Uttanlands

Dagurin, tá tónleikurin doyði

Tá Buddy Holly, The Big Bopper og Ritchie Valens lótu lív í flogvanlukku 3. februar 1959, misti USA ikki bara tríggjar av sínum evnaríkastu tónleikarum, men eisini sítt sakloysi. Tey vónríku 50-ini fingu ein bráan enda tann dagin fyri 58 árum síðani, tá tónleikurin doyði

Í 1950-unum skolaði rock and roll-aldan inn yvir USA og haðani út um restina av heiminum. Elektriski gittarin fekk fastatøkur á teimum ungu, og Chuck Berry, Jerry Lee Lewis og aðrir ferðaðust runt og undirhildu stórum fjøldum av ungfólki, sum løgdu líka í, hvat eldra ættarliðið helt um hetta slagið av tónleiki. Ein ungur maður úr Mississippi, nevndur Elvis Presley, tók øll av fótum við sínum heilt serligu orkumiklu framførslum og gjørdi sítt til at menna eina nýggja idoldyrkan, sum tað enn unga sjónvarpið varpaði út til folk gjøgnum sendingar sum American Bandstand. Og sjálvt um tey, sum vóru komin meira til árs, hildu lítið um nýggju tónarnar, bar ikki til at steðga rock and roll flóðalduni, sum hevði eitt slag av tónlistarligari veking við sær.

 

Máttu út til fólkið

Inni í The Surf Ballroom í lítla býnum Clear Lake í Iowa livdi gólvið eisini av hesum nýggju tónunum kalda mánakvøldið 2. februar í 1959.

Winter Dance Party Tour var komin til býin. Høvuðsnavnið á hesi konsertferðini var Buddy Holly. Tríggjar mánaðir áðrenn hevði hann sagt bæði umboðsmanninum og bólkinum hjá sær, The Crickets, farvæl, og tí hevði hann funnið sær nýggjar tónleikarar: Waylon Jennings (bass), Tommy Allsup (gittar) og Carl Bunch (trummur), sum á plakatini eisini itu The Crickets.

Buddy Holly orkaði ikki at sita eina heila nátt í bussi, og tí leigaði hann eitt flogfar. Við honum komu Ritchie Valens og J.P. Richardson. Tá flogfarið datt niður, misti tónleikurin tríggjar av sínum bjartastu stjørnum

Afturat sær á ferðini høvdu teir tríggjar aðrar kendar sangarar: J.P. Richardson (sum gekk undir navninum The Big Bopper), Dion DiMucci og so bert 17 ára gamla stjørnuskotið úr Kalifornia, Ritchie Valens.

Tá í tíðini var ikki so lætt at liva av tónleikinum, sum tað er í dag. Hóast útvarpsstøðirnar vóru nógvar í tali, og sjónvarp var komið inn í amerikansku stovurnar, máttu tónleikarar eisini út til fólkið fyri at gera seg galdandi, og tað var eisini ein stórætlað konsertferð, sum nú var í gongd. Síðani 23. januar høvdu teir verið á ferð í Wisconsin, Minnesota og Iowa, og ætlanin var at spæla í 24 býum upp á 24 dagar. Nú var 2. februar, og teir vóru komnir nøkulunda hálva leið á ferðini.

Upprunaliga var Clear Lake ikki partur av skránni, og 2. februar skuldi vera frídagur, men fyri at fáa eitt sindur meira pengar inn, bleiv hendan konsertin løgd afturat øllum hinum.

 

Ov strævið

Sum vera man kravdi tað rættiliga nógv av tónleikarunum at spæla so ofta á so nógvum ymsum støðum innan so stutta tíð. At ferðin ikki var løgd serliga væl til rættis landafrøðiliga, gjørdi tað ikki lættari hjá teimum, tí teir skuldu ferðast nógv aftur og fram. Harumframt var hetta á hávetri, so tað bleiv ógvuliga strævið at koyra í bussi úr einum býi í annan fleiri dagar á rað.

Fyri at gera ilt verri, var bussurin, sum teir koyrdu í, ikki serliga góður, og tá teir høvdu verið á ferð í nakrar fáar dagar, gekk hitaskipanin í bussinum fyri.

Alt hetta førdi til, at fleiri av tónleikarunum fingu krím og tað, sum verri var. Ringast stóð til hjá trummuspælaranum Carl Bunch, sum mátti leggjast inn á sjúkrahús við frostsárum í føtrunum. Tað hevði millum annað við sær, at Holly, Valens og DiMucci noyddust at spæla trummur hjá hvørjumøðrum.

Harumframt høvdu tónleikararnir eingi rein klæði eftir, og teir høvdu enn ikki fingið nakra løn fyri konsertferðina higartil.

