Politi: Nakað av ófriði í nátt

Politi: Nakað av ófriði í nátt

2017-12-03 12:27 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Jólaborðhaldini eru mong hesa tíðina av árinum, og sostatt eru eisini nógv fólk í býnum. Gjárkvøldið var onki undantak. Nógv fólk var í býnum, men sum heild vóru fólk hampilig og ordilig.
Tó vóru nøkur fá undantøk. Tveir mans í Klaksvík blivu tiknir av løgregluni, ávikavíst fyri at bróta inn í eini hús og fyri at skapa ófrið uttanfyri eitt skeinkistað.
Í Havn varð ein maður eisini handtikin av løgregluni, fyri at skapa ófrið uttanfyri eitt skeinkistað, har hann varð blivin blakaður út. Maðurin var harðligur í atburði, og tí vóru boð send eftir løgregluni.

Mennirnir eru allir blivnir skuldsettir fyri brot á politiviðtøkurnar og maðurin, ið royndi at bróta inn í eini hús í Klaksvík, er eisini skuldsettur fyri herverk.

Meira langlesnaður