja væl, vera vakrar á at líta og gera seg væl á pallinum. M.a. vóru allar yvir 1,70 m til hæddar.

Í Føroyum frættist eisini, at ein ung landskvinna var komin við í ein gentubólk við stórum ætlanum. M.a. gjørdi Gamla Dimma burturúr tíðindunum. Tann 31. marts veit blaðið á forsíðuni at siga frá, at ein føroysk genta er vorðin partur av The Golden Girls. Við yvirskriftini “Færøsk pige som udvalgt Golden Girl” skrivar blaðið:

“The Golden Girls er navnet paa en populær sangkvartet, hvor hver fjerdedel er en smuk pige, og den ene af disse kommer fra Færøerne. Paa lørdag præsenteres den kvindelige kvartet for første gang for offentligheden og deres managere spaar, at de vil blive et verdensnummer.”


Stórar ætlanir

Ætlanin við bólkinum var greið. Tær skuldu sláa ígjøgnum – eisini uttan fyri Danmark. Stílurin var poppur, slagarar og evergreens. Genturnar vórðu koyrdar í harða venjingarlegu, áðrenn tær traðkaðu fram.

The Golden Girls fingu sítt gjøgnumbrot í Danmark í apríl mánaði 1965, tá tær luttóku í eini sjónvarpssending úr Tivoli. Frá hesum degi trein 19 ára gamla Elin Bjørg Højgaard beinleiðis inn á ovastu hædd á danska show business umhvørvinum. The Golden Girls vóru at hoyra og síggja nærum alla staðni. Litføgru bløðini vóru á tremur við myndum og greinum um bólkin. Eksponeringin var øgilig.


“Guldpigerne på toppen med rekordfart“

“De er guld værd“

“De tjener (store) penge“

“Verdensstjerner på Lido“


Hetta vóru bert nakrar av yvirskriftunum, ið vóru at síggja í donskum bløðum.

Bólkurin fór á konsertferð runt í Danmark ofta saman við fremstu donsku show business nøvnunum sum t.d. Victor Borge, Dirch Passer og Poul Bundgaard.

Best betalti bólkurin í Danmark

3.juli veit Dimmalætting at siga frá, at The Golden Girls eru “Danmarks højst betalte pigekvartet, hvori Færøerne er repræsenteret”:

“Paa kun fire maaneder har pigekvartetten The Golden Girls opnaaet at blive en af Danmarks højst betalte musiknumre og faar tilbud om arrangementer fra ikke færre end 17 forskellige europæiske nationer, samt den amerikanske base paa Grønland.”

Í greinini tosar blaðið eisini við Elin Bjørg, har hon sigur seg vera fegin um at vera komin við í bólkin, ikki minst við útlitunum at sleppa at ferðast til fremmand lond, har serliga Frakland liggur henni nær.

Hon greiðir eisini frá, at bólkurin hevur fingið nógvar fjepparar.

“Naturligvis er det dejligt at have rigtige fans, men det kan ærligt talt ogsaa godt blive lidt for voldsomt engang imellem,” sigur hon við Dimmalætting.

Privatmynd

Dimmalætting skrivar, at The Golden Girls fáa 2-3.000 kr. fyri kvøldið. Útlitini til, at bólkurin kemur til Føroyar, eru tískil ikki góð.

“Der er ikke større chancer for, at vi nogensinde kommer at optræde paa Færøerne, da der ikke findes nogen steder, der har raad at betale os. Paa den anden side tror jeg ogsaa, at jeg ville være temmelig nervøs for at synge der,” sigur Elin Bjørg Højgaard við Dimmalætting.

Í greinini verður eisini sagt, at bólkurin um stutta tíð skal til Bornholm at spæla á einum blómufestivali, og at tær eru komnar á skránna ístaðin fyri ongan annan enn The Beatles! Bornholmarar høvdu seriøsar samráðingar við The Beatles um at vitja oynna, men heimskendi bólkurin takkaði nei at spæla til tiltakið, tí teir kravdu 50.000 kr. fyri at spæla, men fyrireikararnir ikki kundu gjalda meiri enn 30.000 kr. Beatlarnir høvdu árið fyri vitjað í Danmark, har teir í juni mánaði spældu í KB-høllini. Blómufestivalurin á Bornholm mátti tó lata sær lynda við The Golden Girls og skal ein taka yvirskriftirnar frá tiltakinum til eftirtektar, so var talan um ein serstakliga góðan avloysara.

Elin Bjørg á palli við Pelikan Trio. Óvist er, nær og hvar henda myndin er frá, men óivað fyrst í sekstiárunum onkustaðni í Keypmannnahavn, tá Elin Bjørg byrjaði at syngja alment

Stutta karrieru

Elin Bjørg Højgaard tyktist tó ikki at trívast í øllum hesum meldri og tíðin í bólkinum gjørdist ikki drúgv. Hon var yngri enn hinar í bólkinum, sum vóru millum 23-25 ára gamlar. Unga føroyska gentan var føroyingum ikki ólíkt smæðin og varin saman við hinum, ið tosaðu sum ein fossur.

Longu um heystið í 1965 gjørdi Elin Bjørg av at gevast í bólkinum. Hetta hendi eftir eina framførslu við Rebild Bakker í Jyllandi, har tær m.a. framførdu saman við heimskenda danska undirhaldaranum Victor Borge.