Tá teir komu til Clear Lake, hevði Buddy Holly fingið nóg mikið av at sita í bussi, og hann hevði ikki hug at koyra næstan 600 kilometrar úr Clear Lake til Moorhead í Minnesota, har teir skuldu á pall kvøldið eftir.

Hann bað tí leiðaran av The Surf Ballroom, Carroll Anderson, um at finna eitt lítið leiguflogfar, so hann kundi sleppa til Moorhead sama kvøldið at hvíla seg og vaska klæðir.

Tað eydnaðist Carroll Anderson at leiga eitt Beechcraft Bonanza 35 flogfar frá einum lítlum flogfelag í Iowa, og 21 ára gamli Roger Peterson skuldi vera flogskipari. Umframt Buddy Holly og Peterson var pláss fyri tveimum afturat í flogfarinum, og ætlanin var, at Waylon Jennings og Tommy Allsup eisini skuldu við.

Men Richardson var rættiliga ringur av krími og spurdi Jennings, um hann ikki kundi fáa hansara pláss umborð. Tað játtaði Jennings.

Ritchie Valens, sum heldur ikki var so væl fyri, spurdi eisini Tommy Allsup, um hann kundi fáa hansara pláss. Teir kastaðu lut við eini mynt, og Valens fekk plássið.

 

Doyðu á staðnum

Tað kavaði, og vindurin var millum 8 og 13 metrar um sekundið, tá Carroll Anderson koyrdi teir tríggjar Buddy Holly, J.P. Richardson og Ritchie Valens á flogvøllin, har flogskiparin Roger Peterson bíðaði teimum.

Stutt eftir midnátt 3. februar fóru teir á flog, og tað var tað seinasta, nakar hoyrdi frá teimum.

Flogfarið varð funnið morgunin eftir

Lítið var eftir av flogfarinum

Flogfarið varð funnið morgunin eftir í einum maisakri, góðar 10 kilometrar frá Clear Lake. Tað var dottið niður stutt eftir fráferð og hevði síðani skreitt 170 metrar eftir bønum, til tað rakti eitt stik og steðgaði.

Líkini av Buddy Holly og Ritchie Valens lógu beint við flogfarið. J.P. Richardson lá hinumegin stikið, og flogskiparin Roger Peterson lá inni í flogfarinum. Teir vóru allir vóru deyðir á staðnum og høvdu ligið soleiðis í næstan tíggju tímar, og kavin var um at fjala líkini.

Amerikanskur tónleikur syrgdi.

Við vanlukkuni tagnaðu tríggjar av best umtóktu og mest lovandi røddum í amerikanskum tónleiki um tað mundið. J.P. Richardson var 28 ár, Buddy Holly var 22 og Ritchie Valens var bert 17 ára gamal.

Bløðini skrivaðu nógv um vanlukkuna

Eitt hálvt ár áðrenn vanlukkuna giftust Buddy Holly og María Elena Santiago. Hon var við barn, tá vanlukkan hendi, og fekk ein so stóran skelk, tá hon frætti um vanlukkuna í sjónvarpi, at hon misti barnið. Hetta førdi til, at myndugleikarnir innførdu eina reglu um, at nøvn á deyðum ikki verða almannakunngjørd, fyrr enn tey avvarðandi hava fingið boðini.

Buddy Holly varð jarðaður í heimbýnum Lubbock í Texas. María Elena var ikki til jarðarferðina og hevur ongantíð vitjað grøvina.

 

Misti sítt sakloysi

Tað verður sagt, at USA misti sítt sakloysi við vanlukkuni. Tann 3. februar 1959 bleiv seinni kallaður dagurin, tá tónleikurin doyði – best lýst í sanginum ”American Pie” hjá Don McLean frá 1971.

1950-ini vórðu og verða roknað sum ein bjørt tíð í USA. Eftir niðurgangstíðirnar í 1930-unum og krígsárini í 1940-unum vóru 50-ini full av bjørtum vónum um eina betri framtíð. Hetta sást eisini aftur í tónleikinum, sum frígjørdi ungdómin, og her var Buddy Holly ein av undangongumonnunum. Hann var ein av teimum fyrstu, sum sjálvur skrivaði, framleiddi og framførdi sínar sangir.

Minnismerki á staðnum, har flogfarið datt niður fyri 58 árum síðani

Buddy Holly verður eisini mettur sum maðurin, ið legði støði undir vanliga rock and roll-bólkin: Tveir gittarar, ein bassur og trummur.

