Eg haldi, at tað manglar absolut vitan um autismu her, og eg vóni sjálvandi, at bókin kann hjálpa bæði mær og øðrum, sum eru í sama báti, sigur Birita Michelsen, sum hevur skrivað bókina “So normal, men tó ikki” (Mynd: Fotostudio/Finnur Justinussen)
Heimatíðindi

Skrivar bók um sítt lív við autismu

Tá Birita Michelsen var lítil varnaðust foreldrini, at okkurt var galið. Síðani fylgdu nógv ár við óvissu, tí eingin kundi siga hvat bagdi henni. Ikki fyrr enn hon var 20 ár fekk hon staðfest vælfungerandi autismu. Nú er hon 30 ár og hevur skrivað bók um lívið við autismu, sum bæði gevur innlit og kritik til tað, ið viðkemur fólki við serligum tørvi

Heima í hugnaligu íbúð síni í Sørvági situr Birita. Hon býr í einum sambýli, men hevur egna íbúð, sum so hugnaliga er pyntað til jóla.

Henni dámar serliga væl at stákast í køkinum og gongur nógv eftir sunnum kosti, hetta kemur eisini til sjóndar í bókini, har matur og matgerð fyllir nógv. Júst hendan dagin hevur hon gjørt eina sunna desert og drekkamunn, nú eg eri komin at práta um bókina, sum hon hevur skrivað um lívið við autismu. Bókin hjá Biritu So normal, men tó ikki kemur út í handlarnar skjótt, ætlanin er í hvussu so er áðrenn jól. Birita er øgiliga spent uppá, at endaliga eintakið er prentað.

- Tað er øgiliga ringt at bíða. Sjálvandi gleði eg meg ótrúliga nógv til hon kemur út, eg hevði bara ynskt, at eg fekk eitt fast dato sett á, nær hon er liðug. Tað er so ringt hjá mær, tá tað ikki liggur heilt greitt. Tað verður bara sagt “tað verður skjótt” ella “tit hoyra nærri”. Tað er so strævið at bara fáa sovorðið at vita, tí eg má hava fastar rammur, fortelur Birita mær við einum lítlum suffandi smíli.

 

Var øðrvísi enn hini børnini

Birita er uppvaksin í Sørvági. Barnaárini vóru góð, men eisini strævin, tí ein óvissa var um, hví hon ikki var líka sum hini. Foreldrini varnaðust, at samskiftið við hana var ikki sum tað átti.

Til tíðir var tað ringt í skúlanum, tí hon var øðrvísi og var skjót at øsa seg. Hon flutti á skúlan á Trøðni og gekk har í nøkur ár, men framvegis visti eingin hvat bagdi, og bæði hon og fólk rundan um hana vóru ørkymlaði.

Ikki fyrr enn Birita var 20 ára gomul, fekk hon enduliga staðfest vælfungerandi Infantila autismu. Tað var Lennart Pedersen, leiðari á Dancenter for autisme og autismuserfrøðingur, ið gjørdi eina kanning av Biritu. Hann plagar at vitja Biritu, tá hann er í Føroyum og tað var hann, ið eggjaði henni til at skriva eina bók.

- Eg hevði absolut ikki hugsað um tað sjálv, tað var ikki fyrrenn Lennart skeyt tað upp. Í 2009 fóru vit so spakuliga í gongd við at arbeiða við bókini og nú hava vit verið í holt við hana í sjey og eitt hálvt ár. Arbeiðið er av og á steðgað upp í eina tíð, men nú er hon endiliga liðug.  

Í bókini upplivir lesarin ymiskar tíðir gjøgnum hesi sjey árini, hon hevur verið í gerð.

- Hon snýr seg um lívið hjá mær, ymiskar hugnaligar upplivingar, mín vanliga dagligdag og hvussu eg føli meg við autismuni, um hvussu tað er at flyta so ofta og hvørjar sálarligar avbjóðingar eg fái av tílíkum støðum.