Ein av limunum í bólkinum, Karin Siestø-Vang, ið andaðist í 2007, sigur soleiðis í bókini Føroyska Rokksøgan:

“Eftir framførsluna segði hon mær, at fjáltur altíð var á henni, tá hon framførdi, Hon kundi als ikki njóta framførslurnar á sama hátt sum vit aðrar. Og so saknaði hon eisini Føroyar. Vit vóru ólukkuligar, tá hon boðaði frá, at hon gavst og fór aftur til Føroyar. Hon var okkara gylta rødd, sum vit aðrar sungu fleirraddað til.”


Valdi kærleikan framum show business

Hetta var tó bert ein partur av orsøkini til, at hon gavst í The Golden Girls. Longu áðrenn Elin Bjørg flutti til Danmarkar var hon komin at kenna ein ungan dana, ið hevði tænt sína herskyldu í Føroyum. Allur hurlivasin kring The Golden Girls gekk út yvir parlagið hjá teimum.

Aftur er Dimmalætting boðberi við tíðindunum, at Elin Bjørg Højgaard hevur valt “Kærligheden forud for sukces”. Leygardagin 6. november 1965 skrivar blaðið:

“Den 20-aarige færøske Guldpige Elin Bjørg Højgaard foretrækker kærlighed for sukces. Hun har netop trukket sig ud af den nye, men allerede fantastisk populære sangkvartet Guldpigerne, fordi hun snart skal giftes.”

“Jeg kunne ikke længere holde ud at være forlovet pr. korrespondance,” sigur hon við Dimmalætting, har hon greiðir frá, hví hon hevur valt at gevast í bólkinum og veitra farvæl til eina karrieru á toppinum av danska undirhalds ídnaðinum.

“Jeg elsker at synge, men jeg kunne bare ikke holde ud altid at være paa farten, altid gaa i en bestemt kjole og bære disse rædselsfulde kunstige øjenvipper. Da vi efterhaanden blev populære, fik vi arrangementer til langt ud i fremtiden, og det viste sig helt uoverskueligt. Derfor mente min forlovede og jeg, at vi ikke mere kunne finde os i at holde forbindelsen vedlige pr. korrespondance i lange perioder,” sigur Elin Bjørg við Dimmalætting.

Her kemur eisini fram, at samsýningin hjá The Golden Girls er komin uppá 10.000 kr. pr. kvøld. Elin Bjørg ásannar, at tað er torført at siga farvæl til so nógvar pengar, men at tað ikki er verri, enn at ein kemur yvir tað.

privatmynd

Aftur til Føroyar

Unga parið búsettust í Stenløse, har tey keyptu sær hús, men skilnaður kom skjótt millum teirra, og Elin Bjørg valdi tískil at flyta aftur til Føroyar.

Durita Dam minnist, tá Elin Bjørg kom heim til Føroyar eftir tíðarskeiðið í Danmark og byrjaði at koma saman við beiggjanum Rasmus. Hon hevði alskins lutir við sær frá Golden Girls tíðini, m.a. eina beauty boks og ein gyltan kjóla. Yngru genturnar vóru sera forliptar í øllum hesum.

Elin Bjørg fór aftur at syngja við havnarkórinum, men gjørdi annars einki stórvegis burturúr tónleiki, afturkomin til Føroyar í mun til tað, hon hevði gjørt niðri. Hon hitti sum nevnt Rasmus Rasmussen og tey giftust í 1967.

Fyrst í sjeytiárunum fluttu tey niður aftur. Tey fingu tvey børn, eina gentu og ein drong. Elin Bjørg las til frítíðarpedagog og fekk eftir lokna útbúgving starv í Danmark. Kreativu evni hennara komu av álvara til sjóndar í hesum starvi og um hetta mundið. 

Hon gav tvær slóðbrótandi barnabøkur út við tekningum, hon sjálv hevði gjørt. Stina, Tina og Tummas frá 1972 og Trøllalív frá 1977.

Durita Dam búði eisini í Danmark um hetta mundið, tætt hjá svigarinnuni og beiggjanum.

“Hetta tíðarskeiðið minnist eg hana mest fyri ta fantastisku mammu, hon var fyri børnini,” sigur Durita.


Tók seg av døgum

Men tíðarskeiðið var eisini baldrut. Elin Bjørg var viðbrekin av lyndi. Hjúnalagið við Rasmus gekk illa og endaði við, at tey fluttu frá hvørjum øðrum í 1976. Hon búði í Glostrup sum einlig mamma við børnunum.

Seinastu tíðina á lívi var Elin Bjørg tunglynt. Hóast hon tók sær væl av børnunum til tað allarsíðsta, so løgdu tey til merkis, at hon lá meira og meira í songini.

Og 27. mai 1977 gjørdi Elin Bjørg Højgaard av at taka sítt egna lív, 31 ára gomul. Gylta føroyska røddin var tagnað með alla.

The Golden Girls helt fram eftir at Elin Bjørg var farin burturúr við skiftandi manning og eisini undir øðrum navni. Marianne Lind, ið helt saman við Knud Mogens Petersen, var við alla tíðina. M.a. var bólkurin á ferð í Spania sum St. Tropez Singers og í Belgia var hann frammi sum Flair.

The Golden Girls avmyndaðar við Gefion gosvatnið við Langelinie 1965

;