Bæði John Lennon og Paul McCartney hava sagt, at teir fingu nógvan íblástur frá Buddy Holly and the Crickets, og seinni hava aðrir kendir tónleikarar, eitt nú Bob Dylan og Bruce Springsteen, sagt, at Buddy Holly var ein av teirra størstu fyrimyndum.

Tónleikurin doyði hesa køldu vetrarnáttina í Iowa, men heitu tónarnir liva víðari.

 

Keldur:

Time Magazine

Washington Post

www.fiftiesweb.com

 

(Greinin varð prentað fyrstu ferð í Dimmalætting í februar 2015 og er broytt úr sínum upprunalíki, so hon samsvarar við dagin í dag)

 

---

 

Buddy Holly

Føddur 7. september 1936 í Lubbock, Texas, og doyptur Charles Hardin Holley.

Útgav í mai 1957 singleplátuna við sangunum “That’ll Be the Day” og “I’m Looking for Someone to Love” saman við The Crickets, sum bleiv nummar 1 bæði í USA og í Bretlandi. Seinni sama ár kom singleplátan við “Peggy Sue” og “Everyday”, sum rakk einum triðja plássi í USA og sætta plássi í Bretlandi. Hann var sera virkin í upptøkuhølunum, og í árunum eftir deyða hansara í 1959 komu fleiri singleplátur afturat við sangum, sum ikki vórðu givnir út áður.

 

Ritchie Valens

Føddur 13. mai 1941 í Pacoima, California, og doyptur Richard Steven Valenzuela.

Tað gingu bert átta mánaðir frá fyrstu upptøkuni hjá Ritchie Valens og til hann doyði í flogvanlukkuni 3. februar 1959. Hetta tíðarskeiðið gav hann tvær singleplátur út við tilsamans fýra løgum, har av trý gjørdust stór hitt í USA. Tann fyrsta singleplátan var við sangunum “Come On, Let’s Go” og “Framed”, har fyrri sangurin fekk sera góða móttøku, og tann seinna var við løgunum “Donna”, sum hann skrivaði til sína unnustu, og “La Bamba”, ið var eitt gamalt meksikanskt fólkalag, sum Valens setti nýggjar rútmur til.

 

The Big Bopper

Føddur 24. oktober 1930 í Sabine Pass, Texas, og doyptur Jiles Perry Richardson, Jr.

Kendasta lagið hjá J.P. Richardson, eisini róptur The Big Bopper, var “Chantilly Lace”, sum kom út í 1958 og rakk einum sætta plássi á amerikanska hittlistanum. Annars byrjaði Richardson sum útvarpsvertur og bleiv seinni sangskrivari og framleiðari, áðrenn hann royndi seg sum sangari. Millum annað eigur hann sangir hjá George Jones og Johnny Preston, sum eru endaðir ovast á hittlistum.

 

---

 

Waylon Jennings

Upprunaliga var tað ikki ætlanin, at J.P. Richardson og Ritchie Valens skuldu vera við flúgvaranum, sum datt niður náttina 3. februar í 1959. Buddy Holly hevði leigað flogfarið og ætlaði at hava 21 ára gamla bassspælaran Waylon Jennings og gittarspælaran Tommy Allsup við sær. Men Valens slo platt og krónu við Allsup um plássið og vann, og Richardson spurdi Jennings, um hann ikki kundi sleppa við í staðin, tí hann var so ringur av krími.

Waylon Jennings játtaði. Tá Buddy Holly frætti, at Jennings ikki kom við kortini, men fór við bussinum, segði hann argandi: “Eg hopi, at hasin gamli bussurin hjá tykkum frystur fastur.” Jennings var skjótur at svara, eisini í skemti: “Og eg hopi, at hasin gamli flúgvarin hjá tykkum dettur niður.” Hesi orðini nívdu Waylon Jennings í nógv ár.

Buddy Holly og Waylon Jennings møttust á eini útvarpsstøð í Texas í 1958. Holly hjálpti Jennings at koma fram sum tónleikari, og tá konsertferðin Winter Dance Party Tour byrjaði í januar 1959, bað Holly Jennings koma við sum bassspælari.

Tað gjørdi hann, men tað var tó ikki fyri rock and roll, at Waylon Jennings skuldi gerast kendur. Hann bleiv sera væl umtóktur sum country-sangari, og serliga í 1970-unum hevði hann viðrák.

Waylon Jennings

Miðskeiðis í 1980-unum gjørdi hann superbólkin The Highway Men saman við Kris Kristofferson, Willie Nelson og Johnny Cash, men eftir hetta bleiv longri millum hittini.

Waylon Jennings livdi hart og andaðist 13. februar 2002 av sukursjúku. Hann varð 64 ár.

Seinastu greinar
;