Bókin nertir ikki bara við truplar støður, ið koma av at liva við autismu, men eisini skrivar Birita nógv um, hvat hevur týdning fyri hana, eitt nú fólkini rundan um hana, kelidjór og frítíðarítriv. Hon gongur nógv, bindur og spælir gittar.

 

Óvissur og sálarligar avbjóðingar

Eitt sum Birita skrivar nógv um í bókini hjá sær, er um hvussu ringt hon kann hava tað av óvissum tingum og broytingum – alt tað sum eyðkennir hennara sálarligu støðu við autismu. Serliga flytingar og broytingar av starvsfólki ávirkar hana nógv.

Hon skrivar nógv um fólk, sum eru henni nær og um hvussu tað er, tá ov nógv útskifting er av starvsfólki á ymsu stovnunum og sambýlum, hon hevur búð á og hvussu illa hon heldur tað vera skipað, tá talan er um fólk, sum hava serligan tørv eins og hon. Hon heldur, at skipanin er ov fýrakantað og tekur sær ikki av tørvinum hjá teimum. Hon hevur flutt nógv og hevur havt nógvar keðiligar tíðir av tí.

Í august 2013 fór Birita á Háskúla í Danmark. Á skúlanum gekk væl fyrstu tíðina, men sum tíðin leið versnaði hennara støða og hon noyddist at koma heim alt fyri eitt. Tað var ikki bara sum at siga tað at koma heim aftur. Tað var ein heilt annar veruleiki enn tann, hon hevði fingið bjóðað og síðani tað hevur hon verið sera illa fyri sálarliga.

Birita Michelsen hevur skrivað um, hvussu tað er at liva við autismu. Hon finst at leiðsluni í Almannaverkinum, sum hon ikki metir vera serliga autismuvinarliga (Mynd: Fotostudio/Finnur Justinussen)

- Eg havi tíverri fingið ein permanentan skaða í sálina av at fara á háskúlan í Danmark og so at uppliva eitt álvarsamt álitisbrot, tá eg kom heimaftur. Síðani eg kom aftur hevur Almannaverkið gjørt nakrar bygnaðarbroytingar, sum hava havt við sær, at eg eri blivin nógv verri fyri sálarliga.

- Leiðslan á Almannaverkinum fær ikki havt ein fingur á pulsinum, hvat hendir á sambýlunum, tí hon situr í Havn og er upphongd av arbeiði. Eg vil erligt talt siga, at hendan leiðslan er alt annað enn autismuvinarlig, og tey sum sita longri uppi eru als ikki til at tosa við viðvíkjandi mínum tørvi. Tað einasta tey siga er, at sum støðan er beint nú, er tað eg havi nú tað einasta tilboðið sum er.

 

Bókin skal hjálpa Biritu og øðrum

Birita er sum heild væl nøgd við bókina. Av tí at Birita hevur so gott mál og skriviførleikar var tað jú upplagt at gera brúk av tí styrkini, heldur hon. Skriving er ein góður máti hjá henni at arbeiða við ymiskum.

- Eg føli altíð, at eg fái tað betri av at skriva ting niður, og mamma og starvsfólkini hjá mær plaga altíð at minna meg á, hvussu gott tað er at skriva.

Hon vónar, at bókin ikki bara kann geva innilit í hennara gerandisdag, men eisini kann hjálpa til við at varpa ljós á trupulleikarnar á økinum.

- Bókin er so at siga eisini eitt kall frá Guði um at fáa boðskapin um autismu fram í Føroyum. Eg haldi, at tað manglar absolut vitan um autismu her, og eg vóni sjálvandi, at bókin kann hjálpa bæði mær og øðrum, sum eru í sama báti. Eg vóni, at fólk, sum eru í nøkulunda sama báti sum eg, ella avvarðandi ella fakfólk kunnu fáa ráð ella kenna støður aftur og eg vóni, at Almannaverkið og leiðslan fáa nakað at hugsa um aftaná útgávuna, endar Birita.

  

;